men vaksandi trupulleiki fyri heiðafugl er, at teir ganga í leysa seyðaull, sum sløðist á traðum og í høgunum. Trupulleikin er, at fuglarnir koma í neyð av hesum, tí hon verður fløkt um beinini, og sambært [...] lesull er, at ull sløðist í náttúruni, sum annars er púra natúrligt. Men talan er um ein vaksandi trupulleika, og í hesum sambandi vísir Sjúrður Hammer á ein keðiligan tendens í Føroyum, tá tað kemur til [...] alt annað líka at gera, at meira ull kemur at sløðast í haganum, tí um seyðurin ikki verður kliptur, so endar tað í haganum, har fuglar fløkjast í tí, sigur Sjúrður Hammer. - Bøndurnir hava eina ábyrgd
tá sigur tað seg sjálvt, at færri peningur er at fara í umfar í samfelagnum. Hetta fer sjálvsagt at merkjast í øllum liðum. Fremstu fíggjarfrøðingar í landinum mettu at heimskreppan fór ikki at taka okkum [...] blokkurin í sínari tíð var skerdur. Tá blokkstuðulin í góðum tjóðveldisanda verður roknaður sum virði í samfelagnum verður hann roknaður sum % av BTÚ. Hetta gevur eitt forholdsvís lágt prosenttal í mun til [...] peningur komið uttaneftir inn í tað føroyska samfelagið. Í hvussu so er, so havi eg ikki hoyrt, hvørki frá samgongu um, hvussu vit kunnu økja um inntøkurnar uttan eftir inn í samfelagið. Tað frættist, at
løgini í stovuni í Tvørgøtu. Kettan - við stórum trompetkendum kraga um høvdið, reisist úr bleyta stólinum, meðan Kári syngur um Skalla Gríms Egil, og tekur leiðina í køkin, men sæst tó seinni aftur í stovuni [...] gjørt sær góðar umstøður í húsunum við Tvørgøtu í Havn, har hann hevur samanbygt lítið úthús, og stovu við stórum rútum, við húsini. Alt gjørt so, at tónleikaumstøður eru frammaliga í huganum. Hetta er sum [...] rnar av teimum baðum útgávunum hjá Kára, Vælferðarvísur í 1978 og Hinumegin Ringvegin í 1991. Men eisini verður farið longur aftur, um tónleik í sekstiárunum, tá Kári legði lunnar undir sína tónleikaleið
landsstýrisfólk í veruleikanum fara niður í hálva løn ella enntá longur niður, um tilmælini verða samtykt. Orsøkin liggur í fjaldu, men sera góðu, eftirlønarskipanini. Vit brúka orðið fjald, tí pengarnir [...] árið sum løgmaður upptjenar hann sær níggju prosent av árslønini í eftirlønargjaldi, hvørt ár so leingi hann livir. Við støði í miðalaldrinum í Føroyum kann okkara 50 ára gamli løgmaður væntast at liva, til [...] eftir at hann doyr. Føroyskar kvinnur gerast í meðal 86 ár, og tá hjúnarfelagin í okkara dømi er trý ár yngri enn løgmaður, upptjenar hon sær pensjónsrætt í tilsamans átta ár, eftir at maðurin er deyður
Hetta skal tó ikki forða okkum, í hesi tíðargrein, at hyggja nærri at hesum álvarsliga máli. Nærkast kvettstøðu Orðið "stjórnarkvett" er í sjálvum sær eitt sterkt orð í oyrunum hjá teimum flestu, eisini [...] gevur mandatið í fýra ár. Vil kvetta seg til vald Verandi skipan passar sjálvandi ikki í krammið hjá einum ørkymlaðum fullveldisflokki, ið ikki enn er stjórnarberandi og hevur sitið í andstøðu í áravís. Tí [...] talan kortini er um eina kollvelting í vanligum forstandi. Íðan, hava vit eina slíka støðu í okkara politisku skipan í dag? Mín pástandur er, at tað er líka við. Alt byggir á misnøgd Undir tí sterka orðinum
