Heðin Mortensen, býráðslimur, Í løtuni staddur í arbeiðsørindum í New York
???????????????????????????????????????????????????????????
Mánamorgunin klokkan 8.45, New York-tíð (klokkan 13.45 í Føroyum), ringir John Johannesen frá Sjónvarp Føroya at spyrja um spæliplássið hjá barnagarðinum undir Brúnni.
Hann vildi hava at vita, hví gravimaskinur stóðu og gravaðu inni á barnagarðsøkinum. Um eg ikki hevði sagt fyri góðum ári síðan, at onki skuldi gravast har.
Av góðum grundum kundi eg ikki uppá standandi fót svara einum so konkretum spurningi, staddur so langt heimanífrá.
Hann vildi nú sjálvur fara at kanna málið nærri, og síðani skuldi hann venda aftur til mín. Vit avtalaðu at hann ringdi ella sendi sms-boð.
Men tann, sum hvørki ringdi ella sendi sms-boð, var tíðindamaðurin í Sjónvarpi Føroya, John Johannesen.
Undir alt lágmark
Seinni um kvøldið, tá eg hugdi at Degi og Viku umvegis interntið, sá eg har eitt innslag um spæliplássið Undir Brúnni. Her válkar sjónvarpsmaðurin sær í meira ella minni ósannleikum um ætlanina av Berjabrekku 3.
Í innslagnum vórðu eitt nú send gomul klipp, sum ikki eru aktuell í dag, tí broytingar og ætlanir um útstykkingina er farnar fram og hava ligið frammi hjá almenninginum til støðutakan.
Tað sær út til, at meira óseriøs tíðindini eru, jú betur er hjá tiðindamanninum ella Sjónvarp Føroya. Ein fekk so ikki nakran møguleika at gera viðmerkingar til sendingina.
Hetta slagið av tíðindaflutningi hjá Sjónvarpi Føroya eru vit øll noydd at gjalda fyri - enntá við hækking í sjónvarps-gjaldinum. Sig so, at vit ikki búgva í einum fríum landi!
Hesin tíðindaflutningur í Degi og Viku mánakvøldið var undir alt lágmark, har ikki allir partar í sakini fingu møguleika at hoyrast, men kanska var tað eisini ætlanin við hesum?
Býtt um øki
Fyri góðum árið síðani kom undirritaði og gjørdi greitt, at tað ikki var rætt at taka av spæliplássinum hjá barnagarðinum, og tað standi eg framvegis við í dag. Men sum ein kann lesa frá fundarsamtyktum í býráðnum, eru reguleringar farnar fram, so at nýggjar tekningar og ætlanir fyriliggja fyri økið.
Samtyktin í býráðnum 30. januar 2003 sigur heilt greitt, hvussu viðurskiftini skulu vera. Høgni Mikkelsen fær eitt øki vestaru megin dagstovnin ímóti at lata eitt líka stórt økið til spælipláss, sum liggur niðan ímóti stovninum, og kommunan skal flyta spælihúsini einar 14 metrar longur niðan móti barnagarðinum. Her verður pláss hjá teimum at standa upp at ánni.
Barnagarðurin fær líka stórt ella størri øki til spælipláss og húsini verða flutt hareftir. Tað tekur tíð at gera hesar reguleringar og flytingar, men tá ið alt er liðugt, fær barnagarðurin eitt stórt og gott spælipláss.
Hesar ætlanir eru allar gjørdar, eisini í samráð við umsitingina av barnagarðinum. Men her er onkur sum vil skapa óneyðugt rumbul í.
Verjir børnini
Sum eg skilji, hevur arbeiðstakarin hjá Høgna Mikkelsen, Articon, sett eitt hegn upp, so at børn ikki skulu koma inn á arbeiðsplássið. Hetta hegn er sett 3-4 metrar nærri barnagarðinum, enn endaliga hegnið kemur at standa. Hetta er gjørt fyri at verja børnini ímóti maskinunum, sum koma at arbeiða har. Hegnið er eisini sett upp í samráð við leiðsluna á barnagarðinum.
Í løtuni fái eg av góðum grundum ikki gjørt meira við málið, staddur í New York, so tað má bíða til eg eri komin heimaftur. Vísi annars til gongdina í málinum niðanfyri.
Gongdin
Víst verður til niðanfyri gjøgnumgongd og samtyktir í málinum... Hetta er fyri alt økið og barnagarðin. Ikki lætt at skilja hetta sundur, tí alt er tengt at hvørjum øðrum.
