støðuni byrjaði spælið hjá Drátti so spakuliga at falla sundur. Farið var yvir til at lobba og koyra bóltin yvirum við fingraslagnum, og tá er deyðin vísur, tá ein leikar ímóti Mjølni. Tí her hava tær sína [...] Nordendal og Sólgerð Henriksen buldraðu bóltin í gólvið á miðjuni. Ja, tær vóru landsliðsevni, nú skjótt verður farið til Oyggjaleikir. Dráttur kom skjótt framum í fyrsta settinum 12-5, og hesin munurin var [...] mugu hevast har teir vera vunnir. Liðini møtast aftur um 14 dagar í Klaksvík til landskappingardyst, men eisini 17. februar í steypafinaluni. Og tá er ikki pláss til nervar.
fyri uttan at rætta hond frá síðu. Nú vit eru komin langt inn í 2003, so góðu Jenis og Høgni, latið fólkaatkvøðuna 14. september 1946 koma til sín rætt í 2003, alt annað er svik og falsan. Latið so 14. september [...] ferðir verri hevði verið, um loysingin ikki hevði vunnið valið 14. september. Føroya fólk hevur nógv at takka okkum, sum nú eru goymul, ið valdu loysing 14. september 1946. Um tann ólukka hevði hent, at [...] Danmark 14. september 1946. Nú eri eg 84 ár. Øll hesi mongu ár havi eg einki annað sæð uttan falsan og svik. 1948 kroystu danir og afturhaldið í Føroyum eina heimastýrislóg niður yvir okkara heysar, og Andrass
Hóast vit helst altíð hava havt varhugan av, at so er, er tað ikki fyrrenn nú, at tølini koma á borðið. Og hesi tøl eru ikki hugnalesnaður.Spurningurin er so hví? Hvat ger, at vit ikki fáa fólk okkara heimaftur [...] aftur til Føroya? Tað royna aðrar kanningar nú at svara uppá. Tað er vanligt hjá føroyingum at leita sær av landinum at nema sær útbúgving. Serliga tá talan er um longri hægri útbúgvingar, fer størri parturin [...] útbúgving. Men hetta gerst ein vansi, um vit ikki fáa nóg stóran part av hesum heimaftur á klettarnar og tað er tað sum er støðan í dag. At menna Føroyar til ein vitanarbúskap er krevjandi, og tað krevur starvsfólk
hava vit borað holini, og nú er skipanin í gongd allastaðni, har hon er sett upp, sigur Petur Egholm, ið hevur gjørt arbeiðið við berghitanum. Nú er arbeiðið komið so mikið langt, at kannast skal, hvussu [...] Talan er um yvir tíggju hol, harav seks veita hita til Jarðfeingi. Hini eru spreidd kring landið. Tey eru á keiini í Havn, hjá tannlæknanum á Óðinshædd, á Tvøroyri og í Sandavági. Talan er um bæði vi [...] Tá talan er um virkir er tíðin styttri, tí har er orkunýtslan størri, og fleiri hol vera gjørd til somu skipan, fortelur Petur Egholm. Hann leggur afturat, at ein annar fyrimunur við berghita er, at øll
Hann er fíggjarliga kraftsentrið, har livistøðið er hampiliga gott. Fólkatalið her er ein knøpp millión. Landið er stórt, og vegakervið er so sum so. Kortini er busssamband um alt landið. Har er ofta [...] liggur, er slumm við stórum fátækradømi. Hetta er uppi í fjøllunum í 4-4.500 metra hædd. Tey síggja beint á fjallið Illimani, sum er 5-6.000 metur høgt, og her er bæði vakurt og stórsligið. Her er luftin [...] liggur um níggju milliónir, sum fyri tað mesta er blandingur av spaniólum og indianarum. Spanskt er høvuðsmálið, men annars eru eini 50 mál, sum verða tosað av ymiskum fólkabólkum. Tey flestu er katolikkar
