Karolina Øregaard rundað tey 100 árini

Í gjár var hátíðardagur í Fuglafirði,  tá Karolinu Øregaard, vanliga nevnd Utta, fylti 100 ár. Í hesum sambandi varð skipað fyri føðingardagshaldi í Siloa í Fuglafirði.

Almanna- og mentamálaráðið:

 

Sera nógv fólk høvdu leitað sær hagar at heilsa uppá Uttu. Eisini Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, var við og bar fram røðu fyri føðingardagsbarninum.

Niðanfyri ber til at lesa alla røðuna:

 

Góða Karolina ella Utta sum tygum verða nevnd.

 

Í dag er rættur hátíðardagur her á Fuglafirði. Merkini hava veittrað í húnar hátt, nú tygum Utta rundar tey 100 árini. Ein sermerktur dagur, bæði fyri tygum og øll tygara kæru. At náa so høgan aldur er eitt satt ríkidømi, sum ikki er nógvum unt!

 

Og eg má siga, at tað er mær ein sera stórur heiður, og eg gleðist um at fáa høvið at vera við til føðingardagin her í Siloa í Fuglafirði.  Gott at sleppa at heilsa tygum og tygara avvarðandi henda merkisdag, tøkk fyri tað og hjartalig til lukku við degnum.

 

Tygum Utta eru fødd í Søldafirði hendan dagin, tann 7. oktober 1924. Hagani vóru foreldrini, mamman Henrikka og pápin Victor Danielsen ættað. Her búleikaðust tit fyrstu árini, inntil 1928, tá familjan flutti til Fuglafjarðar. Systkinaflokkurin varð stórur og var tú tann triðja av samanlagt nýggju systkjum.

 

Í Fuglafirði varð fyrsta barnaheimið í gamla Siloa, har pápin eisini tænti sum trúboðari. Inntil tit í 1933 fluttu í egin hús við Gjógvará í Fuglafirði.

 

Pápin ferðaðist sum trúboðari runt alt Føroyaland og er somuleiðis kendur bæði fyri at týða og skriva bæði sangir og fleiri bøkur og har høvuðsverk hansara var at týða bíbliuna. So, at dagurin verður hildin júst í nú nýggja Siloa má sigast at vera sjálvsagt. Tað liggur mær á hjarta at takka fyri týdningin, sum pápi tygara hevur havt fyri føroyska málið. Tað er ongin ivi um at bíbliutýðingarnar hava sín stóra leiklut í, at føroyska málið varð viðurkent sum kirkju og skúlamál í Føroyum og harvið fekk almenna viðurkenning. Ongin tøkk er nóg stór fyri tað. Føroyska málið, sum savnar okkum er hjartaslátturin í samfelagnum, átti í pápa tygara ein slóðara og merkismann.

 

Tit systkini fingu ein tryggan og góðan uppvøkstur í einum gudsóttandi heimi, sum samstundis átti nógvar bøkur og dámdu tykkum so væl at lesa. Og har varð nógv lisið, eisini á enskum máli. Tað at læra enska málið fingu tygum nyttuna av, tá tygum sum ung genta ferðaðist við pápanum í Skotlandi.

 

Hóast tygum, sum vanligt var tá, fór úr skúlanum, tá barnaskúlin var gingin, so leitaði tygum, gløgg sum tygum altíð hava verið, vitan við at lesa og vera forvitin uppá tann góða mátan.

 

Í 1949 giftist tygum Jóhannes Øregaard, ið av yrki var maskinsmiður. Tit bæði bygdu hús og settu búgv uppi í geilini í Fuglafirði. Og saman fingu tit tríggjar døtur: Maria, f. 1951, Rikka, f. 1953 og Elisabeth, f. 1957. Tær báðar elstu búgva í Fuglafirði, meðan tann yngsta er búsett í Havn. Ommubørnini eru sjey og langommubørnini átjan í tali.  

 

Tit bæði sum hjún vóru altíð so gott toymi, sum við trúfesti og kærleikin bygdu eitt trygt heim fyri døturnar. Tá tit mistu Jóhannes í 2008 var tað ein stór sorg, ikki minst fyri tygum, at missa ein góðan mann og tygara høgru hond.

