Stjórnarkvett ella barnalótir?

Tíbetur eru Stýrisskipanin og Grundlógin gjørdar við tí fyri eyga at verja okkum borgarar ímóti víðgongdum føroyskum politikarum og flokkum, ið vilja broyta grundleggjandi politiskar spælireglur í skundi og kvetta seg til valdið

Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin og fyrrverandi løgmaður
-----

Visti tú, at eitt mál, ið líkist óhugna­liga nógv einum stjórnarkvetti, er inni í politisku skipan Føroya júst í hesum døgum?
Nei, neyvan?
Flestu fjølmiðlar landsins eru, sum vant, tannleysir og (tilvitað?) líkasælir - eisini tá ið grundleggjandi rættindi hjá okkum borgarum eru í vanda.
Meginparturin velur bert at út­basúnera fullveldisboðskapin á tíðindafundi uttan at seta teir kritisku spurningarnar.
Tað hevur eftir øllum at døma størri undirhaldsvirði at jagstra persónsmál og smákonfliktir at krydda dagsins tíðindaflutning við.
Hetta skal tó ikki forða okkum, í hesi tíðargrein, at hyggja nærri at hesum álvarsliga máli.

Nærkast kvettstøðu
Orðið "stjórnarkvett" er í sjálvum sær eitt sterkt orð í oyrunum hjá teimum flestu, eisini hjá undir­ritaða.
Tó er í grundini talan um eitt ein­falt fyribrigdi.
Tað snýr seg um, at ein partur vil taka sær valdið í samfelagnum uttan um stýrisskipan ella grundlóg landsins, men uttan at talan kortini er um eina kollvelting í vanligum forstandi.
Íðan, hava vit eina slíka støðu í okkara politisku skipan í dag?
Mín pástandur er, at tað er líka við.

Alt byggir á misnøgd
Undir tí sterka orðinum liggur hetta, at mest víðgongdi politiski flokkurin á tingi, Tjóðveldi, vil sleppa at broyta og skeikla Stýrisskipan Føroya og tingskipanina.
Tjóðveldi er týðiliga øst og misnøgt við verandi løg­mann og landsstýri, og tí vil and­støðu­flokkurin broyta Stýris­skipanar­lógina, so lættari kann sleppast av við verandi løgmann - men eisini allar komandi løgmenn.
Her er beinanvegin at siga, at ónøgd við ein ávísan persón - líka mikið hvør hann er - er ein ósaklig grundgeving fyri at broyta Stýrisskipanina.
Helst eru mong ónøgd við verandi løgmann av politiskum ávum, men tað skapar ikki legitimitet til at pilka við grundleggjandi stjórnar­viðurskifti Føroya.
Soleiðis hanga tingini ikki sam­an.
Man hevur hug at spyrja: hvat verður tað næsta?
Ætlar Tjóðveldi sær eisini eftir frælsisrættindum hjá tí eistaka, sum eisini eru ásett í Stýrisskipanini?

Fjalir seg handan "demokratisering"
Tann, sum roynir at kvetta seg til valdið, vil helst tiga burtur síni veruligu motiv.
Soleiðis er eisini við Tjóðveldi.
Almennu grundgevingarnar fyri at broyta Stýrisskipanarlógina og tingskipanina, so tey kunnu sleppa at avhøvda allar framtíðar løgmenn, ið teimum ikki líkar, er, at politiska skipanin skal gerast meira "demokratisk".
Veruleikin er ein annar.
Fakta er, at Tjóðveldi - við egin­áhugamálum fremst - vil pilka við valdsjavnvágina millum landsstýri og løgting.
Býtið av valdi millum stjórn og parlament er væl umhugsað og neyvt stillað, so útinnandi og lóg­gevandi valdini halda hvørt annað í skakk.
Hetta vil Tjóðveldi skeikla.
Eitt ítøkiligt uppskot frá víð­gongd­um fullveldispolitikarum er tí, at um eitt misálit verður reist - og samtykt - so skal tað pr. automatikk bera í sær nýval til Løgtingið.
Er hetta skilagott, og elvir tað til politiskan stabilitet?
Neyvan - men tað stuðlar støð­ugu royndunum hjá einum ónøgdum andstøðuflokki (les: Tjóðveldi) at koppa samgongum og landsstýrum við at skapa øsing um einkultmál.
Møguleiki eigur sjálvandi fram­vegis at vera fyri, at politiskir flokk­ar kunnu skipa nýtt landsstýri við alternativum meiriluta - ella at skipa minnilutastjórn - uttan at val neyðturviliga skal útskrivast.
Eitt dømi kann vera, at um misálit verður samtykt móti verandi løgmanni ella samgongu, ja so kunnu eitt nú Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin skipa nýggja samgongu, evt. saman við øðrum flokkum ella stuðulsflokkum.
Slíkt varðveitir stabilitet og er samstundis fólkaræðisligt, tí velj­arin gevur mandatið í fýra ár.

