Ongar óneyðugar útreiðslur

Nógvir pengar eru at spara og sleppast kann undan óneyðugum trupulleikum við at gjalda til tíðina og boða frá til røttu viðkomandi við eigaraskifti, siga tey á Akstovuni, sum umsita vegskattin og umskráseting av akførum

Tað kostar at eiga bil, og føstu útreiðslunum sleppa vit ikki undan, men tað kunnu eisini vera nógvar óneyðugar útreiðslur í sambandi við bilar, siga tey á Aksovuni, sum t.d. umsita vegskattin og umskrásetingar umframt skráseting av nýggjum akførum, koyrikort , sýn.og skrásetingargjøld.


Við jøvnum millumbili fáa vit í fjølmiðlunum at vita, at fleiri akfarseigarar er í eftirstøðu við vegskattinum og at løgreglan tekur nummarpláturnar av teimum akførum, sum vegskatturin ikki er goldin fyri.

.

Akstovan sendir tvær ferðir um árið umleið 24.000 rokningar til akfarseigarar fyri vegskatt. Av hesum eru tað umleið 3000, sum ikki gjalda og fáa ein rykkjara og kr. 150,00 eyka at gjalda. Av hesum fær løgreglan boð um at taka nr.pláturnar av umleið 300 akførum


Fyri akfarseigaran sum missir nummarpláturnar, er talan um miss av bæði tíð og pengum. Fyrsti rykkjarin kostar 150 krónur og annar rykkjarin (klippirykkjarin) kostar eisini 150 krónur. Hetta kostar tilsamans 300 krónur umframt tær 500 krónurnar tað kostar at fáa pláturnar á akfarið aftur, tilsamans 800 krónur. Akfarið skal eisini til sýn, áðrenn tað fær nummarpláturnar aftur.


Lætt at nýta heimabankan


Akstovan vísir á, at fyri at sleppa undan óneyðugum trupulleikum, er tað best fyri allar partar at akfarseigarar gera eina fasta gjaldsavtalu við sín peningastovn um gjaldið av vegskattinum.


Tað er altíð ábyrgdin hjá akfarseigaranum at siga sínum peningastovni frá, tá eigaraskifti fer fram, tí hjá peningastovninum er tað tað ávísa akfarið (nummarplátan), sum vegskatturin verður goldin fyri.


Um goldið verður umvegis heimabankan er bert at fara inn á: flytingar, undir Inngjaldskort, tasta upphæddina inn, og tasta síðani tølini, sum standa niðast á inngjaldskortinum inn. Leggið til merkis at talið 71 stendur inni frammanundan. Tasta síðan tey fyrstu tølini í rútin »gjaldseyðkenni« og tey síðstu tølini í rútin »kreditornummar«.


Tann sum keypir eitt brúkt akfar, eigur altíð at tryggja sær at eingin eftirstøða av vegskatti er í akfarinum, Tað kemur meira enn so fyri, at hetta , ikki verður upplýst, siga tey á Akstovuni.

Upplýsingar um eftirstøðu av vegskatti fæst, við at senda teldupost til akstovan@akstovan.fo



Eisini er vert at kanna í peningastovnunum um lán er í akfarinum. Áðrenn keypt verður.


Umskráseting av akførum


Tá eitt akfar skiftir eigara, skal nýggi eigarin, áðrenn umskrásetingin kann fara fram, venda sær til sítt tryggingarfelag fyri at tekna trygging, síðani til Akstovuna við váttan frá fyrrverandi eigara um at akfarið er selt, hava við sær skásetingarskjalið frá fyrrverandi eigara og gjalda 600 krónur til Akstovuna, sum fara beinleiðis í landskassan.

.

Um eigaraskifti fer fram, uttan at tað verður fráboðað, kann tað enda við at akfarið missir nummarpláturnar, og nýggi eigarin má gjalda 500 krónur fyri nýggjar plátur afturat teimum 600 krónunum fyri eigaraskiftið.


Nú veturin stundar til, heitir Akstovan á bilførarar um at koyra við góðum vetrardekkum og hava lyktirnar í ordan, samstundis sum heitt verður á fólk um at nýta endurskin.


Á heimasíðuni: www.akstovan.fo eru allir upplýsingar um tænasturnar hjá Akstovuni at finna.