Sangurin, sum ljóðaði tá ið Beinta fór til jarðar, kundi ikki hóskað betur. Beinta gekk fram við góðum treysti, hóast hennara lív ikki altíð var so lætt.
Beinta arbeiddi sum serráðgevi á Barna- og ungdómsdeildini á Almannastovuni, nú hon
andaðist. Henni dámdi sera væl at arbeiða sum sosialráðgevi, tí hon brendi veruliga fyri sínum faki. Hon segði at ein av orsøkunum til, at hon fór undir útbúgvingina sum sosialráðgevi, var hennara áhugi í at hitta fólk høg sum lág, og veita teimum ráðgeving í ymiskum viðurskiftum, tí hon hevði lætt við at tosa og koma í samband við fólk.
Vit sum arbeiddu saman við Beintu, sakna okkara góða starvsfelaga og góða vin. Hon var
stillfør, tolin, klók og gjørdi ikki nógv um seg. Beinta var ein yrking, hon var fín, vøkur, sart og sterk, alt í einum. Høg og ljós, líka vøkur innan sum uttan.
Hon elskaði síni børn, Rók og Gestur ,og hon tosaði altíð um tey. Børnini vóru hennara univers, har alt sprettið frá. Tey vóru hennara fundament og tey góðu hennara lívi innihald og mál.
Góða Rók og góði Gestur, mamma tykkara var nakað heilt serligt. Hon var nærverandi, lívsglað og mild, og tit vóru altíð í hennara tonkum. Vit sakna hana eisini og vildu ynskt at tykkum og okkum untist longri tíð saman við mammu tykkara.
Ærað veri minni um okkara góða starvsfelaga.
Starvsfelagarnir á Barna- og ungdómsdeildini á Almannastovuni.