Berjabrekka - 3. byggistig
Byggi- og býarskipanarnevndin 19. juni 2002:
Nýggjar tekningar eru móttiknar 12. juni 2002, og hesar vóru lagdar fram á fundinum.
Eftir áheitan samtykti nevndin at hava fund við eigarafelagið og grannarnar.
Uppískoyti:
Fundur hevur verið við eigarafelagið undir Brúnni og næstu grannar tann 25. juni 2002.
Samtykt at eigarafelagið undir Brúnni skal kunnast um gongdina í málinum framyvir.
Tilmæli:
Tekniski stjórin mælir til
?at taka undir við broyttu verkætlanini (tekn. lagdar fram á byggi- og býarskipanarnevndarfundi 19. juni 2002).
?at byggisamtyktin verður broytt sambært hjáløgdu tekning, soleiðis at økið kemur undir umráðispartin A3, og
?at ein serætlan verður gjørd fyri økið Berjabrekka 3... byggistig við ásetingum, sum í mesta lagi loyva slíka bygging, sum ætlanin er at byggja, sambært verkætlanini hjá s/pf Høgna Mikkelsen, (t.v.s. kjallara + 2 fullar hæddir + lága reising) sí hjálagt skurðtekning.
Byggi og býarskipanarnevndin 10. juli 2002:
Samtykt at taka undir við tilmælinum hjá tekniska stjóranum.
Eisini samtykt, at umframt tey 1,5 parkeringsplássini fyri hvørja íbúð, skal útstykkingin luttaka í felags parkeringsplássi fyri alt økið.
Endaliga projektið og serætlanin fyri økið verður at leggja fyri nevndina aftur.
Uppískoyti:
Aftaná fund við umsitingina 19. august 2002, hevur HMP-consult, vegna Høgna Mikkelsen Sp/f, gjørt uppskot til ein endaligan dispositionsætlan at leggja fyri nevndina.
Um nevndin góðkennir ætlanina, verður farið undir at liðugtprojektera. Avtalan um at lata grannunum ein skurð gjøgnum økið (avtalað á fundi 26. juni 2002), verður gjørd, tá endalig avgerð et tikin um dispositionsætlanina.
Í projektinum er tikið hædd fyri ásetingunum um 1.5 parkeringspláss pr. íbúðareind.
Hetta er komið ílag, við at Høgni Mikkelsen sp/f letur eitt øki, móti at fáa øki eitt annað stað (sí mynd).
Spælihúsini, sum hava verið á lofti í samband við hetta mál, eru staðfest at liggja inni á ognini, sum er seld Høgna Mikkelsen sp/f, og noyðast tískil at flytast. Hetta kann tó væl lata seg gera!
Húsini verða flutt 10-15 metrar norður um markið hjá Høgna Mikkelsen sp/f. Her er pláss hjá teimum at standa upp at ánni (sí tekning).
Tilmæli:
Tekniski stjórin mælir til:
?at dispositiónsætlanin verður góðkend.
?at ognarviðurskiftini verða broytt samsvarandi tekning nr 01, dagfest 21. august 2002, sum gerðabýti, og at endarligu víddirnar verða reguleraðar, tá matrikuleringin er farin fram.
?at dagstovnurin undir Brúnni fær nýtslurættin til økið, sum liggur millum stovnin og økið til sp/f Høgna Mikkelsen, sambært tekning 01, dagfest 21. august 2002, og at kommunan flytur spælihúsini inn á hetta økið.
Fundur við eigarafelagið og barnagarðin verður mánadagin 2. september 2002.
Byggi- og býarskipanarnevndin 4. september 2002:
Nevndin samtykti at góðkenna dispositiónsætlanina, tekning nr. 01, dagfest 21. august 2002 og signerað á fundinum 4. september 2002, og um ásetingarnir fyri økið verða broyttar til A3, skal serætlanin fyri økið ikki loyva hægri bygging enn fyri A1 økið.
at mæla býráðnum til at broyta ognarviðurskiftini, soleiðis at tey eru í samsvari við støðumyndina, tekning nr. 01, dagfest 21. august 2002 og signerað á fundinum 4. september 2002.
at mæla býráðnum til, at dagstovnurin undir Brúnni fær nýtslurættin til økið, sum liggur millum stovnin og økið til sp/f Høgna Mikkelsen, sambært tekning 01, dagfest 21. august 2002, og at kommunan flytur spælihúsini inn á hetta økið og ber kostnaðin av hesum.
