Argja skúli

8. december 1988 var kommunuval um alt landið. Dagin fyri stóð henda lýsingin í Sosialinum:

Regin av Steinum

valevni fyri Tjóðveldisflokkin til býráðið



»Útbjóðing. Vegna Argja Kommunu verður jørðarbeiði í samband við útbygging av Argja skúla hervið boðið út alment. Arbeiðið umfatar útgraving og planering. Arbeiðið er ætlað at byrja medio februar 1989.

Síðsti dagur at biðja um útbjóðingartilfar er fríggjadagin 06.01.1989 hjá P/F Trónda Fuglø M. A. A. móti veðhaldsgjaldi upp á 1.000,-, sum verður at flyta á konto 440.344.9 í Føroya Banka ella at senda sum krossaður kekkur, áðrenn útbjóðingartilfairð verður útflýggjað.

Seinasta freist at seta fram spurningar í sambandi við útbjóðingartilfarið er fríggjadagin 20.01.1989.

Tilboð verða latin Argja Kommunu í afturlatnum brævbjálva merktur útbygging av Argja skúa í seinasta lagi fríggjadagin 27.01.1989 kl 14, har tey tá verða upplatin.

Bjóðandi kunnu vera hjástødd við upplating«

Undirskrivað P/F Tróndur Fuglø arkitektur M.A.A.


Eftir valið hoyrdist ikki eitt kis um nakra útbygging, og nú eru næstan 12 ár liðin, og einki gjørt. Jú, sum ein neyðloysn vóru tvær stovur bygdar við fótbóltsvøllin, men tað var so skjótt, so vóru tær tiknar til frítíðarskúla. Síðani hevur skúlin hjálpst við ?fyribilsloysnir?, sum eru vorðnar varandi loysnir, men nú fer ikki at bera til longur. Her kann nevnast, at eitt nú serstovur verða nýttar til vanliga undirvísing osfr. Trongu karmarnir hóska ikki á nakran hátt til eitt nútímans skúlaumhvørvi, og øllum kunnugt er væl skúlaður ungdómur framtíðin.

Bygdin veksur og harvið eisini barnatalið. Vit skulu minnast til, at skúlabygningarnir eru einki broyttir síðani síðst í sjeyti árunum, tá ið niðari skúlin, Nýggi skúli, var tikin í brúk. Tá var skúlin ætlaður til ein vanligan bygdarskúla, men síðani er eisini framhaldsdeild, 8. ? 10. flokkur, komin afturat.

Minnist meg rætt, var útbyggingin mett til einar 18 ? 20 mill. kr.

1. sept. í ár vóru 17 skúlaflokkar og 332 næmingar í Argja skúla.

Saman við barnaansingini er útbyggingin av skúlanum tey mest átrokandi málini fyri búsetingina og trivnaðin á Argjum, men onnur stórmál - eitt nú ringvegurin og bátahylurin ? hava sjálvandi eisini stóran týdning fyri bygdina.