Kjartan Kristiansen
stjóri á menningarstovuni
Føroyska samfelagið dúvar í alt ov stóran mun upp á svikaligar vinnur.
Vit skifta millum rokfiskiskap og fiskaloysi, millum prísfall og methøgar prísir. Vit gera stórar íløgur í veiðiflotan og stutt eftir tala vit um yvirkapasitet í veiðiliði og fiskavirkisliði. Nú eina tíð tykist ganga hampuliga væl í sjálvari fiskivinnuni, men vit vita av royndum, at tað kann broytast frá einum degi til annan. Fiskaloysi og/ella broyttur marknaður og prísfall kunnu eftir stuttari tíð fáa fiskivinnuna til aftur at húka á knøum.
Eftir stóru kreppuna í alivinnuni tykist nú alt at ganga eftir vild. Prísirnir eru ótrúliga høgir og væl hægri, enn teir vildu verið, um marknaðurin fekk loyvi at virka heilt upp á marknaðarbúskaparligar treytir. Framleiðsluavmarkingar aðrastaðir gera, at alivinnan í Føroyum ger eina stóra kvettið fyri og annað eftir. Keyparin í Evropa má rinda hægri prís, og høgi laksaprísurin dregur annan fiskaprís upp. Okkara laksaprísir halda, so leingi laksaavtalan millum ES og Noreg er galdandi, og vit ikki koma undir trýst lagdir undir at vaksa okkara laksaframleiðslu skjótari enn aðrir.
Vit hava síðan tríati-árini havt sum vinnupolitiska málseting at fáa eitt meira fjøltáttað vinnulív, so vit kunnu fáa eina støðuga samfelagsmenning og ikki eitt skifti liva í sús og dús og beint eftir hava stórar búskaparligar kreppur at dragast við.
Oljan skapar valla støðufesti í føroyskum búskapi.
Í hesum døgum mótmælir lastbilavinnan høgu oljuprísunum, tí dagsins prísir gera tað trupult hjá lastbilavinnuni at fáa lønsemi. Her heima verður mótmælt ímóti høgu prísunum, sum húsarhald skulu gjalda fyri olju. Í báðum støðum verður lagt eftir oljuavgjaldinum, heldur enn eftir tí framleiðsluavmarking, sum OPEC-londini hava sett í verk, og øðrum politiskum og vinnuligum forðingum fyri frælsum marknaði í oljuvinnuni.
Fyri bert tveimum árum síðani lá prísurin á ráolju niðri á góðum fjórðingi av tí, hann er í dag, og í tí høpinum hevur vanliga oljuavgjaldið ongan týdning. Fleiri fyritøkur innan oljuvinnuna máttu geva seg upp til størri og ríkari feløg, og samanleggingar og herd krøv um størri kappingarføri eru enn dagligur kostur í oljuvinnuni.
Tær stóru oljufyritøkurnar kunnu í løtuni skúma tjúkkan róma omanav, nú prísurin liggur langt omanfyri tað, tær kunnu klára seg væl fyri.
Undir slíkum umstøðum halda vit tað vera eyðsýnt at leita eftir olju við Føroyar, og føroyska samfelagið roknar sær eftir øllum at døma ein góðan bita burtur av hesum virksemi og tí inntøku, sum møguligir oljufundir her kunnu geva.
Men vit vita frá gongdini higartil, at prísurin á oljuni fer at lækka. Tøknin, størru eindirnar og kappingin geva brúkaranum støðugt lægri prísir. Bert framleiðsluavmarkingar og kappingarforðandi tiltøk kunnu eina tíð halda prísunum uppi, í roynd og veru bert til frama fyri teir, sum sita á tilfeinginum.
Lata vit okkara búskap beinleiðis ella umvegis hanga uppi í oljuprísinum, kemur hann út í stóra aldugerð. Tá oljuframleiðandi londini semjast um at avmarka framleiðsluna, floymir peningastreymurin inn í landið, sum ikki veit, hvar peningurin skal goymast. Men semjan er viðbrekin, og eftir stuttari tíð eru vit í aldudalinum.
Oljuvinnan sum slík skapar ikki støðufesti í føroyska búskapinum.., men hon kann verða okkum ein dygg lopfjøl.
Sum longu nevnt hava stóru prísføllini og harða kappingin í oljuvinnuni skapt risastórar kappingarførar eindir, har einans teir dugnaligastu og best riknu fyritøkurnar hava yvirlivað. Hesar fyritøkur fara ikki at solla við peninginum, bert tí at prísurin eina tíð er høgur. Tær brúka stóra eykavinningin til at tryggja sína framtíð enn betri við at vinna nýggja vitan og fáa sær part í nýggjum møguligum oljuleiðum.
Summar av hesum fyritøkum vita av royndum, at samstarv við og menning av fyritøkum á staðnum loysir seg í longdini, meðan aðrar halda seg til kent samstarv við fyritøkur í øðrum londum, annaðhvørt tí tær halda seg vera so sterkar ella virka við stytri framtíðarætlanum.
Hvussu vágilig vinnulig luttøka í oljuleiting og oljuútvinning enn kann tykjast, gevur luttøkan bestu menningarmøguleikar fyri føroyskar fyritøkur, sum vilja virka sum veitarar og undirveitarar her. Krøvini fyri at sleppa upp í part eru strong, tá tað snýr seg um orðhaldni, góðsku, umhvørvisvernd og arbeiðaravernd, og sloppin upp í part er hvør dagur ein avbjóðing at gera títt besta og eitt sindur afturat. Megnar tú ikki tað, ert tú skjótt uttanfyri aftur.
Hjá dugnaligum fyritøkum er ágóðin at vera uppi í ikki lítil, og umframt eina betri og meira kappingarføra fyritøku, sum við dugnaligum fólki kann fara inn í enn meira spennandi vinnur, liggur væl eftir til at styrkja fyritøkuna. Men bert hjá teimum dugnaligu.
Tað ganga fleiri ár ímillum, at føroyskar fyritøkur fáa kansin at taka av slíkum avbjóðingum, og lítið skal til, áðrenn tær gleppa okkum av hondum. Í hesum avbjóðingum liggur lopfjølin til eina spennandi framtíð hjá føroyskum fyritøkum og teimum, sum starvast har, um tær fáa møguleikan at taka av avbjóðingunum og síðan tora at gera tað.
Tí má kravið til nýggju loyvishavararnar um føroyska vinnuliga luttøku ikki verða linkað, og ongar tænastuveitingar, sum kunnu verða veittar í Føroyum, eitt nú á hátøkniliga og kunningartøkniliga økinum, mugu verða loyvdar veittar úr Danmark, Noregi ella Skotlandi bert við tí grundgeving, at har finst longu ein vælútbygd serkøn tænasta. Tann serkøna vitan, sum kann sleppa at virka í Føroyum, leggur meira til virkis- og samfelagsmenningina her enn allar møguligar oljuinntøkur, hvussu stórar hesar enn eru.
Kann vera at onkrir av loyvishavarunum halda lítið um hesa avbjóðing aktivt at geva føroyskum fyritøkum og samfelagi møguleikan at nýta nýgivnu loyvini sum lopfjøl inn í eina kravmikla hátøkniframtíð. At teir halda hetta vera ein kravmikil eykakostnaður, tí hann krevur veruligan áhuga heldur enn bert orð og lættar gávur. Men teir frægastu skilja og virða avbjóðingina. Tað mann í longdini fara at vera teimum ein fyrimunur.










