men hon varð ikki framførd fyrr enn í 2000. Eitt er at skriva eina yrking ella at gera eitt lag. Men hvussu ber man seg at við at skriva eina symfoni? At arbeiða við yvir 80 ymiskum ljóðførum umframt solistum [...] ætlan. Onkuntíð kemur tað fyri, at tað, sum hann hevur skrivað, má blakast burtur. - Tú mást tora at spyrja teg sjálvan, um tað, tú hevur gjørt er satt, um tað er rætt. Onkuntíð havi eg skrivað í eina viku [...] byrjan. Eg veit ikki um hetta er tað, tey kalla íblástur. Eg veit bara, hvussu tað verkið skal ljóðað og tað fær ikki verið annarleiðis, sigur Sunleif Rasmussen. Tað er ikki altíð, at tað gongur eftir ætlan
og tá dugdi eg ikki á nakran hátt at síggja, at hann fór at gerast so kendur – ja, kendur um tað mesta av heiminum. Sjálvur heldur hann, at fossurin er vorðin vakrari og vakrari, sum árini eru gingin, tí [...] væntar ikki, at Gásadalur verður ein bygd, sum fer at doyggja út. Nú eru nøkur yngri fólk og børn aftur í bygdini, og alt ger mun, har lítið fólkagrundarlag er frammanundan. Hann vísir á, at tað kemur ein [...] úr øllum sjónarhornum og í øllum hugsandi ljósi og veðri. - Jú, her er vakurt í Gásadali, og tað hevur tað altíð verið, men satt at siga, eru tað onnur enn vit, sum búgva her, sum fyrst løgdu til merkis
í Vestmanna nú fyri, at hetta málið eisini skuldi dragast út til tað óendaliga. Men Jógvan á Lakjuni kundi sissa fólk og siga, at gongd var í málinum og at sjálv arbeiðsskráin er liðug og til gjøgnumgongd [...] Heidi vísti á, at tá Tjóðveldisflokkurin í fjør legði uppskot fyri tingið um at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna, var hetta felt, tí samgongan arbeiddi við sama uppskoti. - Vit mæltu til at nýttar vóru [...] landsstýrismaðurin ímyndaði sær at hetta arbeiði kundi fáast liðugt til ásettu tíð á sumri 2007, tá enn onki er gjørt við hesa skúlabygging. - Og hvussu kann man náa at nýta tær játtaðu 4,6 mió kr. í ár
nýggjar ósemjur mugu greiðast. Neyðugt er at læra seg at siga frá og taka mál upp sum skjótast, tá ið ósemja er! - Tá ið okkara boðan skal vera at vit ynskja at verða sátt við Gud, so latum okkum ganga [...] livandi og savnandi felagsskapur er neyðugur fyri lív og vøkstur. - Hetta er ikki minst neyðugt, um vit skulu halda okkum til endamál okkara, sum er at vekja upp trúarlívið og at menna felagsskap teirra trúgvandi [...] vísti kanningin, at 10 % kom í felagsskapin vegna tað arbeiðið sum kirkjur og samkomur gera. Bergur vísti á, at hetta vísir týðiliga og greitt, at sambandið við onnur hevur alt at siga fyri tað andaliga
arbeiðir stovnurin eisini við at menna kynstrið at siga frá søgum. -Hetta er nakað sum er horvið í mongum londum, men hetta finst enn her í Føroyum. Tað mugu gera alt fyri at varðveita her, sigur Niels Halm [...] veruliga prógvað at tað var ein heppin avgerð at tað varð bygt í Havn. Arbeitt hevur allatíðina verið fyri at geva føroyingum innlit í norðurlendska mentan, og at virka soleiðis fyri, at føroysk mentan eisini [...] ígjár. Hann er ættaður úr Svøríki, og væntar tí at hann fer at kunna geva sítt ískoyti til at vísa fram svenska mentan í Føroyum. Og øvugt! - Eitt stórt arbeiði hevur verið gjørt, til tess at fáa allar
