Skálar og aftur, hevði ikki nógv uppá seg. Pápi hennara røktaði í Norðara parti í Skálafjalli og í Miðhaga. Í lembing var gingið nógv í haganum. Tað kom ofta fyri, at hann kom fram á ær, ið var lambssjúk [...] sjey ára gomul fer hon so í skúla her inni í Skálafirði. Skúlastovan var norðara stovan í húsinum uppi hjá Marjusi. Lærari var Jóhan Johannesen, hin so navnframi Gamli lærari. Men í 1932 verður hann avloystur [...] vatnið at kóka og at drekka hjá fólki, mátti tú niðan í ein hyl í mataránni eftir. Sjálvandi var korn eisini velt inni í Skálafirði. Kvørnin Niðri í Stovu stóð uppi á loftinum. Eplir skuldu setast niður
hjá Terja í mong Harrans ár, hevur eina rúgvu av tekstum liggjandi. – Eg klári slett ikki at fylgja við har, sigur Terji Rasmussen. Endaði í Nólsoy Í 2001 var Terji Rasmussen, sum tá búði í Keypmannahavn [...] 11-12 ára gamal, tá Rockboys var sett á stovn. – Vit fluttu so yvir á Reyn har vit búðu í nokk so nógv ár í eini íbúð í Klettgarðinum. Eg fekk so eitt trummusett, tí nú skuldi eg verða trummusláari. Har [...] ein annan bólk, ið kallaðist Funkies. Og teir spældu so saman í nøkur ár. – Vit spældu fyrstu ferð á Sandi í 1979, og so gek tað bara slag í slag. Vit spældu so at siga hvørt einasta vikuskifti, og vit
mánakvøld millum kl. 21-22. AA í Vági AA fundir verða í Undirhúsinum onsdag og leygardag kl. 19. AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld kl. 19 og sunnudag kl. 16 (á loftinum, inngongd [...] verður messa í Kerit kl. 17.30. Leygardag verður messa í Kerit 11.30. Sunnudag kl. 11 hámessa v/Torsten Jortzick, prestur í Mariukirkjuni. Sunnudagsskúli kl. 14. www.katolsk.fo Lívdin í skúlanum við [...] 19:30 verður Aglow í hølunum hjá Frelsunarherinum. Ann Dahl Hansen kemur at luttaka. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar. Missiónsvika í Kvívík Missiónsvikan verður hildin í Glæmuni í Kvívík frá hósdegnum
Ólavur. Møguliga flyta til Føroya í summar – Tað eru tvey pláss, eg hevði kunnað tonkt mær at búð, í Runavík ella í Árnafirði. Árnafjørður hevur eitt heilt serligt pláss í hjartanum hjá Ólavi. Har hevur [...] hendi í senn. Fyrst doyði Synnøve í mars. Síðan varð í mai staðfest, at Ólavur var álvarsama sjúkur, og sum um tað ikki var nóg mikið, so bleiv hin systurin, Maud, sett á bíðilistan til nýtt hjarta í juni [...] lívið hjá okkum í 2007 í roynd og veru júst sum hjá øðrum barnafamiljum. Tó vóru vit enn nógv bundin at sjúkrahúsinum, sigur Jona. Mátti fáa nýtt hjarta í stundini Tað var 16. juli í 2008, at Ólavur og
Frederiksen í 1976 sum lærari í Porkeri, og vit vóru so tveir einir í gamla skúlanum, til vit fluttu niðan í nýggja skúlan í 1984. Tó so, ein kona í Porkeri, Judith Mortensen, undirvísti í fleiri ár í hondarbeiði [...] sum fimti lærarin. Góðar umstøður Í 1967 gjørdist Hilmar Bech fyrstilærari í Porkeri. Í 1963-64 var hann á árskeiði á Danmarks Lærerhøjskole og í ´87 - '88 á ársskeiði í Havn, umframt onnur skeið, hann hevur [...] ganga túrar í náttúruni við skúlabørnunum. Eisini hevur verið siður í mong ár, at børnini í 6. og 7. flokki fara ein túr norður um fjørð, so tey vitja uttanfyri Suðuroynna, meðan tey ganga í skúlanum. Tingmaður
