í triðbestu donsku fótbóltsdeildini. Tað eydnaðist Aarhus, ið hevði Martin við frá dystarbyrjan at vinna dystin 2-0. Stóra hetjan hjá Aarhus var Mathias Kubel, ið skoraði bæði málini. Martin og liðfelagarnir [...] hjá Andrass Johansen, Fremad Amager sum hevur 39 stig. Ígjár tapti Fremad Amager á heimavølli 2-3 fyri HIK. Andrass skoraði fyrra málið hjá heimaliðnum. Komandi leygardag spælir Fremad Amager dyst á útivølli
í endaspælinum í best svensku hondbóltsdeildini. Á heimavølli í Partille eydnaðist tað Sävehof at vinna 33-30 á Karlskrona aftaná longda leiktíð. Tá vanligi leiktíðin var farin stóð á jøvnum 27-27. Í [...] skoraði seks mál og legði upp til fýra mál. Ísak skoraði eitt mál. Í hálvfinalunum fær Sävehof sína søk fyri. Teir møta grundspælsvinnarunum og meistaraskapsfavorittunum, Ystad. Fyrsta hálvfinalan verður spæld
heimavølli í triðbestu norsku fótbóltsdeildini. Tað eydnaðist Sandnes á Øster Hus Arena leikvøllinum at vinna 2-1 á Pors. Tað var annars Pors, ið legði seg á odda 1-0 aftaná 30 minuttirs spæl. Jacob Tromsdal [...] brotsspark. Sandnes er saman við Sotra fremst í triðbestu deildini bólki 1. Liðini hava sjey stig fyri tríggjar dystir. Komandi mánadag spælir Sandnes móti eykaliðnum hjá Brann Bergen. Í Noreg kunnu eykalið
hevur seks stig. Átta altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin hava HB sum favoritt til at vinna dystin. Oddsini upp á heimasigur til HB liggja millum 1,62 og 1,70. Oddsini upp á javnleik liggja [...] grannauppgerðin millum HB og B36 í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið. HB hevur ikki tapt fyri B36 í 19 teimum seinastu kappingardystunum, og teir hava eisini fulla úrtøku, 12 stig aftaná fýra
eina góða byrjan upp á endaspælið við at vinna í Vestmanna. Tað hevði við sær, at strandingar komu upp á ovasta pláss í 1. deild, men tað er rættiliga sannlíkt, at teir missa hetta plássið aftur longu í [...] uppgávan móti VÍF verður neyvan lættari av teirri orsøk. Fyri VÍF er bert gullið nóg gott, men tað er sjáldan, at ein føroyameistari byrjar endaspælið við at tapa tveir teir fyrstu dystirnar. Tað vita vestme [...] stigatalvuni. VÍF-kvinnurnar hava møguleika fyri at fáa tvey stig afturat í dag, tá tær spæla revansjudyst móti VB. Vágskvinnur gjørdu eitt gott hál beint fyri jól, tá tær vunnu í Vestmanna og á Skála. Nú
róður er spildurnýggj kapping, og vit eru fullgreiðar yvir, at um vit ikki taka uppgávuna í alstórum álvara, so fer tað ikki at bera til at vinna, sigur Jannie Dam Jacobsen, sum aftur í ár er stýrimaður umborð [...] Enni roynir seg í ár fyri fyrstu ferð sum partur av gullmanningini. Hon hevur áður róð við eitt nú Drekanum. Er tað nakar sum helst møguleiki fyri, at nakar annar bátur skal vinna í hesi kappingini enn [...] rógvimaskinum. - Vit brenna fyri kappróðrinum. Okkum dámar væl at venja, og sjálvandi er tað eyka hugaligt, tá ið tað gongst væl. Setningurin er hvørja ferð og alla tíðina at vinna næsta róðurin. Um vit detta
ferðin, at Spania vann. Spania vann gull í EM kappingini í 2018, og nú er møguleiki fyri, at Spania aftur fer at vinna gull. Hvussu tað verður við tí verður avgjørt, tá ið Spania sunnudagin fer at spæla [...] Danmark hevur verið roknað at vera størsti favorittur at vinna EM kappingina í hondbólti. Í kvøld spældi Danmark hálvfinalu ímóti Spania. Fyri einum ári síðani vann Danmark HM finaluna ímóti Svøríki 26 [...] Úrslitið var 30 – 29. Tað bar við sær, at Frakland vann seg í hálvfinaluna og ikki Ísland. Tað vóru íslendingar vónsviknir yvir. At Danmark tapti ímóti Fraklandi bar við sær, at mótstøðuliðið hjá Danmark í há
nøgdur við at fáa eitt stig ímóti dystarenda. Hann heldur, at mennirnir, sum komu inn ta seinastu løtuna, Heðin Klakstein, Niels Pauli B. Danielsen og Hjalgrím Elttør munaðu væl í royndini at vinna KÍ eitt [...] týdningarmikið stig. Jonas Flindt Rasmussen heldur ikki, at talan var um ein dyst við so ræðuliga nógvum málmøguleikum. Hann er glaður fyri, at KÍ framvegis er nær við oddin í effodeildini aftaná dagsins
avgerandi týdning fyri danska sigurin, tí at hann gjørdist toppskjútti hjá danum við teimum seks málunum, ið hann skeyt. Danskir miðlar høvdu ikki roknað við donskum sigri av tí orsøk, at týskararnir vóru [...] vóru mettir at vera favorittar at vinna heimsmeistarakappingina. Í finaluni skal Jóhan á Plógv og danska U21-landsliðið spæla ímóti antin Fraklandi ella Egyptalandi. [...] Jóhan á Plógv Hansen skal spæla HM-finalu við danska U21-landsliðnum í hondbólti. Tað er greitt eftir, at Danmark fyrr í kvøld sigraði heldur óvæntað ímóti Týsklandi í hálvfinaluni. Danmark vann dystin 28-26
takksamir fyri hendan heiður og gleða okkum at spæla í Íslandi aftur, søgdu Benjamin Petersen og Petur Pólson við heimasíðuna hjá G! aftaná, at virðislønin varð handað. Hetta er aðru ferð, at Benjamin Petersen [...] Petersen hevur verið við at vinna heiðurin. Fyrru ferðina var í 2012, tá hann vann heiðurin sum einstaklingur. Tað eru Iceland Airwaves, Atlantic Airways og G!, ið saman velja ein vinnara til virðislønina [...] virðislønina, og er hetta fjórða árið á rað, at virðislønin verður handað.