TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var á Rás2 fyrr í kvøld við liðskiparan hjá KÍ, Jonas Flindt Rasmussen, sum saman við liðfeløgunum bjargaði sær eitt týdningarmikið stig ímóti dystarenda ímóti B36 í dag.
Sum tað lagaði seg er Jonas Flindt Rasmussen nøgdur við at fáa eitt stig ímóti dystarenda. Hann heldur, at mennirnir, sum komu inn ta seinastu løtuna, Heðin Klakstein, Niels Pauli B. Danielsen og Hjalgrím Elttør munaðu væl í royndini at vinna KÍ eitt týdningarmikið stig.
Jonas Flindt Rasmussen heldur ikki, at talan var um ein dyst við so ræðuliga nógvum málmøguleikum. Hann er glaður fyri, at KÍ framvegis er nær við oddin í effodeildini aftaná dagsins umfar í effodeildini.