Tað elvdi til øsing í almenna rúminum, tá løgmaður um dagarnar boðaði frá, at hann ætlar sær í løgtingið við álitinum um at broyta lønarviðurskiftini hjá landssstýrisfólkum. Øsingin stóðst av, at bæði løgmaður og landsstýrisfólk skuldu munandi upp í løn. Í rundum tølum verður talan um eina lønarhækkan á 150.000 til 200.000 krónur um árið til ávíkavist landsstýrisfólk og løgmann, sambært tilmælinum.
Men ein gjøgnumgongd av verandi skipan staðfestir, at løgmaður og landsstýrisfólk í veruleikanum fara niður í hálva løn ella enntá longur niður, um tilmælini verða samtykt. Orsøkin liggur í fjaldu, men sera góðu, eftirlønarskipanini.
Vit brúka orðið fjald, tí pengarnir verða ikki spardir upp á eftirlønarkonto hjá viðkomandi, og útreiðslurnar til eftirlønirnar eru heldur ikki bókaðar nakrastaðni. Tað einasta, sum tó er staðfest við lóg, er at pengarnir fella til gjaldingar. Ikki nú, men seinni, tá fólkini koma til pensjónsaldur.
Og tá tað er staðfest, at pengarnir also fella til gjaldingar til løgmann ella landsstýrisfólkini, so meta vit tað eisini vera uppá sítt pláss at taka eftirlønina við í lønaruppgerðina.
Sosialurin hevur tí, við hjálp frá serfrøðingum, roknað út virðið á galdandi eftirlønarskipan hjá løgmanni og landsstýrisfólki.
Roknistykkið
Eftir galdandi reglum tjena løgmaður og landsstýrisfólk sær fullan pensjónsrætt, 60 prosent av endalønini, eftir átta árum í Tinganesi. Eftirlønina fáa tey, so leingi tey liva.
Latum okkum taka eitt dømi. Løgmaður er 50 ára gamal, meðan konan er trý ár yngri. Lønin hjá løgmanni er, eftir lønarhækkingina 1. oktober, 58.527 krónur um mánaðin. Tað gevur eina ársløn á 702.322 krónur. Men longu fyrsta árið sum løgmaður upptjenar hann sær níggju prosent av árslønini í eftirlønargjaldi, hvørt ár so leingi hann livir. Við støði í miðalaldrinum í Føroyum kann okkara 50 ára gamli løgmaður væntast at liva, til hann verður 81 ár. Hann hevur tí 14 ár sum pensjónist, eftir at hann fyllir 67. Tí tjenar løgmaður sær fyrsta árið sum løgmaður ein pensjónsrætt á 63.209 krónur um árið í 14 ár. Tilsamans 884.926 krónur.
Men galdandi reglur siga eisini, at hjúnarfelgin hjá løgmanni hevur rætt til 74 prosent av eftirlønini hjá løgmanni, eftir at hann doyr. Føroyskar kvinnur gerast í meðal 86 ár, og tá hjúnarfelagin í okkara dømi er trý ár yngri enn løgmaður, upptjenar hon sær pensjónsrætt í tilsamans átta ár, eftir at maðurin er deyður. Tilsamans 374.197 krónur.
Við hesum fortreytum, ið eru varliga settar, hevur løgmaður longu fyrsta árið í starvinum upptjent sær ein samlaðan pensjónsrætt á góðar 1,2 millión krónur. Tí er árslønin til løgmann ikki 702.322 krónur, men 1.961.446 krónur. Tað merkir ein mánaðarløn á 163.453 krónur.
Eftir eitt valskeið á fýra ár hevur løgmaður tjenað sær ein samlaðan pensjónsrætt á smáar fimm milliónir krónur, sum hann eigur til góðar hjá landskassanum. Næstu fýra árini sum løgmaður upptjenar hann sær níggju prosent av árslønini í eftirlønargjaldi, hvørt ár so leingi hann livir.
