SKÁLA-EB/STREYMUR
Jákup Mørk
Fer tað sunnudagin at eydnast EB/Streymi at tryggja sær fyrsta FM heitið nakrantíð og harvið eisini fyrstu greipuna nakrantíð. Tað er stóri spurningurin undan næstsíðsta umfarinum.
EB/Streymur hevur longu havt tveir møguleikar at tryggja sær FM heitið, men sera áhugaðu og trúgvu viðhaldsfólkini hjá teimum í Sundalagnum hava verið noydd at bíða í tolni og við ikki sørt vaksandi órógvi.
Í Runavík endaði tað 2-2, og tá ið síðsta stigið skuldi fáast til høldar á heimavølli, varð úrslitið 5-4 tap ímóti B36, sum allan 2. hálvleiki var undirmannað.
Nú er triði og næstsíðsti møguleikin hjá EB/Streymi at tryggja sær FM heitið. Trúgva áskoðarafjøldin fer sunnudagin úr Tjørnuvík, Vík, Streymnesi, Saksun, Hvalvík, Hósvík, Kollafirði, Oyri, Oyrabakka, Norðskála, Svínáum, Ljósá, Eiði, Gjógv, Funningi og so nógva aðra staðni frá og inn á Skála.
Tað er longu greitt, at heimaliðið næsta kappingarár fer at spæla í næstbestu deildini. Men skálamenn ætla sær at fara úr bestu deildini við røttum ryggi.
- Tað hevur týdning fyri okkum og viðhaldsfólkini, at vit geva tað, sum vit eru førir fyri, í síðsta heimadystinum á hesum sinni, hevur Skála venjarin, John Petersesn, sagt.
Í síðsta umfari fer EB/Streymur at fáa vitjan av HB. Um HB tá fer at hava møguleika at vinna FM valdast, hvussu tað fer at ganga hjá teimum í lokaluppgerðini í Gundadali sunnudagin.
Men í EB/Streymi vilja tey ógvuliga fegin hava, at FM spurningurin verður svaraður nú sunnudagin. Tey hava einki ímóti at sleppa undan spenninginum - og vónbrotinum - fyri tveimum árum síðani, sum tey minnast aftur á.
Uppskriftin upp á at vinna stig á Skála er uppløgd hjá teimum í EB/Streymi: Tað er fyrst og fremst í høvdinum á monnunum, sum fyrr í summar hava víst avrik og vunnið stigini, ið bóru sannførandi oddasess við sær, at sigurin skal vinnast.
Ampin av møguleikanum at tapa og kiksa hevur spøkt og síðani verið sjónskur. Takið hjá Sigfríði Clementsen hevur hesar báðar vikurnar, meðan landsdystirnir hava verið á skránni, verið at fáa sínar menn at fokusera rætt soleiðis, at teir á Skála bara hugsa um uppgerðina og ikki um gullkrónur og steyp. Um tað fer at eydnast, so vera tað ikki gummibeinini, men heldur gullkrónurnar, ið fara at verða umrødd seint seinnapartin sunnudagin.
John Petersen hevur havt allar sínar menn tøkar tvær tær seinastu vikurnar. Tað hevur Sigfríður Clementsen ikki havt. Ein prísur fyri at vera topplið er, at fleiri spælarar hava fingið landsliðsboð. Egil á Bø, Leif Niclasen, Bárður Olsen og Arnbjørn Hansen hava verið upptiknir av landsliðnum síðani næstsíðsta mikudag. Saman við liðfeløgunum fara teir í kvøld at leggja síðstu hond á fyrireikingarnar til Skála ferðina.
René Tórgarð var burtur í landsliðsørindum í síðstu viku, men hann var ikki við í Litava.
Miðvallarin Mikkjal Thomassen noyddist longu í 1. hálvleiki skaddur av vøllinum leygardagin, tá ið Føroyar høvdu vitjan av Eysturríki. Hann er leikbannaður sunnudagin.