ofta á vitjan í hinum endanum, sum teir høvdu verið fyrr í dystinum. Tó tóktist tað altíð eitt sindur vandamiklari, tá ið B36 var í álopi, enn tá ið toftamenn vóru. John Petersen hevði bóltin í netinum hjá [...] minuttir, tá ið bólturin var í málinum hjá B36. Eyðstein Skipanes royndi seg við einum góðum skoti, sum Tróndur fekk beint út til horna. Hornasparkið tók Eyðstein sjálvur, og inni í brotsteiginum bleiv bólturin [...] seg á odda. Johannus Joensen vann ein bólt í verjuni hjá B36, og hann sendi Bárð Mortansson avstað í høgra borði. Bárður smeyg sær lættliga framvið John Hera Dam, sum bleiv ryktur aftur á vinstra bakk hjá
kaga í bløðini. Tað er tó so, at allir miðlarnir hava eisini annað tilfar enn tíðindi, og tá er ikki alt tað sama allastaðni, men nakað. Bløðini hava hvønn leygardag nógv lesitilfar í Vikuskiftinum í Sosialinum [...] , er sjáldsamur lesnaður. Og tað er spell. Í mongum førum koma bøkur út, tí onkur hevur hug at skriva og fáa tað út í bók. Peningaligur vinningur er ongin, í flestu førum undirskot. Tað er vist bara av [...] kundu bøkur eisini verið meira ummæltar, tí mentanin hevur í seinastuni fingið rúmari ræsur í fjølmiðlun-um. Sjónvarpið hevur sendingina MT (hví í Guds garði kann hon ikki eita Mentanartíðindi?! Hvat er MT
koyra pengar út í tað, kann eisini vera spill. Man má byggja tað upp á sunnan og skilagóðan hátt. Og sjálvur haldi eg, at hetta er við at henda í Føroyum í dag, tó at tað enn restar nakað í. Allan Christensen [...] nevnir hann m.a. støðuna í føðivøruídnaðinum, sum føroyingar í dag liva av. Her er kvalitetsstýring við ISO 9000 ella umhvørvisstýring við ISO 14000. Alt bendir á, at tað í framtíðini verður eitt størri og [...] vísir seg, at tað er ikki so í veruleikanum. Tá kann tað jú taka grundarlagið undan vinnuni. Dokumentera egin viðurskifti Og her tekur Poul Erik Skakke orðið: -Vit síggja, at fólk í Europa eru við at gevast
politiska valdinum í Føroyum í knapt níggju ár. Tað er ikki rætt. Tað var nevniliga eisini eitt tíðarskeið í 2008, tá tann sokallaða CHE-samgongan sat við valdinum, og júst í 2008 setti vøksturin í almennu út [...] Teir rindaðu ikki 323 mió. kr. um árið í rentum og avdráttum. Teir brúktu pengar og royndu at oysa so nógvan pening sum gjørligt út í samfelagið.” Um vit leita í roknskapartølunum og hyggja eftir, hvussu [...] hjá landskassanum, og hvørt ár rindaði landskassin 323 mió. til donsku stjórnina í rentum og avdráttum. Um vit hyggja í roknskapartølini fyri hesi árini, so síggja vit, at samlaða avlopið frá 1998 til
heima hjá foreldrunum. Mamma var í Sumba í tvey ár og hevur enn sterkar kenslur fyri bygdini, eins og Tvøroyri eisini fyllir nógv í hennara huga. Hóast hon hevur búð á Eiði í yvir 50 ár, so tosar hon ektað [...] gullveitsluni hjá EB-Streymi, og tá hildu tey, at hóskandi var at fara í klæðini, tey vóru í, tá tey høvdu gullbrúdleyp í 2005, so pápi var í gullslipsi eins og spælararnir á Formulaliðnum. Góða mamma. Tú ert [...] 1930 og John 1935. Kaj býr á Sandi, Knút á Tvøroyri og John, sum búði í Havn, doyði í 2005. Mamma vaks upp á Tvøroyri og var farin í preliminerskúla, men gavst har, tí at foreldrini valdu at senda hana