Fríggjadagin 17. mars verður mamma (fosturmamma) mín, 100 ár. Tað er ikki til at fata,
at tú er blivin so gomul, men tað besta av øllum er, at minnið hevur tú so gott enn.
Er tað nakað eg ikki minnist, so ringi eg bara til tín, og tað er altíð eitt svar.
Eg minnist sum tað var í gjár, tá langabbin kom við mær inn til Vágs, eg var 4 1/2
ára gomul tá, eitt stórt trauma fyri eitt barn at koma til fremmand fólk, men við tínum
og Sámalsa kærleika til børn, var tað tað besta fyri meg. Eitt betur heim kundi eg ikki
koma í. Eg havi so nógv gott at takka tykkum fyri, og nógv góð minnir havi eg heimanífrá.
Sum tá je kom heim frá skúla leygardag, tá hevði tú altíð gjørt reint, stívað gardinur og
dúkar, men tað besta var kakan, tú bakaði (trumfurin). Enn tann dag í dag, stendur tað
klárt fyri mær. Ella á jólum. Tá í tíðini vóru ikki so nógvar gávur, men tú goymdi altíð
eina gávu til 1. jóladag, til stóra gleði fyri meg. Eg kundi skrivað síðu upp og síðu niður,
um øll tey góðu minnini, men eg vil heldur snakka við teg um tað, sum vit so mangan hava
gjørt.
Eg havi altíð sagt Gumman. Tað kom av at tá Óla Jákup búði hjá okkum, segði hann
altíð Gumman. Bara man segði hjá Gummuni, so vistu øll hvør tað var. Eg veit at tað er
ein stór gleði fyri teg, hvørja ferð Óla Jákup og tey vitja teg.
Tú hevur altíð verið so góð við øll og er kend fyri at vera tolin og góð. Eg havi ongantíð
sæð teg illa. So eg segði einaferð við teg: »Hvussu ber tað til, at tú ongantíð blívur ill«,
og tú svaraði: »Hvat nyttar at rópa ella blíva illur, tað førir aldrin til nakað gott«. So
satt, sum sagt.
Góða Gumman, takk fyri alt tú hevur verið fyri okkum øll, eg havi so nógv gott at takka
tær og Sámali fyri, at tit hava tikið tykkum so gott av Sámal Paula. Eitt betur heim
kundi hann ikki fáa, eg kann aldrin takka nokk.
Góða Gumman, eg, maður mín, børnini og langommubørnini, ynskja tær hjartaliga tillukku
á 100 ára degnum. Vit ynskja tær ein óforgloymandi dag. Vit elska teg, og Gud vælsigni teg.
Lydia
Her eru nøkur vers, sum Jákup skrivaði, tá tú bleiv 98 ár, tey passa so gott til tín:
Í Toftalíð søgdu øll, Gumman, góð,
hvørt mansbarn har soleiðis segði,
tú góðlynt var og bleiv aldrin óð,
alt gott tú í okkum legði.
Teim 100 tú nærkast, so mensk tú er,
ei bilar við tínum minni,
hvørt smáting tú minnist, nógv betur enn vit,
nú stákast tú einamest inni.
Gumman, vit takka fyri alt
tað, vit frá tær hava nomið,
tað, tú hevur fyri okkum foralt,
og alt, sum frá tær komið.
Roðin í vestri um sólina sær,
Guð signi tær seinastu løtur.
Føðingardagin øll heilsa tær,
Føroyalands synir og døtur.
Hjartaliga tillukku á 100 ára degnum, góða Gumman.