Býráðið 5. september 2002:
Meðan hetta mál varð viðgjørt, fór Høgni Mikkelsen av fundi.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu at taka undir við tilmælunum frá byggi- og býarskipanarnevndini tann 10. juli 2002 og 4. september 2002.
Uppískoyti:
Uppskot til broyting av byggisamtyktini, har partur av A1 økinum skal broytast til A3 øki, hevur ligið frammi alment í ásetta tíðarskeiðinum. Eitt mótmæli er móttikið, dagfest 27. november 2002, j.nr. 200202860-1. Mótmælið verður lisið upp á fundinum.
Mótmælið snýr seg í høvuðsheitinum um, at byggingin í økinum skuldi bera dám av lágari bygging og skuldi verða til so lítlan ampa sum møguligt fyri grannarnar.
Til hetta er at viðmerkja, at ætlanin hjá sp/f Høgna Mikkelsen er í samsvari við tað góðkendu Berjabrekku 3 ætlan frá 1985, hvat viðvíkur vídd, tal av íbúðum og hædd. Tvørskurðurin er tann sami sum í verandi Berjabrekku. Samlaða hæddin á rekkjuhúsunum verður ikki hægri enn hæddin á einum sethúsum við kjallara, miðhædd og innrættaðum lofti, har trimpilin er 125 cm.
Síðani verður í mótmælinum átalað, at ognin ikki er boðin út í almennari sølu, og at víddin á A3 økinum er ríkiliga stór.
Tilmæli: Tekniski stjórin mælir til at halda fast við samtyktina frá 4. september 2002 og at mæla býráðnum til at góðkenna samtyktina frá 4. september 2002.
Byggi- og býarskipanarnevndin 27. januar 2003:
Mótmælið, dagfest 27. november 2002, j. nr. 200202860-1, var lisið upp og viðgjørt á fundinum. Eisini var skriv frá Eigarafelagnum undir Brúnni, dagfest 4. september 2002, j. nr. 200201267/5, lisið upp og viðgjørt.
Ein meiriluti, Heðin Mortensen, Sjúrður Olsen, Jákup Suni Joensen og Schumann Hjaltalin, tekur undir við tilmælinum frá tekniska stjóranum.
Ein minniluti, Jógvan Arge, tekur støðu á býráðsfundinum.
Eisini vísir nevndin á, at umsitingin eigur at vísa aftur teimum pørtum í skrivinum, sum sambært umsitingini ikki er í samsvari við veruleikan.
Býráðið 30. januar 2003:
Meðan hetta mál var viðgjørt, fór Høgni Mikkelsen av fundi.
Fyrst var atkvøtt um minnilutauppskotið frá Jógvani Arge um at samtykkja, at málið gongur umaftur frá 4. september 2002, tá borgararnir í skrivi, sum ikki var kunngjørt nevndini og býráðnum, gjørdu vart við, at teir ikki høvdu fingið lyfti síni uppfylt.
Fyri atkvøddu Leivur Hansen, Jógvan Arge, Hildur Eyðunsdóttir og Elin Lindenskov.
Ímóti atkvøddu Jan Christiansen, Heðin Mortensen, Jákup Suni Joensen, Bjarti Mohr, Schumann Hjaltalin, Sjúrður Olsen og Beate L. Samuelsen.
Minnilutauppskotið fall sostatt við 4 atkvøðum fyri og 7 ímóti.
Síðan var atkvøtt um næsta minnilutatilmælið frá Jógvani Arge um at taka mótmælið hjá grannunum móti broytingini í byggisamtyktini til eftirtektar.
Fyri atkvøddu Leivur Hansen, Jógvan Arge, Hildur Eyðunsdóttir og Elin Lindenskov.
Ímóti atkvøddu Jan Christiansen, Heðin Mortensen, Jákup Suni Joensen, Bjarti Mohr, Schumann Hjaltalin, Sjúrður Olsen og Beate L. Samuelsen
Minnilutauppskotið fall sostatt við 4 atkvøðum fyri og 7 ímóti.
At enda var atkvøtt um meirilutasamtyktina í byggi- og býarskipanarnevndini.
Fyri atkvøddu Jan Christiansen, Heðin Mortensen, Jákup Suni Joensen, Bjarti Mohr, Schumann Hjaltalin, Sjúrður Olsen og Beate L. Samuelsen.
Eingin atkvøddi ímóti.
Meirilutasamtyktin var sostatt samtykt við 7 atkvøðum fyri og ongari ímóti.