Havið tók teir: 90 ár síðan Norðlýsið fórst

Millum tær mongu vanlukkurnar, sum hava rakt Føroyar og føroysk heim, er tann við Norðlýsinum. Í oktober eru 90 ár síðani hetta hendi

Til jóla kom út bókina “Havið tók teir” við frásøgnum um nakrar av teimum vanlukkum, sum hendar eru fiskimonnum við føroyskum skipum.
Tað eru tó nógvar vanlukkur, sum ikki pláss kundi fáast fyri í hesi bókini. Serliga eru tað nógvar bátavanlukkur, sum skrivað kundi verið um.
Men tað eru eisini fleiri skips­van­lukkur afturat, sum eiga sína søgu, og sum eisini eru ein partur av hesi lagnusøguni hjá føroyingum.
Ein av hesum vanlukkum var “Norðlýsið”, sum fórst fyri 90 árum síðani í oktober 1922.

Lagnutúrurin
Tað var Sámal P. Petersen í Fugla­firði, sum átti skipið. “Norðlýsið” fór til Grimsby við eini fiskalast og mynstraði 6. oktober 1922. Hildið var, at teir vóru farnir á eina grynnu eystan fyri vitan við Spurnhead við innsiglingina til Grimsby náttina til 18. oktober. Eftir tíðini man hetta hava verið á veg heim aftur.
Í bretska blaðnum The Fish­ing News varð greitt frá, at bjarg­ingar­bátur skuldi fara teimum til hjálpar. Men tað var ódnarveður, og tá so flóðin kom, blivu ald­ur­nar sum hús. Manningin var farin upp í mastrina, og teir á bjarg­ingarbátinum sóu menninar og hoyrdi teirra neyðarróp. Teir kundi bara hjálparleysir hyggja at. Men knappliga brotnaði masturin, og menninir hvurvu.
Einasta, sum kom aftur, var um­framt vrakgóðs nakrar skips­kistur, sum róku á land. Ein av teimum kom til Leirvíkar til Johannu, einkj­uni eftir Óla Andreas Hansen. Hvør ið átti hana sást av, at í kistuni var ein kvittan fyri ull.

Síðsti vitnisburður hjá Fredag
Andreas í Tarti í Oyndarfirði, greiddi í 2006 FF-blaðnum frá:
“Eg minnist í 1922, áðrenn "Norð­lýsið" fór av Fuglafirði, nú hevur Fredag Petersen møti við handilin hjá gamla Sámal Petur. Eg minnist so væl, at eg stóð og lurtaði 15 ára gamal omanfyri trappuna norðan fyri forrætningina. Ljósið var ein flagurmús, ein lykt, sum varð nýtt tá í tíðini. Eg meini, at eg fekk eitt lítið hefti við nøkrum sangum, og eg behelt tað. Men eg kann tó ikki minnast, hvørjir sangir, ið vórðu sungnir. Spurningurin er, um hetta hefti kann hava verið týðingar hjá Victor Danielsen. Hann gav fyrsta heftið við føroyskum sangum út í 1920, og tað næsta í 1922. Hetta hevur verið fyrsta møti, eg havi ver­ið á. Fredag, hann kom ikki aftur.”
Fredag var 39 ára gamal. Kona hansara, Amalja, gekk við tí 10-unda barninum, so umstøðurnar vóru ikki góðar. Trygging hevur ikki verið tað stóra tá í tíðini. Inn­tøkan var fiskaarbeiði. Fleiri av børnunum fóru til onnur at vera. Soleiðis var sosiala skipanin tá. Øll komu tey væl undan. Tey blivu øll gift og fingu upp til 12 børn sjálvi. Tá er skjótt at blíva ein stór ætt. Amalja doyði í 1958.
Fredag var annars kendur sum sera íðin prædikumaður, sum nýttu hvørt høvi til at vitna um sína trúgv.
Hann hevði verið innlagdur á sanatoriinum í Hoydølum. Hann var sjúkur í rygginum og mátti liggja nógv niðri. Fredag vildi fegin kunnað seg um tað, sum stóð í Bíbliuni, men hann hevði ikki lært at lesa. Tískil útvegaði hann sær eina stavingarbók, og Elisabeth, kallað Betta, dóttir Elias í Rættará, sum eisini var innløgd, lærdi hann at lesa. Betta var seinna kona Dánjal Paula Egholm, og tey hava júst verið umrødd í seinasta parti í røðini “Hendur ið Sleptu”.
Hóast Fredag kom seg av tuberkl­unum var hann framvegis brekaður og máttu brúka bandagu fyri ryggin.

Theodor misti beiggjan beiggjan
Theodor Johannesen í Fuglafirði skrivaði eina frásøgn í 1982 um hesa vanlukku, sum sonur hansara Frits hevur loyvt okkum at brúka sum keldu.
Theodor (1908-1986) var bróður Martin, ið fórst við “Norðlýsinum” einans 20 ára gamal. Sostatt var hann 14 ára gamal, tá ið hetta hendi. Tað setti seg sjálvandi í minni hans­­ara. Hetta var ikki einasti sorg­ar­leikur, ið Tummas Johan og Johanna Maria, foreldur Theodor og Martin, upplivdu. Tey mistu tvey børn eftir einari nátt - Fridu og Jógvan, ið doyðu av meslingum 30. januar 1929, 19 og 24 ára gomul.
Theodor greiddi millum annað soleiðis frá:
“Tað var tíðliga um heystið 1922, at farið varð at skipa fiskin úr "Only Sister" yvir í "Norðlýsið". Tummas Sigvald Thomsen í Norðragøtu átti “Only Sister”, og hann var skipari sjálvur. Fiskurin varð fiskaður á Eysturlandinum og skuldi seljast í Grimsby.
Martin, bróður, og Óla Jákup á Geilagarði, báðir 20-ára gamlir, høvdu verið við "Vágbingi" (TG 332), ið Julius í Smillum førdi tað summarið. Teir vóru vinmenn og hildu nógv saman. Teir vórðu bidnir at koma við “Norðlýsið” henda túrin.
Meg minnist, at Óla Jákup kom norðan úr Gerði við einum leypi av eplum, ið hann hevði tikið upp. Komin heim áraka hús okkara, fór Martin niðan til hansara. Prátið fall á at fara við "Norðlýsinum". Tá helt annar fyri: "Fert tú við "Norð­lýsinum", fari eg eisini." Sum sagt, so gjørt.
Triði maðurin hiðani úr bygdini, sum fór við, var Fredag Petersen 39 ára gamal sonur Gamla skósa - Sámal Petersen, ið var ættaður úr Funningi og Kristiannu, sum var ættað úr Garðshorni í Oyndarfirði.
Fredag var giftur við Amalju, sum var ættað úr Leirvík. Hann hevði verið við "Ruth" hetta summ­arið sum kokkur.
Sjálvur Gamli Sámal Petur, reið­arin, fór norður til Fredag at biðja hann við sum kokk við “Norð­lýsinum”. Fredag skuldi vera tulkur. Hann hevði siglt nógv við eingilsk­um trolara, og tí lá tað raðið fyri hjá honum at tosa enskt. Hann hevði siglt í fleiri ár út frá Grimsby við trolara, sum fleiri fuglfirðingar tá á døgum gjørdu.
Fredag gav ikki svar beinanvegin, men mátti samráðast við konuna um hetta. Svarið frá konuni var: "Tað mást tú best vita sjálvur!"
Hvussu var og ikki, Fredag fór við, og allir mynstraðu 6. okt. 1922, og teir fóru avstað dagin eftir.

Seinasta møti
Sama kvøldið helt Kristian M. Otte­sen, trúboðari, møti í Gamla skúla. Hann kom til bygdina summ­arið 1922 og var her til 1926. Eg kann minnast, at Óli, skiparin á Norð­lýsinum, stóð uppi við pultin og talaði. Hann brúkti tekst úr einum av Dávids sálmum. Til endans helt hann fyri, at nú skuldi hann og skipsfelagir hansara út á eina ferð, ella reisu, sum hann ikki hevði roynt áður. Fyri mær ljóðaði hesin túrur so møtimikil, at hetta fór at vera teirra lagnuferð. Feigdin dregur, og fátt man feigum forða.
Møtið varð so endað, og tá ið komið var útum, helt Fredag eina stutta røðu um frelsuna í Jesusi. Øll lýddu á hann. Hetta kvøldið var sera vakurt veður. (Tað man vera hetta Andreas í Tarti mintist). Fredag var tann fyrsti í Fuglafirði, ið hoyrdi til Brøðrasamkomuna.
Dagurin hin 7. oktober rann upp við besta veðri. Martin kom inn á kamarið hjá Kristjani og mær, stóð upp við durastavin og greiddi frá einum dreymi, hann hevði havt um náttina. Hann kom gangandi heimi á Sandi, hann var lágur í ættini, og lá eitt ótal av sprekum fram við sjóvarmálanum. Hann helt hetta vera ein undarligan dreym.
Tað kom at vísa seg, at Martin hevur verið sanndroymdur. Teir, ið fórust vóru: Óli Krossteig, skipari, Óli Andreas Hansen og Sámal Mart­in Samuelsen við Keldu - allir úr Leirvík, Tummas Sigvald Thomsen við Gil, bestimaður, Norðra­gøtu og Fredag Petersen, kokk­ur, Martin Johannesen og Óla Jákup Jacobsen - allir úr Fugla­firði.

Seinasta bønarhaldið fyri Martin
Sum siður var, tá ið farast skuldi av stað, varð farið til tey nærmastu at siga farvæl. Mær er fortalt, at Fredag var inni hjá Alexanduri - Alexandur av Eiði - og segði farvæl, og hildu teir bøn saman, áðrenn teir skiltust.
Faðir mín, Tummas Jóhan hevði altíð bønarhald við okkum, tá ið vit fóru avstað. Soleiðis var eisini, tá ið Martin fór út á sína seinastu ferð. Hann las úr sálmi Dávids nr. 71 ørindi 1 til 8. Hjá tær, Harri, søki eg skjól, lat meg ongantíð verða til skammar o.s.fr. Ofta vóru av­bygdarmenn, ið við vóru, við til hetta bønarhald heimi í Toftum hjá foreldrum mínum.
Fyrrapartin fór Martin oman í Støð. Faðir fylgdi honum. Hetta var føðingardagurin hjá pápa 7. okt. “Norðlýsið” hevur óivað ligið fyri teymi, tí varð róð um borð.

Áleiðis við Frelsunarherinum
Veðrið var gott, og eingin ond rørdist. Ein motorbátur sleipaði “Norðlýsið” suður úr Borðoyanesi. Hetta var neyðugt, tí hetta var áðrenn skip fingu motor. Við motor­bátinum vóru tríggjar kvinnur úr Frelsunnarherinum, ið búðu í Fuglafirði. Báturin skuldi leggja inn á Havnina við teimum, tá ið sleipið var liðugt.
Meðan “Norðlýsið” varð togað út av Fuglafirði, sang manningin saman við tær tríggjar kvinnurnar sangin: “De kommer fra øst og vest”.
Tað var sera stilt henda dag, so ljómurin frá hesum sálmi hoyrdist væl í bygdini. Tá ið komið varð út fyri Leirvík, blástu tær í horn, og hoyrdist hetta til lands. Onkur eldri leirvíkingur hevði hetta á munni síðani.
Í nov. ella des. 1922 helt Vil­helm Nielsen prestur, ( 1873-1931), minn­ingarguðstænastu í Fugla­fjarð­ar kirkju um teir, ið fórust við “Norð­lýsinum”. Teksturin, hann nýtti, var úr sálmi Dávids nummar 50 ørindi 15: “Heit so á meg á neyðar­degi, eg skal bjarga tær, og tú skalt lova mær!”

