Í dag, tann 7. januar, hevði okkara góða og kæra mamma fylt 95 ár, og høvdu vit gjørt okkum tankar um, at vit vildu heiðra henda dagin saman við henni og øllum teimum nærmastu.
Men so skuldi ikki verða, tí boð vórðu eftir tær - Harrin vildi hava teg heim til Sín at vera - til nakað nógv betur. Vit sakna teg, men kunna bara takka fyri, at vit fingu loyvið at hava teg so leingi.
Mamma, tú gav okkum allan tann kærleika og tryggleika, sum eitt barn kann ynskja sær, og vit kundu altíð roknað við tær. Ja, heimið varð okkara trygga borg.
Hóast lívið ikki altíð hevur verið so lætt, so hevur tú borið alt við tolni. Hugsið um ta tíðina, tá pápi okkara gjørdist sjúkur, tá vart tú í góðum árum. Hann doyði í 1995, eftir fleiri enn 10-ára langa sjúkralegu. Er tað nakað, vit hava at læra av tær, so er tað títt “Nøgdsemi og tolnað lyndið” – sum vit trúgva eisini bar boð um tín innara frið, sum tú átti í hjartanum við tín Harra og frelsara.
Vit gleðast um, at tær untist ein góðan og ríkan aldurdóm - við góðari heilsu. Hóast tú ikki gjørdist omma, fyrr enn tú nærkaðist teimum 60 árunum, so untist tær at fáa 5 ommubørn, og 3 langommubørn, sum tú vært sera góð við og gleddist nógv um.
Ikki var so vanligt hjá kvinnum, at arbeiða úti tá á døgum - sum tað er í dag. Tú og fleiri aðrar konur í tínum aldri, byrjaðu at arbeiða á flakavirkinum “Nikur” á Toftum í 1976 - tá vart tú 58 ár. Hetta gjørdist eitt nýtt kappittul fyri teg mamma, og fleiri aðrar konur har á leið. Stuttligt var at síggja, hvussu glað tú fórt til arbeiðis.
Tær dámdi eisini væl at koma saman við kvinnunum inni í Berøa. Tú vísti okkum, alt tað tú hevði gjørt og gleddist um tað - ja, eftir teg liggur ein stór mongd av bundnum og tilvirkaðum pløggum.
Eisini minnast vit allar teir góðu túrarnar, vit øll hava verið saman í summarhúsið í Danmark - og hjá ommudóttrini í Keypmannahavn.
Tá ein hevur nátt so høgan aldur, skal ikki so nógv til at órógva heilsuna, so varð eisini hjá tær góða mamma. Tú fekst eina heilabløðing á heystið í 2009. Hetta gjørdi, at tú ikki kundi gera tað, sum tú plagdi. Sum tíðin gekk, varð ikki møguligt hjá tær at vera heima longur. Tá var gott at fáa møguleikan at koma á Vesturskin á Toftum, har tú fekst alla ta hjálp og umsorgan, tú hevði brúk fyri. Men ringt var at koma inn í heimið á Saltnesið aftaná og síggja - at tín stólur var tómur.
Tað fellur ikki øllum í lut at vera so virkin sum tú mamma - heilt til tey gott 90 - árini. Tað hevur verið ein serligur hugnið at komið inn í barnaheim okkara - følt roykin av nýbakaðum breyði og køkum. Mamma, tú hevði títt fasta pláss í køkinum, har tú elskaði at sita og binda, lesa ella lurta. Eitt ótal av troyggjun, hosum og vøttum hevur tú virkað so ómetaliga snøgt úr hondum tínum til okkum øll, ikki minst til tíni kæru ommu- og langommubørn.
Tað var gott at kunna vera saman við tær, góða mamma, líka til tín síðsta andadráttt.Vit báðar døtrarnar fingu loyvi til at siga tær farvæl - tú heilsaði okkum so vakurt, áðrenn tú fór heim til Jesus, sum tú elskaði - “Ein ógloymandi løta”.
Vit ynskja hervið at lýsa frið yvir okkara kæru mammu, sum vit minnast við stórum takksemi til Tann, sum okkum hana gav.
-----
Helena og Eyðhild