hvussu ring støðan veruliga varð. Vit vildu øll heldur verið samlaði til tann siðvanda jóladøgurðan hjá abbasystur í Leirvík 2. jóladag, men lagnan vildi annaðleiðis. Vit samlaðust ístaðin runt um hennara [...] saknur á henni. Men vit vita, at hon sum ung genta tók ímóti Jesusi og tí samstundis vann sær eitt atgongumerkið til ta æviga lívið. Hetta gevur okkum, ið eftir sita, eina vón um, at vit aftur koma at síggjast [...] Vit vistu øll at tíðin var komin, at omma skuldi fara heim til Harran; men sjálvt tá eru boðini tung at fáa. Alt sá annars ljóst út, tá hon kom heim úr Danmark fyrst í desembur, eftir drúgva viðgerð á
Omma okkara er farin, men vit vilja minnast hana alt okkara lív. Hon var mamma foreldur okkara og langomma at børnum okkara. Fegin vildu vit at børnini vóru eldri, so tey kundu minnast aftur á teg, men [...] høvdu verið tær fyri! Sum vit eldust og fluttu heimanífrá, var tað ikki altíð so lætt at koma suður til Skúvoyar at vitja teg. Men tá vit so vóru har, á tíni gátt, fingu vit altíð eitt stórt smíl og opnan [...] verður tað okkara rætta at minna tey á, hvussu fitt og góð tú var við tey og okkum øll ommubørn! Tá vit vóru lítil, vistu tú altíð okkurt spennandi og áhugavert at siga frá. Las okkum søgur úr »Skýmingarløtuni«
skelkur, tí vit ikki vistu av at tú vart sjúk. Tín tíð var komin, tað vistu hvørki vit ella tú. Tað er ein stórur saknur, at tú ikki longur ert millum okkara. Eg hugsi um teg hvønn dag. Vit vildu sera fegin [...] løturnar. Tú elskaði at ferðast og hava vit verið mangan góðan túr saman við tær og abba. Vit báðar høvdu nakað serligt saman. Tað hevði tú við øllum ommubørnum tínum. Vit vóru ikki ”bert” ein flokkur av ommubørnum [...] Tað er frá okkara summartúri í Fugloyð í 2012. Vit sita um borðið í hugnaligu stovuni í summarhúsinum á Kirkju. Øll hava vit reyðar sólbrendar kjálkar og vit sita og spæla kort. Sum vant skal man ansa sær
– ommubørnum – var næstan alt loyvt, men tó við skili. Vit spældu handil í teim krókum vit vildu, tómdu næstan hvørt skáp og hvørja skuffu so vit høvdu nokk av handilstingum. Sandurin, sum var okkara stóra [...] enda komið, og omma hevur fingið frið og hvíld. Hon sá friðsæl út og lá við sínum vanliga smíli, nú vit søgdu seinasta farvæl við hana. Omma var frá tí ættarliðnum, har ein omma var ein OMMA. Har ein omma [...] meg ómetaliga tætt knýtta at míni ommu. Eg var har hvønn einasta frídag og hvørja feriu, eftir at vit fluttu til Sørvágs. Minnist, at eg fór tøffandi yvir við tí stóra bussinum hjá Henry, og so stóð omma
hvíldarstað. Vit kunnu ugga okkum við, at tú ert farin heim til Eirik, og hevur tað gott, har eingin sorg og pína er. Góða kona og mamma, vit vilja takka tær fyri alt, tú hevur verið fyri okkum, og vit ynskja [...] sterkasta av okkum. Hóast tað var trupult at góðtaka, at tú vart so sjúk, so royndu vit at halda jól og nýggjár, sum vit annars plagdu, og tú vart so røsk millum okkum alla tíðina. Tú fekst nógvar vitjanir [...] krabbamein. Tú hevði følt teg illa tilpassar í langa tíð og visti, at okkurt álvarsligt var á vási. Vit minnast, at Elin var til arbeiðis í Havn og Martin var til arbeiðis í Lopra, men tú hevði mannin hjá
minnist tað, sum var tað í gjár, at vit gingu og løgdu plánir um at fara til Sambia at hjálpa til og at uppliva nakað øðrvísi. Vit vildu báðar sleppa avstað beinanvegin, tí vit høvdu tosa leingi um, at gera [...] gera okkurt spennandi áðrenn vit skuldu undir hægri lestur, og tíðin gekk nú undan okkum. Vit vóru so spentar uppá hvat teir næstu tveir mánaðirnir høvdu at bjóða okkum. Vit skuldu fyrst verða seks vikur í [...] var tað ikki fyrr enn í níggjunda flokki, at vit byrjaðu orduliga at fylgjast og blivu góðar vinkonur. Hetta eru nú seks ár síðani. Hesi seks árini eru vit bara vorðnar betur og betur við hvørja aðra og
onkuntíð, at vit komu eitt sindur upp at skeldast, tí bæði vildu hava rætt. Men vit vóru eisini lík uppá tann mátan, at tað var skjótt yvirstaðið, eingin fekk rætt, men bæði hildu vit høvdu vunnið. [...] Mín elskaði abbi, tað er hart at skriva hetta, tí tú er ikki her hjá okkum longur. Vit sleppa ikki at síggja títt deiliga smíl og skálkabros...saknurin er ómetaliga stórur. Altíð, alt eg minnist, hevur [...] genturoksið av mær og Guðrun, á denn sminka, klæðir, sangur, dansur og látur av okkum hevur verið, men vit vóru altíð vælkomnar og eg minnist einki til, at tit nakrantíð hava talað at, dugi væl at fyristilla
Í dag, tann 7. januar, hevði okkara góða og kæra mamma fylt 95 ár, og høvdu vit gjørt okkum tankar um, at vit vildu heiðra henda dagin saman við henni og øllum teimum nærmastu. Men so skuldi ikki verða [...] nógv betur. Vit sakna teg, men kunna bara takka fyri, at vit fingu loyvið at hava teg so leingi. Mamma, tú gav okkum allan tann kærleika og tryggleika, sum eitt barn kann ynskja sær, og vit kundu altíð [...] tað nakað, vit hava at læra av tær, so er tað títt “Nøgdsemi og tolnað lyndið” – sum vit trúgva eisini bar boð um tín innara frið, sum tú átti í hjartanum við tín Harra og frelsara. Vit gleðast um, at
Eftir at hava búð í Danmark í nógv ár, vildu tey heim aftur til Føroyar at búgva og fluttu tey heim í 1968. Tey bygdu sær hús á Dalavegnum í Havn og fluttu vit í húsini jólaaftansmorgun 1972. Mamma var [...] sum sítt egna heim. Tá vit so nøkur ár seinni fingu Hjarnar, Svannu, Magnu og Olgu, var mamma besta omma, sum hugsast kann. Hon ringdi hvønn einasta dag fyri at vita, hvussu vit høvdu tað og ikki minst
bæði faðir og móður fyri okkum. Minnist serliga, tá vit skuldu til songar. Eg og Jens bróðir sluppu at sova undir hvør sínari lið á mammu, og vit skuldu skiftast um at biðja Faðir vár. Har var trygt [...] Mamma hevði nógvar munnar at metta, men vit fóru ongantíð svong til songar. Alt var jú heimagjørt, bakaði breyð og køkur. Minnist eisini aftur á tíðir, har vit sum børn veiddu seið við tráðu inni á keiini [...] er tagnað her. Barnaheimið úti á Egg stendur tómt. Men vit, sum eftir sita, hava bert ljós og góð minni um eina kærleiksfulla móður. Góða mamma, vit skulu passa væl upp á babba, tí eg veit, at honum leingist