tess at finna út av, um samgonguni er lív lagað. Løgmaður leggur nú ikki dent á, at samgongan hevur meiriluta , men at samgongan ikki hevur ein meiriluta ímóti sær . Og tað hevur hon ikki, bara tí at Johan [...] var hetta málið, um at geva samkyndum mammum rættindi mist týdning frá at vera samgonguslit til at vera »eitt óhapp«. Løgmaður bakkar nú eisini. Nú snýr tað seg sum nevnt um »ikki at hava ein meirluta ímóti [...] er tað at eg sigi tað og leggi dent á tað, og vit hava viðgjørt tað fleiri ferðir undir samráðingunum, at er tað soleiðis, at vit ikki standa saman, so er eingin samgonga. Um tað vísir seg, at vit ikki
frá skaparans hond, at tað var so at siga ógjørligt at liva mestsum av landbúnaði eina. Sjógvurin var tí eitt álitið, hóast mangan var tikið til, at tað ikki var sum at siga tað at hava hjallin á sjógvinum [...] við lóg lýstur at vera ogn Føroya fólks. Hvussu vit hava umsitið hesa felags ogn, skulu vit ikki umrøða her, tað man fara at verða høvi til tess eina aðru ferð. Hinvegin bendir alt á, at gamla vinnumentanin [...] blaðnum her í gjár høvdu vit eina frásøgn frá royndum útróðrarmanni, sum avdúkar, at tað als ikki loysir seg at rógva út og at hava útróður sum starv burturav. Hetta er mikið spell, tí fer útróðurin sum yrkislig
ið 07 Vestur sunnudagin fer at fáa vitjan av KÍ. Vágamenn staðfesta, at um tað ikki eydnast teimum at fáa fulla úrtøku í Sørvági, so fer at síggja heilt illa út í royndini at sleppa undan niðurflyting. [...] til spurningin, um Hjalgrím hevur ynskt at siga sáttmálan við felagið upp. Okkara keldur vita at siga, at Hjalgrím hevur boðað NSÍ frá, at hann ikki ætlar at halda fram í felagnum, sum hann heldur ikki [...] ongar viðmerkingar, og í NSÍ siga teir seg rokna við, at Hjalgrím framvegis fer at spæla við NSÍ, sum hann er sáttmálabundin at. - Eg veit einki um, at Hjalgrím er á veg úr felagnum, so hatta havi eg ongar
positión. Strongt verður á at vinna rættin at vera vertstjóð fyri oyggjaleikirnar í 2015. Fólk frá mentamálaráðnum og ferðaráðnum á Jersey eru í Mariehamn, fyri at royna at vinna hinar oyggjarnar í sín [...] verki, at vit kunnu hýsa oyggjaleikunum aftur. Vit eru fyri at bjóða fólki at koma til Jersey aftur, undirstrikar Derek de La Haye. 14.000 seingjarpláss Tað verður eingin trupuleiki hjá Jersey at hýsa leikunum [...] oyggjunum, hvat fólkatali viðvíkur, og vit halda, at vit eru partur av tí stóru oyggjaleikafamiljuni, so vit kenna eina ábyrgd fyri at arbeiða fyri at fáa oyggjaleikirnar til Jersey. Vit vóru vertir fyri
sigur, at nú er skriðan lopin og portørarnir, sum eru farnir í Starvsmannafelagnum, ætla nú at ganga plankan út. - Støðan er tann, at Fíggjarmálaráðið vil ikki tosa við okkum og tí er vandi fyri, at tiltøk [...] við sína ónøgd. Og ónøgdin er so stór, at fáa teir ikki sín vilja, hava teir hótt við at leggja arbeiðið niður. Portørarnir í heilsuverkinum ganga í tvíningum eftir at ein stórur meiriluti av teimum rýmdi [...] portørar, sum eru limir í starvsmannafelagnum, at leggja arbeiðið niður. - Nú hava vit frætt, at fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðsmannafelag eru farin at samráðast um nýggjan sáttmála fyri allar portørarnar
krónurnar tað kostar at fáa pláturnar á akfarið aftur, tilsamans 800 krónur. Akfarið skal eisini til sýn, áðrenn tað fær nummarpláturnar aftur. Lætt at nýta heimabankan Akstovan vísir á, at fyri at sleppa undan [...] skrásetingargjøld. Við jøvnum millumbili fáa vit í fjølmiðlunum at vita, at fleiri akfarseigarar er í eftirstøðu við vegskattinum og at løgreglan tekur nummarpláturnar av teimum akførum, sum vegskatturin [...] mar«. Tann sum keypir eitt brúkt akfar, eigur altíð at tryggja sær at eingin eftirstøða av vegskatti er í akfarinum, Tað kemur meira enn so fyri, at hetta , ikki verður upplýst, siga tey á Akstovuni.
