Góða omma
Tað gongur ikki ein dagur, hvar eg ikki hugsi um teg og sakni teg. Tað var serliga tungt at koma heim í Trapputún í døgunum eftir at tú var farin. Har var larmandi stilt og tómt, og saknurin eftir teg hekk tungur í køkinum. Tað var gott at vera saman vid familjuni og vit tosaðu nógv um teg.
Tíverri gjørdist tú sjúk av Parkinson fyri 6-7 árum síðani, og tú hevði sera torført við at góðtaka, at sjúkan broytti teg so við og við, bæði likamliga og sálarliga. Vit tosaðu nógv um, hvussu tú hevði tað ta seinastu tíðina. Vit vóru á einum máli um, at tú heilt sikkurt hevði tað gott nú, tú var sloppin burtur og hevði fingið frið.
Tú hevur haft sera nógv at týða fyri meg. Bæði sum barn og vaksin. Sum barn varð hvør ein summarferia á tamb hildin hjá tær og abba úti á Dímun. Roykurin av heimabakaðum breyði, køkum, og drekkamunni og minnini frá lívinum harúti, fylgja mær tann dag í dag.
Tá eg var á Dímun í summar, merkti eg onkusvegnað at tín ond er har enn og góðu minnini floyma fram. Har vóru altíð summargestir, høg sum lág, kend sum ókend, og tey vóru altíð móttikin við stórsta gestablídni. Hettar vitnað gestabøkurnar harúti, um.
Tú var sera góð vid øll tíni ommubørn, og serliga stolt var tú tá onkur hevdi gjørt okkurt ørvísi, tað verið seg ein góðan karakter í skúlanum ella eitthvørt bragd í ítrótti. Hetta læt tú okkum altíð vita, og so fall altíd eitt lítið oyra av. Tey munnu vera fá, íð ikki hava verid at kallað tvangsinnløgd, at hoyra um gullmedaljur, steyp o.a. sum onkur hevði vunnið fyri eitthvørt.
Seinni flutti eg til Danmarkar at nema mær útbúgvning. Tú ringdi trúligani fyri at vita hvussu gekk. Og um eg ringdi upp, so var tú skjót at siga, at vit skuldu gevast, tí tað skuldi ikki kosta mær nakað. Sídani ringdi tú uppaftur. Og tú fortaldi vid stoltleika og gleði í røddini smáar søgur um langommubørnini sum eru komin til tey seinastu 4 árini.
Tú stóð á høvdinum fyri at gera tað so hugnaligt sum møguligt, tá eg vitjaði heima um summrið ella í jólafrí. Onki var gott nokk til mín. Og tá tú fyrstu ferð hitti Stine, tók tú ímóti henni sum hon altíð hevði hoyrt til familjuna og tú gjørdi títt besta at tosa danskt. Eg eri glad fyri at Stine náddi at læra teg at kenna og eg kundi hildið á fram. Eg eri sera glad fyri at eg tosadi vid teg tvær ferðir í mars mánaði, heilt stutt ádrenn tú doyði. Seinastu ferðina tú ringdi, ljóðaði tú frísk og glað á málinum, tað var deiligt, og eg minnist við gleði aftur á ta samrøðuna.
Góði abbi. Tú og omma hava altíd verið nógv saman, liva saman og arbeitt saman. Og tit vildu havt tykkara 57. brúdleypsdag stutt eftir at omma fór, so saknurin eftir ommu má vera ófatuliga stórur. Omma ynskti ikki at liggja hjálparsleys, hvørki heima ella á sjúkrahúsi og heldigvís slapp hon undan. Eg eri vís í, at omma uppá ein máta ynskti at sleppa burtur, tí sjúkan gjørdist ikki betur, heldur hinvegin og tað visti hon. Omma var stolt nokk til ikki at vilja enda sínar dagar heilt hjálparsleys og pleygukrevjandi. Hettar unnaði hon ikki familjuni, og serliga ikki tær. Sjálvt um tað nokk virkar óyvirkomiligt onkuntíð, so eri eg vís í, at tad verður lættari at liva við sakninum og sorgini so hvørt. Harrin styrki teg, gódi abbi.
Hvíl í frið, góða omma.
Kærar heilsanir Eyðvør