Onnu Margrethu, konu Per, so hetta man vera tað, sum seinni er blivið til Perskonugøta. Børn teirra vóru: Jákup, f. 1747, deyður av tering í Keypmannahavn, Anna Maria, f. 1748, doyr nýgift í Keypmannahavn [...] fundir. Tað er óneyðugt at siga, at her hevur nógv orka verið nýtt. Í 1990-unum varð Mettustova aftur umvæld, og hon stendur sum eitt prýði í gomlu havnini. Her hevur Kvinnufelagið sínar fundir, og hon kann [...] i. Tann seinasti Effersøe, sum hevur vitjað Mettustovu er íslendski fíggjarmálaráðharrin Bjarni Benediktsson, sum var í Føroyum fyrsta vikuskifti í november. Hann hevur tað samband við Føroyar, at ein
Tá ið hann var komin til mans, byrjaði slupptíðin so smátt í Havn, og av tí, at skipatalið vaks so skjótt, er Jóannes uttan iva farin á skipsfiskiveiði, so skjótt kjansur hevur verið. Hann sigldi eisini [...] Fadet.” Handilsforeiningin hevur so avtalað at keypa livrina. Teir keyptu øll sløg av føroyskum úrdráttum, sum kundu flytast út, og lýsi-smeltarí høvdu teir eisini. Helst hevur tað verið eitt av Müllerskipinum [...] ðinum Honolulu Memorial á Hawaii. 6. Ellen f. 1894, giftist og búsettist í Fredericia 7. Johanna Maria f. 1897. Flutti til Danmarkar, har hon var massøsa. Tað var bert eitt av systkjunum, sum ikki flutti
minst fyri tygum, at missa ein góðan mann og tygara høgru hond. Trúføst vóru tit bæði í samkomuni Siloa, tykkara teirra andaliga heim, har tykkara partur ikki hevur ligið eftir, og hagar tit eisini leiddu [...] Siloa má sigast at vera sjálvsagt. Tað liggur mær á hjarta at takka fyri týdningin, sum pápi tygara hevur havt fyri føroyska málið. Tað er ongin ivi um at bíbliutýðingarnar hava sín stóra leiklut í, at føroyska [...] Tit bæði bygdu hús og settu búgv uppi í geilini í Fuglafirði. Og saman fingu tit tríggjar døtur: Maria, f. 1951, Rikka, f. 1953 og Elisabeth, f. 1957. Tær báðar elstu búgva í Fuglafirði, meðan tann yngsta
Alt tað, ið skaldini hava eggjað, hevur tað einki munað? Sjómenn hava vígt Merkið við lívinum í veð; skulu vit so ikki unna tí fullan rætt, ein rætt tað ikki hevur enn? Aldalong kúgan setur síni spor [...] vita betur enn okkara egnu ? hetta man vera eitt kolonialismueyðkenni, eitt av sporunum eftir aldagamla kúgan. Føroya fólk, innlimað óeftirspurt og tikið av ræði, man hava sín ríviliga part av teimum eyðkennum [...] um. Hví eru tær so ikki umleið helvtin av tingmanningini? Man tað vera tí, at tær ræðast hugsanina um at hava ræði? Tann drúgva kúganin hevur etið seg inneftir og er vorðin til ósjónliga kúgan og sjálvskúgan
dregur, og fátt man feigum forða. Møtið varð so endað, og tá ið komið var útum, helt Fredag eina stutta røðu um frelsuna í Jesusi. Øll lýddu á hann. Hetta kvøldið var sera vakurt veður. (Tað man vera hetta [...] eystan fyri vitan við Spurnhead við innsiglingina til Grimsby náttina til 18. oktober. Eftir tíðini man hetta hava verið á veg heim aftur. Í bretska blaðnum The Fishing News varð greitt frá, at bjargi [...] Oyndarfirði, greiddi í 2006 FF-blaðnum frá: “Eg minnist í 1922, áðrenn "Norðlýsið" fór av Fuglafirði, nú hevur Fredag Petersen møti við handilin hjá gamla Sámal Petur. Eg minnist so væl, at eg stóð og lurtaði
