Men tað er fiskurin, sum er grundarlagið, og tí snúgva hesar hugleiðingarnar seg, umframt um sjálva kommununa, um tann partin av lívinum har norðuri. Fólk og pengar Tá bygdirnar Skálatoftir, Strond, Ánirnar [...] á at arbeiða í Klaksvík og so har eg komi frá, helt ein fyri, sum til fyri stuttum hevur ferðast norður til Klaksvíkar til sítt dagliga yrki. Og hann útgreinaði: ? Í Klaksvík kennist tað sum øll upp á [...] eina kommunu fyri seg sjálva, var samlaða fólkatalið í teimum umleið 620. Í dag knappast fólkatalið um tey 4.800. Fyrsta skattaálíkningin í Klaksvíkar kommunu var 4.342,97 krónur, og av hesum rindaði ein
fullari ferð er á veg aftur í næstbestu deildina, og um gongdin verður, sum hon hevur verið fyrsta triðingin av kappingini, og tað vil fyrst og fremst siga, um spælararnir í B36 megna at halda dampinum uppi [...] Vágbingar minkaðu um munin til 3-2 við málum eftir 38 og 62 minuttir, men so var tað at Kristian Poulsen slerdi til aftur. John Eystberg, sum tykist vera gliðin úr 1. deildar hópinum, minkaði um munin, men tá [...] tíggju minuttir. Fýra minuttir restaðu, tá B71 minkaði um munin til 3-2, teir royndu at leggja trýst á, men gestirnir riðu stormin av og skundaðu sær norður til Skopunar fyri at sleppa við bátinum. Úrslit: VB-B68
á borðið um ymisk viðurskifti, sum hon var vorðin samd við Fíggjarmálaráðið um. Uppskotið hjá Kristinu Háfoss og Dennisi Holm fekk ikki eitt bein at ganga á, tað bleiv knúlvað niður og norður, og har, [...] Roðanum, vælskipaða samtakið, sum grannakommunurnar við Skálafjørðin eru gingnar saman um. Ongin avtala er enn undirskrivað um eldraøki í sambandi við útleggingina frá landi til kommunur, og tað tykist ikki, [...] eisini fyrsta punktið í uppskotinum. Tí sum tað stendur: Semja er tí um, at 5-ára játtanarkarmar, ið árliga verða samtyktir, skulu fevna um yvirskipaðan rakstrarvøkstur og yvirskipaðan íløgukarm fyri land
Søgan um Friðriku og samlivan, Jóhan Kristiansen, er ikki heilt vanlig. Talan er ikki um mannin, ið finnur sína hjartans kæru uttangarðs, tekur undir armin á sprundið sínum, og leiðir tað inn um egnar [...] vitja og at fáa vitjan. Um summarið er eingin trupulleiki. Tá koma so at siga øll til Gjáar at vitja. Og Fríðrika nevnir Gjáar bygd eitt paradís um summarið. Vanligt er at fara norður í Ambadal í føgrum veðri [...] Men, sigur Friðrika, neyðugt er, at viljin at nøra um bygdalív og útjaðara er í fólkinum. Hetta fram um øll møgulig politisk stig, sum tosað verður um. Persónligur hugur er alneyðugur í hesi stremban, sigur
søguna um Frelsunarherin. – Roynt hevur verið at fáa tað mesta við, men tað er ógjørligt at fáa alt við, sigur Njál Mackay Djurhuus og leggur afturat: – Tí vil eg eisini biðja um fyrigeving, um onkur [...] soleiðis, sigur Njál um uppgávuna. Hóast Njál Mackay Djurhuus er farin væl um pensjónsaldur, so er hann framvegis sera virkin í Frelsunarherinum í Oslo. Arbeiðið við søguni um føroyska Frelsunarherin [...] sum er at finna um Frelsunarherin, bæði í skjalagoymslum í Føroyum, Keypmannahavn, Oslo, Reykjavík og London. Fleiri túsund síður bleiv tað til. – Men minnisbøkur snúgva seg ov ofta um deyð menniskju
