Oyggjaleikir
Jersey hevur koyrt tær stóru og tungu kanónirnar í positión. Strongt verður á at vinna rættin at vera vertstjóð fyri oyggjaleikirnar í 2015. Fólk frá mentamálaráðnum og ferðaráðnum á Jersey eru í Mariehamn, fyri at royna at vinna hinar oyggjarnar í sín part. Rás2 møtti einum høgtstandandi embætismanni frá mentamálaráðnum á Jersey. Derek de La Haye er leiðari fyri ítróttardeildini hjá mentamálaráðnum á Jersey.
– Vit eru ein av teimum størru oyggjunum, hvat fólkatali viðvíkur, og vit halda, at vit eru partur av tí stóru oyggjaleikafamiljuni, so vit kenna eina ábyrgd fyri at arbeiða fyri at fáa oyggjaleikirnar til Jersey. Vit vóru vertir fyri oyggjaleikunum í 1997, sum vit halda vóru sera væleydnaðir, og vit vilja enn einaferð vísa í verki, at vit kunnu hýsa oyggjaleikunum aftur. Vit eru fyri at bjóða fólki at koma til Jersey aftur, undirstrikar Derek de La Haye.
14.000 seingjarpláss
Tað verður eingin trupuleiki hjá Jersey at hýsa leikunum, tí á Jersey eru heili 14.000 seingjarpláss, sum ferðavinnan kann rutta við.
– Ferðavinnan er ein av okkara høvuðsvinnum, so vit eru ivaleys í, at allir íðkarar, leiðarar og hjálparfólk koma at búgva væl. Vit hava alt frá vallaraheimum til fimmstjørnaði gistingarhús á Jersey. Vit halda eisini, at vit hava góðar ítróttarfasilitetir, og eitt gott undirstøðikervi, sum krevst fyri at oyggjaleikirnir skulu eydnast væl, greiðir Derek de La Haye frá. Almenningurin og politikkarnir á Jersey standa eisini aftanfyri umsóknina.
– Vit eru her, tí okkara politikkarar hava biðið okkum vera her, og teir høvdu fegnast stórliga, um oyggjaleikirnir aftur høvdu verið á Jersey. Seinast tá oyggjaleikirnir vóru á Jersey, var talan um eina sanna fólkaveitslu, og vinna vit rættin til at hýsa oyggjaleikunum í 2015, ætla vit, at talan skal vera um eina enn størri fólkaveitslu. Vit ætla eisini at hava nøkur spennandi mentannartiltøk á Jersey í 2015, undirstrikar Derek de La Haye.
Stórur áhugi
Føroyar, Jersey og Guernsey eru londini, sum hava sent flest fjølmiðlafólk til oyggjaleikirnar á Álandi.
– Vit hava nógv fjølmiðlafólk her, tí almenningurin á Jersey hevur veruliga stóran áhuga í oyggjaleikunum, og ítrótt í síni heild, greiðir Derek de La Haye frá. Smávegis trupuleikar hava verið við flutninginum á Álandi, men Derek de La Haye undirstrikar, at tað verður so ikki nakar trupulleiki á Jersey.
– Vit hava nógvar bussar tøkar á Jersey, og vit hava eisini nógvar leigubilar. Flutningurin á oyggjaleikunum er av alstórum týdningi, og landafrøðiliga eru vit væl fyri, tí tað er stutt at koyra til høvuðsstaðin Saint Helier, líkamikið hvar tú enn ert staddur á Jersey. Sum er, halda vit, at vit hava nóg mikið av akførum, men standa vit í einari støðu, at vit mangla akfør, so fara vit at útvega tey í góðari tíð, áðrenn leikirnar.
Spurdur um hann hevur fingið lovað stuðul frá nøkrum oyggjum, svarar Derek de La Haye, at hann væntar ikki nakrar skjótar útmeldingar frá nøkrum oyggjum, um hvønn tey stuðla. Men hann er ógvuliga vónríkur um, at Jersey vinnur kappingina ímóti Gotlandi at hýsa oyggjaleikunum í 2015.










