ið vit líta aftur um bak til árini, sum okkum untist at hava saman við honum. Løturnar har vit í álvarsemi tosaðu um lívið, ið lá fyri framman, um avbjóðingarnar vit vildu royna og dreymarnar, vit høvdu [...] hava felags upplivingar hevði størri týdning enn tey stóru orðini. Lestrarárini har vit altíð høvdu tætt samband, hóast vit búðu langt frá hvørjum øðrum. Hugnaligar løtur saman við familjum okkara, har børnini [...] og at tað, sum tú gavst, livir víðari og blómar. Takk fyri árini, vit fingu saman, og Harrin styrki tíni nærmastu. Við hesum lýsa vit frið yvir minnið um vinmannin Dalla. --------------- Torkil og Zakaris
heilt serligt. Hon var nærverandi, lívsglað og mild, og tit vóru altíð í hennara tonkum. Vit sakna hana eisini og vildu ynskt at tykkum og okkum untist longri tíð saman við mammu tykkara. Ærað veri minni um [...] teimum ráðgeving í ymiskum viðurskiftum, tí hon hevði lætt við at tosa og koma í samband við fólk. Vit sum arbeiddu saman við Beintu, sakna okkara góða starvsfelaga og góða vin. Hon var stillfør, tolin
Leygardagin 30. januar vóru vit stór mannfjøld, sum fylgdu Arna til gravar frá Hoyvikar Kirkju - hendan vakra kalda vetrardag við einum kavakløddum Føroyum. Stóra mannafjøldin, sum var møtt at fylgja í [...] í hesum koronatíðum, bar boð um, at nógv vóru, sum vildu vísa Arna eina seinastu heilsan og virðing. Tað fara nógvir tankar gjøgnum høvdið, meðan mann situr i kirkjuni og minnist aftur á øll tey árini [...] tað aftur Arne sum aðalstjóri í Vinnumálaráðnum, sum ynskti mær vælkomnum og gjørdi mær greitt, at vit vóru í slekt báðir. Arne var fyri meg ein einastandandi góður aðalstjóri. Sera nærlagdur og evnaríkur
førleikar Johan Djurhuusar komu til sín rætt og gjørdu sítt gagn. Tað nívdi hann, tá politikkarar ikki vildu geva fyrisitingini tær umstøður, ið skuldu til fyri at kunna fylgja við í tí skjótt vaksandi samf [...] 1965-74 og limur í setursráðnum 1974-84. Fróðskaparsetrið var eitt av hjartamálum Johan Djurhuusar. Vit minnast í tøkk hann sum ein av undangonumonnunum, ið løgdu lunnar undir ein føroyskan lærdan háskúla [...] saknurin hjá konuni Esther, børnum og abbabørnum, og tankar okkara leita í samkenslu til teirra, nú vit minnast og lýsa frið yvir háttvirda Johan Djurhuus. Edmund Joensen, løgmaður
fingið nakað at eta ... døgurða ... náttura”. Hetta vóru at kalla síðstu orðini frá mammu – orð, sum vit so ofta høvðu hoyrt áður. Hon hevði eitt ómetaliga stórt umhugsni og stóra umsorgan fyri okkum og øllum [...] hevði ábyrgd innanveggja, meðan Andrew mest hevði ábyrgd uttanveggja, men tað sýntist sum um, at tey vildu kappast at geva hinum partinum tað besta og tæna hvørjum øðrum á bestan hátt. Tað sást aftur á húsunum
tær. Tí kalendaranum kunnu vit als ikki stýra her, so gjarna vit enn vildu viska út navnið á tær. Ei longur eg hoyri títt stokkaklirr, ei longur eg hoyri tín sang, ei longur vit síggjast her, men eg veit [...] veit, at tað bara soleiðis er, tí vit øll einaferð noyðast á eina heilt øðrvísi ferð. Tín vísdóm og tína læru eg ei hevði fingið nakra aðrastaðni. Takk fyri góð minni og alt tað, tú hevur givið mær, ið orð [...] orð ei kunnu setast á. Eg sakni teg, omma mín, men sum tú plagdi at siga, tá tað var okkurt, vit ikki kundu gera nakað við: ” Jamen, góðasta, sådan er livet!” Og lívið hevur byrjan og enda í einum ævigum
hugsaði um alt, vit vita at ein eingil tú nú er, og ansar okkum í hesari verð. Vit bestu ommu hava átt, lýsti tá vit komu inn á gátt, tú tók okkum øll inn at tær, vit sum vóru tær so kær. Vit vilja tær takka [...] okkum tú fært tú sum hevði okkara hjarta so kært, vit ei skilja tað sum hendir her, at tú ei millum okkum longur er. Omma góða tú var okkum so kær, vildu ynskt at tú vart okkum nær, men tað ein troyst hjá [...] takka fyri alt, fyri tað tú gjørdi og vart, minnini um teg vit vilja goyma, og aldri vit teg fara at gloyma. Ommubørnini og langommusonurin
kæru altíð og ofta er ringt, tá ið vit skulu skiljast. Hóast aldurin var høgur, so vildu vit, at vit høvdu tykkum at fara til altíð. Tit bæði vóru myndin um eitt hjúnarlag. Hóast tit høvdu verið saman í meira [...] væl, tá ið eg og Jógvan fyri meira enn tíggju árum síðan komu saman. Vit vóru ung og torført var hjá nógvum at skilja, at vit vildu vera saman hóast hendan unga aldur. Men, tit bæði vóru ongantíð í iva [...] okkum. Tit vóru so spent, tá ið vit fóru at tosa um húsini sum vit eru í ferð við at byggja. Spell at tit ikki fingu høvi at síggja tey meira enn á eini tekning. Men, vit sleppa ikki at hava okkara kæru
og vit tosaðu nógv um teg. Tíverri gjørdist tú sjúk av Parkinson fyri 6-7 árum síðani, og tú hevði sera torført við at góðtaka, at sjúkan broytti teg so við og við, bæði likamliga og sálarliga. Vit tosaðu [...] tosaðu nógv um, hvussu tú hevði tað ta seinastu tíðina. Vit vóru á einum máli um, at tú heilt sikkurt hevði tað gott nú, tú var sloppin burtur og hevði fingið frið. Tú hevur haft sera nógv at týða fyri meg [...] útbúgvning. Tú ringdi trúligani fyri at vita hvussu gekk. Og um eg ringdi upp, so var tú skjót at siga, at vit skuldu gevast, tí tað skuldi ikki kosta mær nakað. Sídani ringdi tú uppaftur. Og tú fortaldi vid stoltleika
einkja sat eftir við sjey børnum. Hann nevndi, at líðingarnar hjá hesumm kvinnum, sum sótu eftir kundu vit bert hugsa okkum til. Tíðirnar vóru ringar og versnandi, til fiskaprísirnir fóru í botn í 1929. At [...] Mørkøre greiddi eisini frá, hvussu tey upplivdu vanlukkuna við Acorn. Greitt varð frá hesum í samrøðunum vit høvdu við Dinnufíu Ferjá frá Gjógv seinasta ár. Aftaná røðurnar vóru kransar lagdir á gravirnar. Síðan [...] sum vóru frá eitt til 13 ára gamlir. Hetta var sjálvsagt eina sera trupul støða hjá mammuni. Fólk vildu fegin hjálpa. Tey komu ymsa staðni frá og bjóðaðu sær til at taka sær av synunum. Hin beiggin var