Tá ið einki innihald er í snakkinum

Rætt er, sum onkur hevur funnist at her í blaðnum, at farið verður ov illa um móðirmálið. Og tað harmliga er, at málspillan hevur árin á okkum øll; vit vita ikki av fyrr enn vit sjálv brúka og úttala orð, sum menniskju, vit dagliga snakka, liva ella starvast ímillum, nýta.

Men verri er tá ið orðini hvørki eru málsliga røtt, men eisini uttan innihald.

Hvussu avlaga málið í fleiri førum er, kann her vera nevnt við nøkrum dømum:

Næmingar, sum ganga á hægri skúlum og, sum annars hava góðan karakter, koma til hús og skulu skifta buksir: Eg fari ikki í hesar buksirnar tí teir eru for lítlir. Eg passi ikki hasar skógvarnir. Hesir sokkarnar eru á hol. Eg dámi ikki grind.

Vit sigldu runt Hestoyggina og Vágoyggina; ikki kundi tað verið runt Hest og runt Vágarnar (Hestoyggin og Vágoygginfinnast annars ikki millum oyggjarnar á Føroyakortinum).

Hann fór álíkavæl; hví ikki tað góða føroyska orðið: Hann fór kortini? Hví taka akademikarar, løgtings- og landsstýrismenn uppaftur og uppaftur: Eg trúgvi tí at tað nokk fer at ganga? Hví halda ella meta teir ikki at tað man fara at eydnast?

Hevur tað ikki altíð verið sagt: Eg havi varðveitt trúnna á Guð, og ikki sum nú; Eg havi varðveitt trúgvina á Guð?

Ein blaðmaður var fyri tíð síðani umborð á nýggjum fiskifari har hann hevði samrøðu við skiparan um ymisk tól á dekkinum: »So vóru vit eisini uppi á brúnnini« visti blaðmaðurin at skrivað.

Í sendingini »Máltráðurin« helt verturin ein dagin fyri við lurtara: Ja, nú hava fólk nógva ístandgeringartíð til summarið. Ikki kundi tað verið at tey gera seg til reiðar at fara at ferðast í summar?

Ein deknur, sum hevur lisið Faðirvár á kórsgáttini í eitt mannaminnið, mátti onkuntíð av óvart havt kaga í bókina og sæð at har stendur ikki: Heilagt verið navni títt, men heilagt veri navn títt.

Ein bilur fór útav vegnum norðan fyri Ljósáir í gjár. Eingin bygd eitur Ljósáir, men Ljósá og Svínáir. Í summar vóru vit í Sandi. Ilt var at meta um, um gestirnir høvdu verið heima á Sandi ella aðrari bygd í Sandoynni.

Í Útvarpinum nú á døgum verður eitt sjóøki ofta nevnt í tíðindasendingunum: Persaraflógvin, en í næstu sending kann sama øki gott eita Persiskiflógvin, og uppaftur í triðju tíðindasendingini: Persiaflógvin. Ja og í fjórðu sending: Persiskabuktin. Og meðan vit eru við Útvarp Føroya. Fyri nógvum árum síðan stóð eg í umleið hálvan tíma og samráddist við ein av gomlu útvarpsgarpunum um eina kunngerð. Hon skuldi ljóða: Møti verður í NN í kvøld kl. 20.00. Men tað gekk ikki, hóast eg sjálvur skuldi gjalda fyri kunngerðina. Nei, fekk eg at vita frá útvarpsperfektiónistinum, teir kunngjørdu ikki møtir, men eg kundi gott sleppa at hava fund í NN um eg vildi, men ikki møti.

Eg meini tað, lurta eftir hvussu perfektibel Útvarp Føroya er í dag 1999!

Áður æt tað: Hann reypar óført. Nu er hann farin at reypa sær, líka sum tann, ið rósar sær av onkrum. Og trúgv mær ella ikki, væl skúla fólk, ein snakkar við av og á, og, sum áður plagdu yppa øksl, eru nú farnir at yppa upp um øksl.

Tað er ikki eiti á flaksan tá ið útvarpsmaðurin sleppur øllum tednunum á flog í kabinuni á einum ferðafólka-flogfarinum. Stewardessa eitur flogterna á føroyskum, úttala terna. Tedna, stava terna, er ein flytifuglur, sum kemur á Halvarsøku og ger sera skjótt av áðrenn hon aftur leggur leiðina suðuraftur móti heitari londum.

Áður æt tað bilurin, húsini ella báturin hjá mær. Nú eitur tað eisini armurin og fóturin hjá mær - ikki á mær. Tað má merkja, at bróti eg fótin hjá mær, ber til at ganga við honumí lummanum.

Og til endans eini góð ráð til tey, sum ferðast í bilum. Nú bergholini gerast fleiri og fleiri og fólk siga seg koyra oftari og oftari undir tennelunum. Vælsignaði koyrið ígjøgnum tunnelirnar, ikki undir teimum. Tað er nógv skjótari og lættari.


John S. Myllhamar