Gomul vinnumentan á gravarbakka

Oddagrein:

Útróður var í øldir eitt høvuðsálitið hjá okkara forfedrum. Landið var soleiðis háttað frá skaparans hond, at tað var so at siga ógjørligt at liva mestsum av landbúnaði eina. Sjógvurin var tí eitt álitið, hóast mangan var tikið til, at tað ikki var sum at siga tað at hava hjallin á sjógvinum. Forfedrar okkara lærdu at nýta havið kring oyggjarnar, teir lærdu streym og dugdu at skyna á veðri, hóast teir eingi tól høvdu til taks. Teir vistu, hvussu tað rak á hvørjum tanga, kendu hvørja afturundirgerð og dugdu uttan víðari at meta um, nær ið tað var ráðiligt at leggja frá landi. Hóast hesa dyggu vitan, sum var savnað í øldir, vóru tað mangir av okkara forfedrum, sum ikki bóru boð í bý. Veðri og vindi kann eingin ráða, stundum kemur hann sum úr byrsuni og mangur mátti sanna, at útróður ikki altíð er gamansleikur.

 

Útróður gjørdist ein hin mest týðandi táttur í okkara vinnumentan. Henda vinnugrein hevur mangan verið hótt ikki minst tey mongu árini, tá ið útlendskir trolarar høvdu loyvi at royna heilt inn á firðir og sund. Tá var mangan svangligt í Føroyum, og tað er tí væl skiljandi, at útróðrarmenn vóru beiskir í huga av hesum útlendska ránsfiskiskapi. Tað er við hesum bakstøði, vit í dag skulu síggja politiska stríðið fyri einum sjómarki, ið kundi tryggja føroyskum veiðimonnum rættin til fiskiríkidømi i egnum sjógvi. Tað gekk sjón fyri søgn: undir báðum heimsbardøgum, tá at kalla eingin fremmandur fiskiskapur var undir Føroyum, vuksu fiskastovnarnir við risaferð.

 

Vit fingu 200 fjórðinga búskaparmark og so skuldu allar súður verið syftar. Fiskurin innan hetta økið var við lóg lýstur at vera ogn Føroya fólks. Hvussu vit hava umsitið hesa felags ogn, skulu vit ikki umrøða her, tað man fara at verða høvi til tess eina aðru ferð. Hinvegin bendir alt á, at gamla vinnumentanin, útróðurin er komin á fallandi føti. Í blaðnum her í gjár høvdu vit eina frásøgn frá royndum útróðrarmanni, sum avdúkar, at tað als ikki loysir seg at rógva út og at hava útróður sum starv burturav. Hetta er mikið spell, tí fer útróðurin sum yrkislig vinna fyri bakka, so er nógv mist í Føroyum. Vit fáa ikki bert ein reint búskaparligan miss – vit verða eisini fyri einum mentanarligum og siðsøguligum missi. Víst eru royndirnar hjá teimum gomlu festar á blað og finnast enntá í talgildum formi. Men enn eru nógv tær flestu royndirnar at finna hjá teimum mongu, sum hava útróður sum vinnu burturav ella sum lutvísa vinnu. Tann stóra vitan, ið hesir menn hava, eigur ikki at fara fyri skeyti. Teir, ið hava dirvi og áræði at reka útróður sum heilársvinnu ella sum vinnuískoyti eiga at fáa umstøður til tess. Hetta er eitt mál, sum hoyrir heima hjá viðkomandi politisku myndugleikum, ið eiga at taka hetta mál í størsta álvara og finna útvegir til tess at bjarga hesi aldargomlu og siðbundnu vinnugrein, áðrenn ov seint er.