tosa um, at Kristina skuldi koma norður at vitja okkurt vikuskiftið. Tey búðu á hvør síni oyggj, so tá vikuskiftið upprann, fór Kristina glaðbeint avstað. Mamman var ikki heilt trygg við tankan, um at lata [...] Kristina, var sjálvandi beinanvegin fullgreið yvir, hvat hetta snúði seg um. Men Kristina helt áfram at nokta, at talan var um neyðtøku. Í fyrsta umfari fekk systirin ikki so nógv úr henni, men dagin eftir [...] hon klárt og týðiliga, at her var talan um neyðtøku. ? Tað var fyrsta ferðin, at eg lovaði mær sjálvari at hugsa, at tað var neyðtøka. Og eg veit eisini, at um systur mín ikki hevði spurt, so hevði eg
fantastiska vakrir túrar í dýrdarveðri, bæði í sól um dagarnar og í mánalýsi um næturnar, sigur Jonhild. Ein øgiligur lætti Hon fegnast sostatt almikið um, at Hovstunnilin nú er komin. - Eg fari kanska ikki [...] fylgja henni í nógv ár. Er tað nakar, sum er fegin um, at Hovstunnilin nú er liðugur, er tað hon. Tey munnu vera ógvuliga fá, sum hava koyrt so leingi um Hovsegg, sum Jonhild Bech. Hon er sjúkrarøktarfrøðingur [...] Røktarheimi og øll hesi árini hevur biltúrurin upp um Hovsegg til og frá arbeiði verið ein fastur táttur í hennara gerandisdegi. - Tað hava verið nógvir túrar um Hovsegg tilsamans og tað hava eisini verið nógvir
lágmark Seinni um kvøldið, tá eg hugdi at Degi og Viku umvegis interntið, sá eg har eitt innslag um spæliplássið Undir Brúnni. Her válkar sjónvarpsmaðurin sær í meira ella minni ósannleikum um ætlanina av [...] Johannesen frá Sjónvarp Føroya at spyrja um spæliplássið hjá barnagarðinum undir Brúnni. Hann vildi hava at vita, hví gravimaskinur stóðu og gravaðu inni á barnagarðsøkinum. Um eg ikki hevði sagt fyri góðum ári [...] til ein endaligan dispositionsætlan at leggja fyri nevndina. Um nevndin góðkennir ætlanina, verður farið undir at liðugtprojektera. Avtalan um at lata grannunum ein skurð gjøgnum økið (avtalað á fundi 26
hann til, hvussu vit fara um livandi tilfeingið sum heild, har fiskastovnar verða ov hart troyttir. Søguna, sum Tim Seve-rin segði frá í Norður-landahúsinum um Hvíta hvalin og um veiðufólkini har eysturi [...] ferðir, men spurningurin er, um hann hevur stundir til tess. Um hann sleppur frá sínum mongu uppgávum. Eg havi skilt, hann er vorðin sera kendur og nógv umbiðin, so eg veit ikki, um Tróndur fær tikið sær tíð [...] kunnu samstarva eins væl í nýggju øldini sum í tí undanfarnu. Tað veldst so um, hvørjar stundir hann hevur, og sjálvsagt eisini um, hvørji evni og øki eg fari at velja at gera nakað burtur úr. Tim Severin
ÍF hevur ligið fram ímóti plássinum, sum ber kvalifikatiónsdyst um rættin til at spæla í 2. deild við sær. Men hesaferð taptu teir á Svangaskarði, og nú er gloppið upp til sannførandi oddaliðið so mikið [...] at teir gingu við til, at dysturin vardi tvær ferðir 40 minuttir, tí klaksvíkingar vildu sleppa norður aftur við fyrra fartinum. Fyrra málið kom tíðliga í 2. hálvleiki, tá Henrik Juul, sum annars plagar [...] torført at finna dómara. Gøtumenn góðtóku, at ein vágbingur dømdi. Avrikið annars kunnu vit ikki meta um, men tað er hugstoytt, tá dómarar ikki syrgja fyri at útfylla dómaraseðilin. Hetta kemur tíbetur ikki