tunlinum er ikki einans ein spurningur um kilometratal ella tíðarnýtslu, men eisini um heildarkostnað fyri koyringina. Best hevði tó sjálvandi verið, um einki brúkaragjald var á hesum teininum yvirhøvur [...] komið til sín rætt. Sum nú er er hetta økið stórliga afturútsiglt, men við einum tunli yvir á Kollafjørð vil hetta sólríka og vakra økið sannlíkt fara at uppliva vøkstur. Er tunnilin fyri alt norðurøkið [...] farleið millum Strendur og Runavík. Sum nú er fer munandi meiri menning fram á eystara armi á Skálafjørðinum enn á vestara armi. Um tunnil gekk frá vestara armi yvir á Kollafjørð, hevði hetta styrkt lan
, og segði, at tað nú var farið so langt út um ásettu tíðina fyri at svarini skuldu verða givin, og at eg var sera misnøgdur við ta viðferð, ið eg hevði fingið. Eisini spurdi eg, um nakað var galið við [...] Ragnari í Vík. Hon hevur nú skrivað Ragnari 3 nýggj løg og ætlar hann at gera eina stakfløgu við hesum løgum, um møguleiki verður fyri hesum. Pólland hóast alt Ragnar í Vík er nú farin at leita eftir stuðlum [...] hugsast, at øll upphæddin fór til ein persón, - og um ikki, so bleiv her ikki talan um at býta í smálutir, sum tað so ofta verður gjørt. Sjálvandi gleddist eg yvir hetta stóra stig, sum Norðoya Sparikassi hevði
Tað er langt síðan og tíðir broytast. At hjúkla um smáar aktørar er júst ein av góðu yvirskriftunum í nýggja álitinum um ferðavinnu í Tórshavnar kommunu. At menna tað smáa, sum ikki rennir okkum um koll [...] har Hilton við matstovuni Hallartún um somu tíð sum Brandan lat upp longur uppi við útsýni oman í Hoydalar, og nýggjasta her uppi er ølbryggjumatstovan Oy, ið nú er komin í gongd sum eitt nýtt kontinentalt [...] fram og er ein veruleiki úti um landið. ##med4## Hotellið Brandan og matstovan Húsagarður hava limaskap í Green Key eins og Norðurlandahúsið, uttanfyri ringvegin. Um grøni felagsskapurin er týdningarmiklari
spurningin, um hvar hann væntar at skúlin verður um tíggju ár. - Um tíggju ár, so síggi eg fyri mær ein stóran fysiskan skúla við fleiri lærarum, ið eru løntir fulla tíð, og ein skúla, ið er kendur langt út um [...] konstruktivt seinni í lívinum. Talan er um ein heilt nýggjan skúla, ið Guðmundur Joensen nú skal standa á odda fyri. Higartil hevur skúlin ongar næmingar, og tað er avmarkað hvørji karmarnir eru og hvussu [...] bjóða. Ætlanin er eisini at hava ein dag í summar, har fólk kunnu koma og vitjan ítróttarháskúlan, og royna hvussu ein dagur er á skúlanum. Samrøðan við Føroya nýggjast skúlaleiðara er um at enda, tá hann
tað er ov langt millum rúsirnar. - Eg eri nokk vorðin meir sjálvkritisk við árunum. Tí er upplivingin av, at skrivingin mest sum bara flýtur av sær sjálvum, eisini vorðin meir forkunnug, sjálvt um eg framvegis [...] havi altíð ivast í, um nakar dugur er í tí, eg skrivi. Í so máta hevur M.A. Jacobsen virðislønin givið mær frið í sálina til at halda fram, sigur hon, men undrast kortini framvegis yvir, at tað júst gjørdist [...] luftini. Søgan um gentuna er bert eitt av mongun smáum brotum í eini frásøgn sum vísir, hvørjar avleiðingar ymisk kor í uppvøkstrinum kunnu hava á vaksna lívið. Og Sólrún Michelsen dylur ikki yvir, at søgurnar