Vil kvetta seg til vald
Verandi skipan passar sjálvandi ikki í krammið hjá einum ørkymlaðum fullveldisflokki, ið ikki enn er stjórnarberandi og hevur sitið í andstøðu í áravís.
Tí vil Tjóðveldi eisini taka onnur stýringsamboð frá øllum komandi føroyskum stjórnarleiðarum og stjórnum og leggja tey nærri at Tjóðveldinum sjálvum.
Flokkurin vil taka sær vald, sum hann onki eigur í.
Vil skipa smáar dómstólar
Nú Tjóðveldi ynskir sær at sleppa at broyta Stýrisskipanina, brúk­ar flokkurin eisini eina aðra grund­geving - nevniliga, at so­nevnda "minnilutaverjan" á Løg­tingi skal styrkjast.
Fullveldiskreftirnar vilja hava rætt til at elva til øsing við at lata løgtingsnevndir virka sum dómstólar, um bert smáir minni­lutar (les: Tjóðveldi) í nevndunum vilja tað.
Hetta er enn ein roynd at skeikla eitt væl stillað valdsbýtið í Stýris­skipanini og tingskipanini.
Demokratiskt?
Nei, tað er at máa støðið undan skipanini.

Dupulti moralurin
Afturat hesum kemur ein óhugna­ligur dupultmoralur.
Man kundi spurt: hvar var minnilutaverjan, tá ið Tjóðveldi í fullveldissamgongu vildi skipa fyri loysing og fullveldi?
Hvar var minnilutaverjan, tá ið Tjóðveldi "overnight" skar Ríkis­veitingina við einum triðingi og tók botnin undan føroyska væl­ferðarsamfelagnum?
Hvat var rættartrygdin fyri borgarar og atlitið til demokratiska stýrislagið í Føroyum, tá ið Tjóð­veldi skipaði fyri, at mál, sum stríða ímóti Stýrisskipanini og Grundlógini, skulu kunna leggjast fyri Løgtingið?
Hvar er í grundini minniluta­verjan móti álopum, sum Tjóðveldi støðugt ger á demokratiið í Før­oyum?
Hesir spurningar mugu ikki setast.
Ongin má fáa fatan av, at virk­semið Tjóðveldis í hesum álvars­máli, er so langt úti, at tað kann ikki takast fyri annað enn barnalótir.

Bolverkið er har
Lat okkum tó fegnast um, at vit sum borgarar í Føroyum eru vard ímóti politiskari ekstremismu og protestflokkum, ið vilja taka sær vald og skerja okkara borgarligu rættindi.
Bolverk okkara eru Stýris­skip­anin og Grundlógin.
Har er m.a. ásett, hvussu valdið í okkara samfelag er býtt, og har eru okkara grundleggjandi rættindi - eisini mannarættindi - tryggjað.
Við vilja eru hesar lógir inn­rættaðar soleiðis, at tað skal nógv til fyri at broyta tær.
Fyri Stýrisskipanarlógina er t.d. galdandi, at hon kann bert broytast, um tvey løgting við løgtingsvali ímill­um samtykkja møguligar broyt­ingar.
Lat okkum fegnast um, at hesar grundleggjandi lógir verja okkum borgarar ímóti politikarum.
Politikarar og flokkar fara, með­an Grundlóg og Stýrisskipan varða.