Tá demografiska gongdin vísir, at vit gerast alsamt eldri, miðalaldurin hækkar, so økist upptjenti pensjónsrætturin tilsvarandi. Økist miðalaldurin á monnum og kvinnum til dømis við trimum árum, so gevur við verandi eftirlønarskipan av sær sjálvum løgmanni góðar 700.000 krónur oman á lønina yvir eitt fýra ára skeið. Tí tá fer virðið á pensjónsrættinum, sum hann eigur til góðar hjá landskassanum eftir fýra ár í Tinganesi, úr fimm milliónum upp í 5,7 milliónir krónur. Tá er árslønin hjá løgmanni ikki 702.322 krónur, men 2.151.073 krónur. Tað merkir ein mánaðarløn á 179.256 krónur.
Lønarvøkstur
Men tað er ikki ósannlíkt, at lønirnar hækka næstu árini. Taka vit sum dømi, at lønirnar eru 30 prosent hægri um 30 ár, so merkir tað, at løgmaður tá tjenar 76.085 krónur um mánaðin, svarandi til eina ársløn á 913.019 krónur. Brúka vit neyvt sama frymil til at rokna út virði á eftirlønini, so merkir tað, at løgmaður tá hevur rætt til at fáa útgoldið eina munandi hægri eftirløn, sammett við lønarlagið í dag. Og við hesum í huga hevur árslønin hjá løgmanni, sum sambært galdandi lønartalvu er 702.322 krónur ídag, reelt eitt virði á 2.796.395 krónur. Tað merkir ein mánaðarløn á 233.032 krónur.
Landsstýrisfólkini
Hóast vit her hava valt at brúka løgmann sum dømi, so hava landsstýrisfólk neyvt sama rætt til gyltu eftirlønina. Tá lønin hjá einum landsstýrismanni er nakað lægri enn hjá løgmanni, er virðið á eftirlønini eisini nakað lægri.
Ein landsstýrismaður tjenar í dag 53.326 krónur um mánaðin, svarandi til ársløn á 639.916 krónur. Rokna vit virði á eftirlønini eftir sama leisti sum hjá løgmanni, so hevur eftirlønin í dag eitt virði á 1.147.241 krónur. Tí tjenar ein landsstýrismaður í dag reelt 1.787.156 krónur um árið, svarandi til eina mánaðarløn á 148.929 krónur.
Innrokna vit ta fortreyt, at miðalaldurin økist trý ár næstu 30 árini, so er reella virðið á landsstýrismannalønini 1.959.933 krónur. Tað eru 163.327 krónur um mánaðin.
Og innrokna vit eisini eina lønarhækkan á tilsamans 30 prosent næstu 30 árini, so er reella virðið á landsstýrismannalønini 2.547.914 krónur, svarandi til 212.326 krónur um mánaðin.
Fjalda rokningin
Tað er ein sannroynd, at løgmaður og landsstýrisfólk sambært galdandi lóggávu á økinum hava rætt til hesar pengar, tá tey gerast pensjónistar. Løgmans- og landssstýrismannaeftirlønin, sum er fult upptjenað eftir átta árum í Tinganesi, ávirkar ikki rættin til flestu aðrar eftirlønir. Á útreiðslusíðuni skulu pengarnir finnast, tá tað einstaka landsstýrisfólkið røkkur pensjónsaldurin. Taka vit sum dømi eitt landsstýri við løgmanni og sjey landsstýrisfólkum, so hevur hetta stýrið eftir einum valskeiði upptjenað sær eina eftirløn á tilsamans 55,6 milliónir krónur.
Hetta talið skal tó takast við tí fyrivarni, at eftir átta árum í landsstýrinum hevur løgmaður og landsstýrismaðurin longu tjenað sær fulla eftirløn, sum er 60 prosent av síni løn. Og tí tyngir viðkomandi ikki landskassan við fleiri eftirlønarkrøvum, um árini í Tinganesi gerast fleiri enn tey átta.