Veruleikin er júst hin øvugti. Teknmál er eitt sjálvstøðugt mál, ið fyri so vítt onki hevur við føroyskt at gera. Málið hevur egna mállæru, egnan úttryksform og syntaks, ið ikki kann samanberast við vanligt [...] landstýri hevur skrivað undir – verður staðfest at arbeiðast skal fyri at teknmál verður góðkent og styrkt, soleiðis at deyv fáa atgongd til samfelagið á jøvnum føti sum vit onnur, so hevur hetta ongan [...] eitt sindur persónligt fyri meg – eg havi ein deyvan mammubeiggja og eina deyva mostur, ið hevur deyvan mann – so haldi eg tað vera heilt eyðsæð, at deyv hava verið við skerdan lut í politisku skipanini
fyrru konu hansara Elsebeth Helene Jacobsdatter av Selatrað. Hon doyði í barsilssong í 1853. Tað man hava verið við næsta barninum. Petur Hans bygdi húsini á Krákusteini í 1878. Fólkini á Krákusteini [...] var »politimenig, fisker og landbruger.« Tey bæði fingu børnini: Elsebeth Helena f. 1878 Cathrina Maria f. 1881 Søren Sofus f. 1883 Andrea Jacobina f. 1886 Í gamla kirkjugarði liggja Charlotta og Peter [...] sum annars alment er skrivað um tey. Men langabbasonur Peter Hans, Mannbjørn Jacobsen úr Sørvági, hevur skrivað eina frálíka lýsing av húsinum á Krákusteini og um tey trý, sum nú liggja saman undir »grønu
Eitt av teirra børnum var annars Einar Mikkelsen, kendur fyri sín el-virki. Systir Mikk var Jacobina Maria Sofía f. 1880. Mikk giftist við Maren Susanne Mouritsen (1882-1916). Tey fingu børnini Tinu, kend [...] sum bragdligur, fimur og fermur arbeiðsmaður. Hann arbeiddi øll síni bestu ungdómár, ja, heilt til mandómsár, hjá Thorshavn Handelsforening. Jens Olsen, ið var handilsstjóri, nevndi hann “Beck Olsen” [...] arbeiðshugaður maður. Hann arbeiddi tey flestu av sínum seinastu árum hjá Havnar Timburhandil. (Har hevur hann arbeitt saman við Birgar Johannesen.) Og tá ið hann vegna sín høga aldur gavst á arbeiðsplássinum
føðingardagsbarnið Jóhannes Berg hevur prógvað, at hann dugir at avlesa tørv og eftirspurning á marknaðinum. Hann hevur eina í holdi innbygda marknaðaranalysu. Hann hevur keypmansdirvi og veit nær ein skal [...] sær at ivast í um prestur hevði skrivað rætt í kirkjubókina. Um eingin stuttlig søga er um ein mann, hevur maðurin gjørt ov lítið. Fleiri stuttligar vóru at hoyra um Jóhannes, t.d.hendan: Tá menn koma at [...] við mammubeiggjanum Árna Jensen. Kvinnubólkur úr sangkórinum í Ebenezer. Mirjam og Victor Carlsen. Maria í Ullvøruhúsinum og mamman Kirstin og Sølva Ford. Øll hesi gjørdu sítt til at gera føðingardagshaldið
gleði at kenna henda mann, kenna Detlef sum ein trúgvan vin og eitt arbeiðsgrev, næstan sum eina íholdan av orðatakinum: fram kemur hann ið hóvliga fer. Sum árini eru gingin, hevur hann vunnið sær dygga [...] nærlagdur og arbeiðssamur føroyafrøðingur, og sum hevur verið ritstjóri á TJALDRI øll árini. Eg bað tá Detlef greiða okkum frá sínum málkunnleika, og meðan Ave Maria, Beethovens midnáttarsonata og Pavarotti sýntust [...] ymiskum lærdum háskúlum, tók sítt fyrra gudfrøðiliga prógv í 1963 og tað seinna á vári 1966. Detlef hevur virkað sum prestur, men tó einamest sum lærari í gudfrøði. Hann giftist í 1967 við Dorotheu Hangebrauck