og Tinghelluna. Í dag búgva 139 fólk í Skálafirði. Ein bygd í støðugum vøkstri. Táið eg byrjaði í verandi starvi, 1. januar 2016, vóru tit 112 í tali. Apropos fjølskylda, so man eg vera í slekt við ein stóran [...] hevði verið sum í norðurlondum annars um tað mundið, at fólk høvdu roynt eydnuna á amerikanska meginlandinum. Niðursetan í øðrum bygdum, sum í Skopun, Funningsfirði og eisini í Skálafirði, kom í lag, tí at [...] vegamót. Fyrsta fólkatingsvalið í Føroyum, eftir at danska grundlógin avloysti kongaliga einaræðið, var í 1851, og einasti valstaðurin í Eysturoy var her í bygdini - í Skálafirði. Tá var bygdin lítil –
trolaralógin, sum kom í gildi í apríl 1898 fekk sín stóra part av skylduni av innrásini við Føroyar, tí at tað skuldi vera so nógv ?bíligari? at vera tikin í føroyskum sjógvi enn í íslendskum, umframt tað [...] lemmarnir festir beinleiðis í sjálvt netið, í sjálvar vengrirnar á trolinum, har sum rammurnar við gangarunum áður høvdu verið festar í bummtrolið. Tað var ikki fyrr enn í 1923, at næsta kollveltandi [...] kvøldið í skýmingini í januar mánað 1900 koma Hanus bóndi á Eiði og hansara manning tøssandi inn av Norðhavinum í árabáti. Tá kemur uttanífra ímóti teimum ein trolari grøvandi við fullari ferð, og í tí hann
gera við, at í farnum tíðum umsat kvinnan í stóran mun uppaling og umsorgan, meðan maðurin var í fjøllunum, í bjørgunum og á havinum. Tað er sera sannlíkt, at starvspreferansurnar hjá kvinnum í dag eru ein [...] droyma okkum aftur í ein heim, ið ikki var so trupul og torskildur sum heimurin í dag. Men hetta er sjálvandi ein illusión. Fyri tað fyrsta var føroyska bygdin munandi truplari at liva í í hesi ”heilagu fortíðini” [...] landsvegunum í Eysturoynni. Summi av tykkum arbeiða ivaleyst í heimbygdini. Men nógv av tykkum arbeiða helst í onkrum øðrum bygdum. Klaksvík? Leirvík? Gøtu? Runavík? Ella kanska arbeiða summi av tykkum í Havn
líðandi, og í dag er bygdin upp í teimum ruddiligu bygdunum í Føroyum. Tað seinasta arbeiði, ið eg stóð fyri, var at gera vegin niðan fyri bygdina. Í dag verður hesin vegur nevndur »Davidstræti«. Í fyrstani [...] jarni festast í skipið. Tá hjálpti. Eg sigldi so við »Normanner« í 1933 og tjenti tað árið 900 kr, ið varð hildið at vera góð ársløn. Í havsneyð á Kappanum við Kaj hjá Mortani í Hvannasundi Í 1934 fór eg [...] hevði keypt hana í 1925, men í 1929 varð hon seld norður um fjørð. Eg var tískil við á hini tiltiknu ferðini í 1935, tá ið vit bjargaðu »Blithsome« á kappanum. Henda ferð fer altíð at standa í huga mínum, so
Hansen í Fløttisgøtu 6 í Vestmanna. Uttan fyri er alt túnið grivið upp, og arbeiðsmenn eru í holt við at stoypa og fylla upp í brattlendinum, soleiðis at koyrandi er heilt oman til dyrnar. Inni í hugnaligu [...] Mikla í Havn, men hevur búð í Vestmanna síðani 1985. Eftir sjey mánaðir, fyrst á Ríkissjúkrahúsinum, síðani sjúkrahúsinum í Glostrup og til seinast á uppvenjingarmiðstøð í Hornbæk, eru hjúnini í holt við [...] ellis- og røktarheimið í Vestmanna at vera, til hann slapp aftur í sethúsini hjá hjúnunum. Nú er gerandisdagur í Fløttisgøtu 6 í Vestmanna. - Eg havi ein stuðul, sum kemur her í heimið at hjálpa mær átta