lesandi megna at uppfilla í próvtøkuni. Tað er ein heilt annar háttur at hugsa upp á, sigur Finn Jensen. Hann er samdur í atfinningunum um, at tað er komið inflatión í próvtalsstigan, og at fólk sum heild [...] próvtalið 0, tí 0 er jú einki, og fá avrik kunnu sigast at vera einki. So eg vænti tað er truplari at dumpa fólk í dag, sigur Finn Jensen, og vísir á, at tað heldur ikki er nakað próvtal í dag til næmingar [...] tvey glopp aftaná tað til ávikavist 12 og 2. Hetta ger, at 7 skal rúma nógvum, sigur Finn Jensen. Hann vísir á, at hesin sjeytalsstigin er gjørdur sum ein roynd at fáa somu skipan sum í Bretlandi, har próvtølini
At ein pensumlisti í stjórnmálafrøði á einum svenskum universiteti skuldi skapa yvirskriftir kring knøttin, er ivaleyst nakað óvæntað. Men tað er júst tað, sum hent er, seinastu dagarnar. Tað er vælkent [...] Tað elvdi til, at nevndin sjálv legði aftrat pensumlistanum við tilfari, sum ein kvinnuligir granskari hevur skrivað, uttan at spyrja undirvísaran eftir. Hetta elvdi so víðari til, at Erik Ringmar alment [...] einum bloggi skrivaði, at eingin kann tvinga hann at undirvísa úr tilfari, um hann ikki vil tað. Forfylgdur av næmingunum Síðani hevur Erik Ringman sagt alment, at hann hevur upplivað at blíva forfylgdur og
sama um vit tapa ella ikki. Vit vilja hava fólk at siga sína hugsan, segði Bush. Hann segði, at tað eru ikki annað enn kávalótir, at Irak er gingið við til at oyðileggja tær ólógligu rakettirnar, tí Saddam [...] tíðindafundi. Hann segði, at USA fer at gera eina seinastu roynd við at leggja eitt uppskot afturat fyri ST-trygdarráðið, sjálvt um stjórnin í Washington veit, at hon fer at tapa atkvøðugreiðsluna. - Vit [...] Hussein hevur samstundis givið boð um at gera nýggjar, segði hann. Eygleiðarar í Washington halda, at røðan var ein roynd hjá Bush at sannføra amerikanarar um, at tað er neyðugt við kríggi við Irak. Men ein
Tá ein er dagrøktarmamma so er hetta eitt gott høvi at fara ein túr í býin við børnunum. Og tað var júst tað, sum tær báðar Sunnleyg Olsen og Hannelina Beder gjørdu. Tær pakkaðu taskurnar hjá børnunum [...] Haraldsen keyptu tær børnunum okkurt at drekka, og so var bara at borðreiða fyri teimum á borðunum, sum eru sett upp omanfyri Mentanarhúsið. - Vit plaga at vera úti, tá veðrið er gott. Vit eru oftast omanfyri [...] omanfyri bókasavnið, men valdu í dag, meiri spontant at fara oman higar, siga tær báðar. Børnini eru í so ungum aldri enn, at alt rokið við og rundan um varmakeldustevnuna ikki hevur so stóran áhuga fyri tey.
nógv í vavi, at tað nú ávirkar landspolitiska meirilutan. Hetta tí, at Kristin Michelsen ikki longur vil stuðla Javnaðarflokkinum og framyvir ferð at atkvøða frá máli til mál á tingi. Hetta er galdandi so [...] um sigur, at enn er ógreitt, hvat nýggi meirilutin í býráðnum við Javnaðarflokkinum á odda, ætlar sær at gera komandi tíðina. Nógv hevur verið tosað um, at nýggi meirilutin fer at krevja, at Kristin Michelsen [...] kann einki siga, sum nú er. Men eg má fara at tosa við nevndina um, nær vit skulu siga okkara hugsan, sigur Signar Dam, formaður í javnaðarfelagnum í Suðuroynni í dag. Seinastu dagarnar er stríðið á Tvøroyri