Tjóð

Zakarias Wang


Mikudagurin tann 25. oktober 2000 fer at vera ein minniligur dagur í føroysku søguni.

Tá hevði danski forsætisráðharrin boðað landsstýrinum frá, at hann ikki helt, at føroyingar vóru ein tjóð. Føroysku andstøðuflokkarnir, sum higartil hava litið á, at danski forsætisráðharrin er teirra vælvildarmaður, vóru við í einum orðaskifti í útvarpinum. Spennandi var, hvat ið teir nú fóru at siga. Fóru teir at standa sum menn ímóti donsku stjórnini, ella fóru teir at dvína og siga tað, at danska stjórnin hevði rætt í hennara uppáhaldi um, at vit vóru ein partur av tí donsku tjóðini?

Serliga var tað spennandi at hoyra hvat ið javnaðarflokkurin fór at siga. Tá ið heimastýrisskipanin kom eftir kríggið, hevði javnaðarflokkurin ført fram, at tann føroyska og danska tjóðin vóru javnbjóðis, og grundgeving hansara fyri at seta heimastýrisskipanina í verk var tann, at henda skipanin viðurkendi hetta sjónarmið. Fór hann nú at vera meira bundin av danska javnaðarflokkinum enn av egnu sjónarmiðum sínum?

Men javnaðarflokkurin stóð royndina. Jóannes Ejdesgaard helt fast við floksins støðu eisini tá tað vísti seg, at hann harvið kom at ganga beint ímóti donsku javnaðarstjórnini.

Minni orsøk var at rokna við sambandsflokkinum. Tá heimastýrislógin kom, vildi hesin flokkur ikki taka orðið tjóð í sín munn um føroyingar, men noyddist við ringum tannabiti at lata um seg ganga at orðið kom í heimastýrislógina. Nú Nyrup royndi at avtaka ta føroysku tjóðina var fryktandi fyri, at sambandsflokkurin fór at fegnast um, at hann nú hevði fingið ein viðhaldsmann á hægstu rók í danska statinum.

Men hvat hendi? Edmund Joensen vísti seg sum ein rættan mann og gekk beint ímóti tí sum danski forsætisráðharrin hevði sagt. Edmund segði, at tað var eingin sambandsmaður, sum ivaðist í, at føroyingar vóru ein tjóð.

Tað sum her vísti seg var tí tað, at føroyingar stóðu sum ein maður ímóti einari danskari stjórn, sum er farin undir at leggja okkum inn undir ta donsku tjóðina.

Summi halda, at tað eingin orsøk er til at halda fólkaatkvøðu um henda spurningin, hvørt vit eru ein tjóð ella ikki, tí vit øll eru samd um tað.

Hertil er at siga, at av tí at danska stjórnin ikki er samd við okkum í hesum máli, er øll orsøk til hjá okkum at gera vart við, at tað ikki bert eru nakrir tilvildarligir politikarar, sum eru komandi og farandi, sum hava hesa støðu, men at henda áskoðan hevur djúpar røtur í fólki okkara.

Við at danska stjórnin sýtir fyri, at føroyingar eru ein tjóð, so hevur hon við einum høggi tikið alla skorður undan heimastýrisskipanini. Løgtingið samtykti einmælt tann 21/3 1947, at nýggja skipanin skuldi leggja út frá tí grundarlagi, sum Føroyar tá høvdu.

Hvat hetta grundarlag var, er tað sum eg havi greitt frá í bókini Føroyar á vegamóti. Tað ber í hvussu er ikki til at siga, at vit nakrantíð hava verið undir Danmark, ella at danskir myndugleikar kunnu delegera nakað vald til føroyska heimastýrið. Vit vóru í 1947 eitt egið land, sum hevði sín egna statsrætt. Føroyska tjóðin kundi í tann mun hon vildi tað lata aðrar gera tað praktiska arbeiði, men hetta var vegna ta føroysku tjóðina.

Tað er rætt, at tá ið tað kemur til uttanríkismál, so er føroyska tjóðin ikki óheft, tí vit hava ein sáttmála við donsku tjóðina um at vit eru saman í kríggi. Men tað sama ger seg galdandi fyri ta donsku tjóðina. Hon er heldur ikki óheft, tí hon hevur við sama sáttmála bundin seg at okkum í uttanríkispolitiskum málum. Tað er tí sum javnaðarflokkurin segði í 1947: Vit eru javnbjóðis tjóðir.

Tað danska stjórnin gjørdi við sáttmálanum um minnilutamál var tí at ryggbróta heimastýrisskipanini. Eingin hevði ímyndað sær, at danska stjórnin ímóti tí grundleggjandi sáttmálanum millum partarnar fór at taka uttanríkispolitisk stig, sum hin parturin beinleiðis var ímóti.

Men tað gjørdu teir, og nú kemur so hetta afturat, at teir vilja leypa frá teimum greiðu orðunum í heimastýrislógini um at vit eru ein tjóð.

Samstundis sigur Nyrup, at eru vit ikki samdir um alt, so eru vit ikki samdir um nakað!

Vanliga reglan er, at verður ein áseting í einum sáttmála brotin, so er avleiðingin av hesum, at allur sáttmálin fer úr gildi. Tá danska stjórnin fer fram á henda hátt við tí sáttmála, hon hevur gjørt við okkum, so er bert eitt at gera, og tað er at fáa fólksins undirtøku fyri at danska stjórnin her er farin út um mark.

Tað var hetta, sum Jóannis og Edmund gjørdu greitt tann 25. oktober, tað hava teir uppiborið allan heiður fyri.

Hetta er atvoldin til, at tað er rætt at hava eina fólkaatkvøðu sum skjótast, har vit sleppa at siga frá, at vit eru samdir við okkara oddamenn í hesum spurningi.