boði. Ikki man tað vera av leið, at AP Møller telist millum teir arbeiðsgevarar, sum hava havt flest føroyingar í arbeiði. Tá er landskassin ikki tikin við. HÓAST Mærsk Mc-Kinney Møller er komin til Føroya [...] eru ikki Danmark. Føroyar eru eitt land, har mytur og gitingar hava góðan gróðrarbotn. Einasti máti at forða fyri slíkum er at vera minni afturlatin - meira opin. Tað skal tí verða okkara ráð til AP Møller [...] og skulu vit bjóða Mærsk Mc-Kinney Møller vælkomnan til Føroya. Føroyingar hava altíð dámt væl at verða róstir fyri sítt gestablídni, og har tað ikki verður gjørdur munur á høgum ella lágum - á stórkapitali
tann, at taka vit ikki bíbliuna í álvara, so taka vit heldur ikki menniskju í álvara. Taka vit ikki syndina í álvara, so taka vit heldur ikki Jesus í álvara. Tá verður krossurin gjørdur til eitt bert eiti [...] prent, er skelkandi. Eg spyrji sorgarbundin: Lesur hann ikki Bíbliuna? Er hon ikki rættisnórur fyri boðan, lív og levnað innan kirkjugátt? Við atliti til spurningarnar eru vit fleiri, sum tí spyrja: - Hvat [...] Hví skulu teir prestar, sum í samvitsku síni eru bundnir til Bíbliuna, og sum hava tað 1900 ára gomlu kirkjuligu áskoðanina, ikki fáa loyvi til tað, (men helst blakast út)? - Hevur kirkjan tikið feil øll
hon ikki virkar. Foreldrafelagið hevur víst á í uppskoti til nýggjar reglur fyri upptøku, at føðingardagurin eigur at verða nýttur sum uppskrivingardagur. - Hinvegin hevur kommunan ikki skyldu til at útvega [...] Vit fara at síggja til, at skeringsdagurin 1. jan. næsta ár, tá ið upptøkureglarnar skulu koma í gildi í seinasta lagi, verður yvirhildin, og at reglarnar koma at virka til fulnar. Ikki minni vísa á skeivleikar [...] grundgeving, at hesir pengar kunnu verða betur brúktir til varandi loysnir, sum til dømis at byggja nýggjan stovn fyri. Foreldrafelagið kærdi Tórshavnar býráð til Kommunala Eftirlitið í nov. í fjør fyri at veita
eg kenni ikki til nógv dømi, har hetta verður gjørt. Tað er dýrt hjá teim privatu arbeiðsplássunum, tá ið kvinnur fara í barnferð, tí tey hava ongan grunn sum tey almennu arbeiðsplássini til at rinda [...] arbeiðsplássini, ið rinda kvinnum fulla løn í barnferð, fáa rætt til dagpeningin, kvinnan annars hevði fingið, og tískil fáa tey ráð til at seta avloysarar, sigur Turið Debes Hentze. Størri javnseting av [...] fara ikki niður í løn, tá ið tær fara í barnsburðarfarloyvi. Hetta fer at ávirka heilar familjur, og er fíggjarliga grundarlagið í lagi, ber kanska lættari til at fáa longt barnsburðarfarloyvi til gagns
kemur aldrin aftur. Brúkið tað til at víðka sjónarringin. Til at ferðast og síggja onnur lond. Til at royna ymisk sløg av arbeiði. Brúkið hesa tíðina - hetta frælsið - til at royna alt tað, sum nógv av [...] men tit heldur vilja til skips - jamen so farið til skips. Tað eru nógv fólk við stórari succes í samfelagnum, sum í veruleikanum ongantíð ætlaðu sær at blíva til tað, sum tey blivu til. Tey fóru leiðir sum [...] at steðga á. Til endans stendur maðurin einsamallur og prædikar - eingin lurtar. Tá kemur einferð ein yvir til hann, og spyr hvussu tað ber til, at hann tímir at halda fram. ?Dugir tú ikki at síggja, at
seinast Til seinastu oyggjaleikirnar var føroyska svimjilandsliðið rættuliga ungt og óroynt. Nógvir av teimum royndaru svimjarunum sluppu ikki við, og hetta var uttan iva ein av høvuðsorsøkunum til, at úrslitið [...] Olsen, hava bæði drúgvar royndir sum kappsvimjarar sjálvi, so óivað hava tey nógv góð ráð at geva liði sínum, sum skal til Gotlands at verja teir føroysku litirnar. Umframt at føroysku svimjararnir skulu luttaka [...] eru undir øllum umstøðum góðar til okkara svimjarar, og spennandi verður at fylgja við í kappingini hjá teimum. Einamest spennandi verður at fylgja Ásbjørn Hansen, sum til dagligt býr í Danmark, har hann
skúlabørnini fóru ein túr til gongu út í náttúruna. Sagt var frá søgum, ið høvdu tilknýti til tey ávísu støðini, ið vit sóu. - Hvør okkara minnist ikki Hilmar at greiða frá, tá vit komu út til Víkar, um Karpa og [...] og fjarfiskiskapi. Síðan gloyma vit ikki virðismiklu barnasangir og fosturlandssangir okkara, sum hann lærdi okkum - sum eisini gjørdi sítt til, at vit fingu alsk til land okkara og vøkru náttúruna. - Tað [...] okkara upplivað Hilmar - sum hin fryntliga mannin, ið vit høvdu álit á og sum vit altíð kundu leita ráð hjá. Mong okkara, sum í dag eru foreldur og hava børn í skúlanum, hava eisini havt Hilmar sum lærara
haldi eg, at vit leikliga vóru omaná, og í báðum førunum fingu vit einki burturúr. Tað hava vit ikki ráð til eina ferð afturat, sigur venjarin, sum staðfestir, at Egin Høgnesen, sum hevur vant tríggjar tær [...] Tomislav Sivic visti eftir døgurða í gjár ikki, hvussu liðið hjá honum fer at síggja út, tá NSÍ í morgin kemur í Gundadal, har teir í Runavík vunnu á HB fyri einum góðum mánaða síðani. Hjá B36 er tað felags [...] eru lyklaspælarar. Í hesi vikuni hevur tað eisini verið felags fyri hesar spælararnar, at teir hava ikki vant. Tríggir teir síðst nevndu eru skaddir og sera ivasamir, og John Petersen hevur ligið við fepuri
tað eisini armurin og fóturin hjá mær - ikki á mær. Tað má merkja, at bróti eg fótin hjá mær, ber til at ganga við honumí lummanum. Og til endans eini góð ráð til tey, sum ferðast í bilum. Nú bergholini [...] góðan karakter, koma til hús og skulu skifta buksir: Eg fari ikki í hesar buksirnar tí teir eru for lítlir. Eg passi ikki hasar skógvarnir. Hesir sokkarnar eru á hol. Eg dámi ikki grind. Vit sigldu runt [...] Hestoyggina og Vágoyggina; ikki kundi tað verið runt Hest og runt Vágarnar (Hestoyggin og Vágoygginfinnast annars ikki millum oyggjarnar á Føroyakortinum). Hann fór álíkavæl; hví ikki tað góða føroyska orðið:
sambandi tínum til oyggjarnar? Mia Ellis: Eg kenni tað sum ein heiður at hava búð í Føroyum og at hava føroyska ætt. Hóast eg havi búð meginpartin av mínum lívi í Amerika, føli eg ikki, at eg nakrantíð [...] eftir at eg hevði lært málið. Eg flutti aftur og fram úr Føroyum til Amerika, tá ið eg var ung, men mær hevur altíð dámað at komið aftur til klettarnar, og eg hopi at vitja aftur í heyst. JC: Er tað hart [...] Tað er. Tá ið eg var ung, vildi eg ikki fara úr Føroyum aftur. Ofta havi eg endurlivað ta tíðina í lívi mínum aftur. Tað var ringt at fara frá mínum vinum. Eg vildi ikki missa tann partin av mær. Eg haldi