Tomislav Sivic visti eftir døgurða í gjár ikki, hvussu liðið hjá honum fer at síggja út, tá NSÍ í morgin kemur í Gundadal, har teir í Runavík vunnu á HB fyri einum góðum mánaða síðani.
Hjá B36 er tað felags fyri John Petersen, Jákup á Borg, Jens Kristian Hansen og Djóna N. Joensen, at teir eru lyklaspælarar. Í hesi vikuni hevur tað eisini verið felags fyri hesar spælararnar, at teir hava ikki vant. Tríggir teir síðst nevndu eru skaddir og sera ivasamir, og John Petersen hevur ligið við fepuri. Í gjár vónaði venjarin, at John verður við, men tað var ivasamt.
? Tað harmar meg sjálvsagt, at vit eru so meint raktir, og tað harmar meg nógv, at vit hava mist so nógv stig. Í toppdystunum móti HB og KÍ haldi eg, at vit leikliga vóru omaná, og í báðum førunum fingu vit einki burturúr. Tað hava vit ikki ráð til eina ferð afturat, sigur venjarin, sum staðfestir, at Egin Høgnesen, sum hevur vant tríggjar tær síðstu vikurnar, verður í málinum.
Nøgdir við javnleik
Trygvi Mortensen, venjarin hjá NSÍ, ásannar, at hansara lið hevur havt trupulleikar at mynda spælið móti botnliðunum úr Suðuroy, men hann fegnast samstundis um, at úrtøkan hevur verið seks stig:
? Bestu leikligu avrikin hjá okkum hava verið í Klaksvík, har vit taptu ov nógv, og so móti HB, tá vit vunnu. Nú hitta vit aftur eitt gott lið, og so vóni eg, at vit fara at endurtaka sigurin móti HB. Vit vera eisini nøgdir, um vit fáa javnleik, men málið er at vinna, sigur NSÍ venjarin, sum hevur allar sínar spælarar tøkar.