Sandnes er næstfremst aftaná trý umfør

Gullbrandur Øregaard og liðfelagarnir vunnu dyst á heimavølli

Gullbrandur í Horni Øregaard var aftur liðskipari í dag, tá hann og liðfelagarnir í Sandnes ULF spældu dyst á heimavølli í triðbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Tað eydnaðist Sandnes á Øster Hus Arena leikvøllinum at vinna 2-1 á Pors.

 

Tað var annars Pors, ið legði seg á odda 1-0 aftaná 30 minuttirs spæl. Jacob Tromsdal javnaði til 1-1 fimm minuttir undan steðginum. Miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði Ole Sundgot sigursmálið hjá Sandnes upp á brotsspark.

 

Sandnes er saman við Sotra fremst í triðbestu deildini bólki 1. Liðini hava sjey stig fyri tríggjar dystir.

 

Komandi mánadag spælir Sandnes móti eykaliðnum hjá Brann Bergen. Í Noreg kunnu eykalið spæla í triðbestu deildini.