 

Trúføst vóru tit bæði í samkomuni Siloa, tykkara teirra andaliga heim, har tykkara partur ikki hevur ligið eftir, og hagar tit eisini leiddu genturnar.

 

Døturnar minnast aftur á ein barndóm, har mamman arbeiddi heima og passaði hús og heim til lítar, meðan pápin einsamallur vann familjuni til lívsins uppihald. Soleiðis livdu flest øll tá.

 

Var okkurt at ivast í tá skúlatingini skuldu gerast, so varð altíð farið til mammu at fáa hjálp til hetta. Visti tygum ikki at svara, so dugdi tygum at leita fram til eitt svar, í eitt nú leksikon.

 

Og sum tygum eldust og vórðu kropsliga avmarkað, so kom júst lesihugurin tygum so dyggiliga til góðar, og kemur tað meira enn so fyri enn, at tygum sitið upptikin við onkrum teksti.

 

Eitt annað eyðkenni er musikaliteturin. Bæði tygum og systkini lærdu frá pápanum at spæla orgul eftir nótum. Hjá tygum lá væl fyri og var tað tí sjálvsagt, at tygum í nógv ár, saman við øðrum, røktu uppgávuna sum organistur í Siloa. Og helst munnu tygum, sum kórleiðari hjá fyrsta kórinum í Siloa, hava verið av fyrstu kvinnuliui kórleiðarum í Føroyum.

 

Í tygara egna heimi Utta,  áttu tit somuleiðis orgul og tit bæði Jóhannes høvdu bæði sangin og spælið í felag og bæði elskaðu tit allar teir andaligu sangirnar í Guds Fólks Songbók, sum tit sungu og dugdu uttanat.

 

Evnini at yrkja hava tygum somuleiðis fingið í vøggugávu og tvær týðingar eiga tygum í Nýggju Songbók Guds Fólks. Annar hin væl kendi ”Tá ein nýggjan dag tú byrjar, minst at biðja tá”, sum amerikanski sangarin, Charlie Pride, sang í 70 árunum og sum var at hoyra í kvøðuljómum í útvarpinum, ein sera góð týðing.

 

Sum ein av teimum stillu í landinum, hava tygum trivist væl inni í egnum heimi, har tað húsliga við reingerð, matgerð og hondarbeiði, saman við at hugna um inni og úti, hevur verið raðfest.

 

Sum ung lærdu tygum at seyma í Vestmanna. Og evnini til hendurnar og at seyma kom eisini døtrunum tilgóðar og minnast tær við gleða aftur á hvussu spentar tær vóru at fáa nýggjar kjólar og annað til høgtíðir.

 

Tað var ikki fyrr enn í 2016, at tygum flutti á sambýlið Gøtubrá í Gøtu, og eisini har trívast tygum og hava tað gott.

 

Kvinnur frá tygara samtíð, hava veruliga arbeitt og stríðst, og hava við gleði tikið tykkum av heiminum og alt upp børnini. Og vit eru takksom og stolt av tykkum. Nógv hava tit lagt eftir til okkara, ið nú skulu føra arvin víðari fram. Høvdu vit í Føroyum ikki havt átt slíkar slóðbrótandi kvinnur, vóru vit nógv fátækari í dag, bæði andaliga og handaliga.

 

Eg fari at enda við seinasta ørindi úr sálmi, sum pápin, Victor Danielsen, millum so ótrúliga nógvar aðrar sálmar, týddi til føroyskt. Hesin minnir okkum á týdningin, at vit í øllum lutum minnast til at vera til signing fyri okkara medmenniskjum. Soleiðis síggi eg, at tygum Utta hava livað og virkað.

 

 

“Til signing ver! Lat aldri, aldri vikna

Hin kærleika, sum Gud legði í títt bróst.

Tú, Harri, læri okkum elska, signa

Og vera ljós og gera øðrum ljóst”

 

 

Við hesum fari eg enn einaferð at ynskja tygum til lukku á 100 ára degnum og at ynskja tygum eitt blítt lívskvøld við tøkk fyri tíðina, sum okkum er tillutað og ynskja tygum og øllum Harrans signing.

 


Takk fyri

 

Sirið Stenberg landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum