Tá ið tosað verður um Krákustein er í veruleikanum talan um tey húski við hvør sínum eftirnavni, sum báðar búsettust á Krákusteini. Tað er Samuelsenhúskið, sum seinni fekk sær eftirnavnið Kragesteen, og so tey sum itu Sørensen.
Peder Hans Solmunde Sørensen f. 10. januar 1844 kom úr Byrginum í Søldarfirði, har Solmunde framvegis er ættarnavnið. Hann giftist við Charlottu Andreassen f. 16. september 1851, sum var dóttir Andreas Andreassen, skraddaran í Dali og fyrru konu hansara Elsebeth Helene Jacobsdatter av Selatrað. Hon doyði í barsilssong í 1853. Tað man hava verið við næsta barninum.
Petur Hans bygdi húsini á Krákusteini í 1878. Fólkini á Krákusteini fingu nógva umrøðu í røðini, vit høvdu í Miðvikuni um Egil Djurhuus, tann unga deyðsjúka abbason Johan Christian Djurhuus, Faktorin í Klaksvík.
Tey vóru so ófør at vitja Egil, sum lá so lágt. Hetta gevur eisini eina ja-liga mynd av hesi familju.
Tað er sagt í fólkateljingum um Peter Hans, at hann var »politimenig, fisker og landbruger.«
Tey bæði fingu børnini:
Elsebeth Helena f. 1878
Cathrina Maria f. 1881
Søren Sofus f. 1883
Andrea Jacobina f. 1886
Í gamla kirkjugarði liggja Charlotta og Peter Hans saman við dóttrini Elspu Lenu.
Tað er ikki nógv sum annars alment er skrivað um tey. Men langabbasonur Peter Hans, Mannbjørn Jacobsen úr Sørvági, hevur skrivað eina frálíka lýsing av húsinum á Krákusteini og um tey trý, sum nú liggja saman undir »grønu torvu.«
Charlotta og Peter Hans
Vit hava fingið loyvi frá Mannbjørn at taka brot úr hesi frásøgn. Fyrst er tað um Charlottu og Peter Hans.
Petur Hans Sørensen var ein av hernaðarpolitistunum á Skansanum. Á kendu myndini av »politikorpset« situr hann í fremstu røð ytst til høgru, beinini eitt sindur spjadd og sápulin millum tey. Búnin er myrkabláur dupultknappaður jakki við gulum jarnknappum. Hann er helst í ljósabláum buksur og í sjó- ella marinukeppi, har á stóð Politikorpset. Til útgerð hoyrdi sápul. Slíðrin er heftur í breiða hvíta skráreim, og rifla við langari spískari bajonett. Útgerðin er varðveitt á forngripasavninum.
Peter Hans var á vakt á skansanum ávísar tíðir, og hann var á bygd í ørindum viðhvørt. Mannbjørn spurdi Lenu, um pápin onkuntíð fekk brúk fyri vápnum sínum. Vanliga ikki, men einaferð hevði hann sett skøvningin við skaftinum av sáplinum fyri bringuna á einum ófriðarligum manni. Tað var nokk til at hesin sissaðist.
Politijakkin hekk á vegginum í húsinum á Krákusteini umbroyttur til vanligan jakka av Sørini, soni Petur Hans.
Peter Hans átti eina hampiliga trøð úti við Strond, sum sonur hansara seinni tók yvir.
Lena
Aftaná at hini systkini vóru gift út og foreldrini vóru deyð, búði Lena einsamøll í húsinum á Krákusteini, til hon doyði 86 ára gomul í 1964. Lena var sera vinsæl og hevði ofta vitjan.
Hon fekk til arbeiðis at røkja forngripasavnið. Eitt arbeiði hon hevði nærum lívið út.
Hon vísti runt og greiddi frá lutum á Forngripasavninum fyri vitjandi. Eisini vóru nógv útlendskt vitjandi. Her fekk hon ein skara av vinum og kenningum. Mong teirra sendu henni postkort aftaná. Onkur teirra vóru kend frá almenna lívinum. Ein teirra var Bodil Koch, kend sum kirkjumálaráðharri hjá Jens Otto Krag. Hana hevði Lena fast brævaskifti við. Bodil Kock vitjaði aftur og var inni hjá Lenu meira enn einaferð í samband við almenn ørindi í Føroyum.
Kanska er tað frá forngripasavninum, at Lena kom at kenna K. Bang, kendur sum stjóri á marinustøðina, og konu hansara. Tey gjørdust góðir vinir. Lena varð viðhvørt boðin yvir í borgina hjá teimum yvir við Strond.
Lena bjóðaði ofta útlendskum vitjandi til hús. Her var altíð ein streymur av ferðandi um sumrarnar. Summi hugdu bara. Summi teknaðu lutir upp ella tóku myndir.
Starvið sum forngripavørður hevði Lena í úti við 20 ár. Hon væntaði at fáa dannebrogordan frá kongi fyri tað. Tað var nær við, at tað eydnaðist. Men tey vildu verða við, at hon bara hevði verið 19 ár á Forngripasavninum, tá ið kongur einaferð var og vitjaði.
Tá vitjandi vóru heima hjá Lenu, kundi hon finna uppá at spæla urgu fyri teimum. Urgan stóð inn av hurðini høgrumegin í minni stovuni. Um áhugi var, kundi hon vísa teimum, hvussu tey spunnu fyrr.
Lena kundi eisini vísa teimum, hvussu tey brúktu grúgvuna fyrr. Hartil hevði hon altíð brenni liggjandi til grúgvuna og til at leggja í bíleggjaraovnarnar. Sjálv hevði hon ein primus á einum stóli við síðuna av grúgvuni til at kóka á. Tá ketilin kókaði, minnist Mannbjørn, at Lena segði, at »nú snurraði.« Hetta var fyrstu ferð, hann hoyrdi tað.
Lena gekk vanliga í svartari alpuhúgvu. Hon var eitt sindur dimt og gamalkent klødd, sum enn var vanligt hjá eldri konufólki. Hon var heldur kløn og eitt sindur boygd framyvir. Hon tosaði nokk so títt, og Mannbjørn helt nógv danskt var ímillum. Hetta var meira vanligt í Havn enn á bygd. Fyri Mannbjørn var hetta ein rødd frá tíðini áðrenn aldaskiftið í gomlu Havnini. Lena var andsfrísk til tað síðsta. Hon doyði av meini, hon klagaði um í fleiri ár. Tað vísti seg at vera krabbamein í maganum.
Hon hevði annars, burtursæð frá, at hon sum lítil smágenta hevði havt óreinu barnasjúkuna menigitis, havt góða heilsu alt lívið, so tey ivaðust ikki í, at hon náddi teimum 100! Systrarnar blivu eisini sera gamlar.
Hini børnini
Tey í húsunum har høvdu verið fýra børn. Sørin, sum var næstyngstur, giftist við Onnu Julinu Matras úr Klaksvík. Mamma hennara var Anna Malena, sum var serstakliga røsk at vitja Egil. Søren búsettist beint yvir av húsunum á Krákusteini. Hann doyði lutfalsvís ungur. Katrina giftist við kenda skiparanum Sámal Cristiansen í Hvannasundi. Tey búsettust úti á Landavegnum. Yngst var Andrea, omma Mannbjørn. Hon giftist við Mortan Mortensen í Mýruni frá Øravík. Tey búsettust á Tvøroyri um byrjan av fyrra heimsbardaga.
Í komandi parti verður greitt frá Johannes Nicolajsen, fyrsta keifúta í Havn