10 og 20 ára starvsdagar í Articon

Í dag skipaði Articon fyri jólahugna á Hjalla í samband við, at starvsfólkini hjá ArtiCon fara í jólaferiu. 

Nógv ymiskt var á skrá. Millum annað vórðu heiðrað 11 starvsfólk, sum øll høvdu havt 10-og 20 ára starvsdag í 2024.

 

Tey, sum hava verið í 10 ár eru: Heini Danielsen, Jana Djurhuus, Sunnvard Andreasen, Heðin Olsen, Birgir Svavarsson, Jón í Soylu, Torkil A. Hansen og Kári Viderø Olsen (væntar á myndini)

 

Tey, sum hava verið í 20 ár eru: Høgni N. Thomsen, Katrin Petersen og Aksel Johannesen.

 

Jón Sigurdsson, stjóri, segði nøkur orð og takkaði teimum fyri teirra trúfesti og ídni.

 

– Hjartaliga tillukku við starvsdøgunum, siga tey úr Articon.