Danmark hevur verið roknað at vera størsti favorittur at vinna EM kappingina í hondbólti.
Í kvøld spældi Danmark hálvfinalu ímóti Spania. Fyri einum ári síðani vann Danmark HM finaluna ímóti Svøríki 26 – 24. Í summar tapti Danmark OL finaluna ímóti Fraklandi 25 – 23.
Mikukvøldið tapti Danmark síðsta dystin í millumumfarinum í EM endaspælinum ímóti Fraklandi. Úrslitið var 30 – 29. Tað bar við sær, at Frakland vann seg í hálvfinaluna og ikki Ísland. Tað vóru íslendingar vónsviknir yvir.
At Danmark tapti ímóti Fraklandi bar við sær, at mótstøðuliðið hjá Danmark í hálvfinaluni var Spania og ikki Svøríki, sum hevði verið mótstøðuliðið, um Danmark vann ímóti Fraklandi.
Í kvøld tapti Danmark 29 – 24 ímóti Spania. Hálveiksstøðan var 14 – 13 til Danmark. Spania hekk alla tíðina í fyrra hálvleiki í dønum, sum støðugt vóru á odda. Størsta orsøkin var, at Niclas Landin í málinum var so stinnur í fyrra hálvleiki.
Spaniumenn vóru støðugt og serliga í seinna hálvleiki sera snildir í verjupartinum, og eftir steðgin stóð málverjin seg so ógvuliga væl. Spanski venjarin Jordi Ribera vísti seg at vera stóri vinnarin við spælskipanini, sum hann hevði lagt – bæði í álopi og serliga í verjuni.
Tíggju minuttir eftir steðgin legði Spania seg fyri fyrstu ferð á odda – 17 – 16. Og so megnaði Danmark ikki at svara aftur. Danska spælið fleyt ikki, og donsku spælararnir tóktust hava lítið sjálvsálit. Átta minuttir undan leikloki var Spania farmmanfyri 24 – 21, og tá sóu danir av álvara skriftina á vegginum, og tá ið 60 minuttir vóru farnir, vísti máltalvan 29 – 24 til Spania, sum harvið sunnudagin fer at spæla finalu ímóti vinnaranum av uppgerðini millum Frakland og Svøríki, sum er júst nú.
Perez De Cargas var í seinna hálvleiki framúr í spanska málinum.
Hetta var 9. ferðin, at Danmark og Spania tíggju tey seinastu árini hava spælt ímóti hvørjum øðrum í endaspæli í hondbólti, og hetta var triðja ferðin, at Spania vann.
Spania vann gull í EM kappingini í 2018, og nú er møguleiki fyri, at Spania aftur fer at vinna gull. Hvussu tað verður við tí verður avgjørt, tá ið Spania sunnudagin fer at spæla finalu ímóti vinnaranum av dystinum millum Frakland og Svøríki.
Vónbrotnu donsku favorittarnir, sum í kvøld ikki megnaðu tað, ið tað hevur verið roknað við, at teir fóru at megna, fara sunnudagin at spæla um bronsukrónurnar ímóti taparanum av hálvfinaluni millum Frakland og Svøríki.