hann eini ætlan um at gera hesa havnina lidna, og ikki minst hvat ein slík ætlan man fara at kosta. - Tá landið ger íløgur, er umráðandi at tær verða gjørdar lidnar. Hetta eigur eisini at vera galdandi, tá [...] tingfundinum upplýsti hon, at í samferðsluætlanini frá 2007 er einki nevnt um at neyðugt er at gera hesa samferðsluhavnina lidna. Á hennara borði lá heldur eingin ætlan í dag um at nakra útbygging, men hinvegin [...] fyrispurningin vísir Bjørn á, at tingið samtykti í februar 2003 at byggja hesa samferðsluhavnina á Syðradali. Kostnaðurin varð mettur til 21 mió krónur. Upprunaliga var ætlanin, at norðara atløgusíðan skuldi
sum hevur til endamál at arbeiða fyri, at kvinnur gerast meira sjónligar í almenna rúminum. Tað er so lætt at siga, at flest rættindi er vunnin, tá vit hugsa kvinnupolitiskt, og at tað er kvinnan sjálv [...] Hetta ber boð um, at nakað skilagott er í gongd og vit hava grund til at frøast. Um tvey ár eru tað 100 ár síðani at týska kvinnan Clara Zetkin, ið var sosialistur og feministur, skeyt upp, at kvinnur skuldu [...] fjóðra kvinnan fer at syngja fyri okkum. So tað er bara at seta seg uppafturá! Eg haldi tað vera sera áhugavert, at vit kvinnur í suðri hava stovnað eitt nýtt kvinnufelag, sum fer at arbeiða tvørturum politikk
eisini nógv annað inn. - Týdningarmesta grundin til, at Trucker Festivalurin er til, er sjálvandi, at bilførarar sleppa at hugna sær saman, men kappingin um at hava snøggastu bilarnar hevur eisini ein stóran [...] stór grund til, at Klaksvíkin er staðið vit halda festivalin, at Shell í Klaksvík hevur eitt so stórt øki rundanum. Vit halda tað eisini vera sera stuttligt, at Klaksvíkar sløkkilið kemur at stuttleika sær [...] kemst mest av, at vit nú hava fingið ein nýggja samstarvsfelaga. Vit høvdu nakrar fundir við Føroya Shell, og felagið vísti seg at verða alsamt meira áhugað í okkum. Hesir fundir endaðu við, at vit gjørdu
greitt, at heimaliðið næsta kappingarár fer at spæla í næstbestu deildini. Men skálamenn ætla sær at fara úr bestu deildini við røttum ryggi. - Tað hevur týdning fyri okkum og viðhaldsfólkini, at vit geva [...] John Petersesn, sagt. Í síðsta umfari fer EB/Streymur at fáa vitjan av HB. Um HB tá fer at hava møguleika at vinna FM valdast, hvussu tað fer at ganga hjá teimum í lokaluppgerðini í Gundadali sunnudagin [...] landsdystirnir hava verið á skránni, verið at fáa sínar menn at fokusera rætt soleiðis, at teir á Skála bara hugsa um uppgerðina og ikki um gullkrónur og steyp. Um tað fer at eydnast, so vera tað ikki gummibeinini