Føroyski Jóhan á Plógv Hansen skal spæla HM-finalu við danska U21-landsliðnum í hondbólti. Tað er greitt eftir, at Danmark fyrr í kvøld sigraði heldur óvæntað ímóti Týsklandi í hálvfinaluni.
Danmark vann dystin 28-26. Mestsum allan dystin á tamb vóru Jóhan og donsku liðfelagar hansara tepurt á odda, og hendan leiðslan helt sær allan dystin. Jóhan á Plógv hevði avgerandi týdning fyri danska sigurin, tí at hann gjørdist toppskjútti hjá danum við teimum seks málunum, ið hann skeyt.
Danskir miðlar høvdu ikki roknað við donskum sigri av tí orsøk, at týskararnir vóru mettir at vera favorittar at vinna heimsmeistarakappingina.
Í finaluni skal Jóhan á Plógv og danska U21-landsliðið spæla ímóti antin Fraklandi ella Egyptalandi.