Frelsunarherurin í Fuglafirði
Tær tríggjar kvinnurnar, ið fóru til Havnar við motorbátinum, búðu í hús­inum hjá Katrinu Sofíu, jarðar­móðr­ini, har tær í kjallaranum høvdu eina lítla kaffistovu. Tann elsta, Mina, var dani. Tann næsta var ís­lendsk og æt Svava Gísladóttir. Tann yngsta var ein ung donsk genta.
Á niðara veggi á sethúsinum stóð skrivað:
Frelsens Hær
Salvation Army
Gæste- og Sømandshjem
Sailors Home

Frelsunarherinum var í Fuglafirði til 1926.
Um summarið 1927 var eg við "Guide Me" á Eysturlandinum og vóru vit inni á Seyðisfirði. Eitt kvøldið vóru nakrir av manningini á møti hjá Frelsunarherinum. Millum aðr­ar, eg kann minnast, sum vóru við, vóru Poul Reines, bróðir, og Chr. Jensen av Hellunum. Boðið var til kaffi eftir møti. Hetta vóru tær somu kvinnurnar, sum høvdu verið í Fuglafirði og búð í húsinum hjá Katrinu Sofíu. Tann elsta av teimum, Mina var deyð. Svava og tann yngsta av teimum greiddu frá ferðini til Havnar á sinni, tá ið “Norðlýsið” varð sleipað suður úr Borðoyanesi. Lagt varð afturat, at tá ið leyst var, sigldi motorbáturin fram við Norðlýsinum, og sagt varð farvæl. Sóust tey ikki aftur her, so skuldu tey síggjast aftur í Himmiríki.” Hetta var frásøgnin hjá Theodor.

Advarsel til Fiskerne
Tað er klárt, at hetta hevur verið hart hjá teimum eftirsitandi. Kanska hava tey havt eina kenslu av, at trygdin ikki var í lagi, tí 21. februar 1923 er hesin stubbin á for­síðuni í Dimmalætting:
Paa Grund af Slup Nordlysets Forlis med hele Besætningen føler jeg trang til til at erindre alle Fiskerne om at undersøge Skibet nøje pg paase, at alt er i saa god Stand, som Loven byder, før de mønstrer paa, særlig Redningsmidlerne, saa det ikke sker oftere, som det nu gik med nævnte Skib, hvor der, som det siges, ingen Redningsmidler var om Bord.
Ved at læse disse Linjer i Bladet haaber jeg, at Overmyndighederne ikke vil undlade at irettesætte saa­danne Forsømmelser saa strengt, at det skal være en god Lære­penge for Eftertiden.

Fuglefjord, den 30. Januar 1923.

S.P. Petersen
Skomager

Greinskrivarin var pápi Fredag. Hann man hava hildið, at trygdin ikki var í lagi, og hesum hevði hann uttan rætt í.
FF-blaðið, málgagnið hjá Føroya Fiskimannafelag, tók eisini henda spurning upp í blaðnum 9. no­vember 1922.
Her verður hildið, at tað er syrgi­ligt at slíkt skal henda, tá ið allur flotin var sloppin úr tí sanna vandanum, nevniliga sjálvan tann vandafulla fiskiskapin undir Ís­landi.
Sagt verður eisini, at hetta er ikki fyrstu ferð, at skip eru farin á niðursigling á heysti. Eitt annað dømi var Puritan í 1920. Blaðið helt, at tað var ikki forsvarligt at senda skipini full av fiski á vetri á hesar leiðir, har skipararnir ikki vóru meinkunnigur
Um hesa vanlukkuna kundi bert gitast, men tað var FF-blaðnum kunnugt, at vitaskipið uttanfyri Spurn fyri kortum var flutt 6 sjómíl til havs. Men visti skiparin ikki hetta, og hann ikki hevði dagført sjókort umborð, kundi tað vera orsøkin til ólukkuna.
Blaðið endar við at spyrja:
Hvussu leingi vil tað vara, til vit innsíggja, at niðursiglingin við sluppunum um heystini í royndum er okkara landi til meira tap enn vinning, tá alt verður tikið við i rokningina?
----


Komandi partur:
Komandi Miðvika verður um óeydnisárið 1949 hjá Kjølbroskonnartini Lillie, tá teir vóru út fyri trimum óhappum, og í tí seinasta mistu tveir menn.