Hetta ber boð um, at nakað skilagott er í gongd og vit hava grund til at frøast.
Um tvey ár eru tað 100 ár síðani at týska kvinnan Clara Zetkin, ið var sosialistur og feministur, skeyt upp, at kvinnur skuldu hava ein altjóða kvinnudag. Hetta var á eini sosialistiskari ráðstevnu í Keypmannahavn í 1910.
Eg veit ikki, hvussu langa søgu – okkara kvinnudagur hevur, men sera glað eri eg, at vit í Føroyum, alt tað eg kann minnast, hava markerað henda dagin við serligum tiltøkum. Tiltøkum, sum eru við til at varpa ljós á ávís samfelagsmál, ið annars bara høvdu verið tagd burtur og gloymd.
Seinasta ár kastaðu kvinnurnar úr Vágum ljós á samfelagsspurningin: Hvussu vit sum samfelag duga at taka ímóti útlendskum kvinnum, ið velja at búseta seg her og hvørji tilboð hava vit klár, tá hugsað verður um at læra útlendingar føroyskt.
Somuleiðis skipaði Demokratia og blaðið Kvinna fyri frálíkum tiltaki á Hotel Føroyum, har fleiri hundarað føroyingar vóru komnir saman at lýða á áhugaverdir fyrilestrar, har kendar útlendskar og føroyskar kvinnur góvu sítt boð uppá, hvussu vit fáa eitt samfelag við javnstøðu.
Vit fóru tá nógvar kvinnur úr suðri norður til Havnar, har vit feiraðu dagin og komu andaliga metta suður aftur.
Altjóða kvinnudagin 2008 fari eg at halda í suðri. Nýggja áhugafelagið Valkyrjurnar skipa fyri 8.mars tiltaki á pubbini/cafe´ini hjá Thomsen, har tríggjar áhugaverdar kvinnur fara at halda fyrilestur og har fjóðra kvinnan fer at syngja fyri okkum. So tað er bara at seta seg uppafturá!
Eg haldi tað vera sera áhugavert, at vit kvinnur í suðri hava stovnað eitt nýtt kvinnufelag, sum fer at arbeiða tvørturum politikk, tvørs kommunumørk og aldur. Vit kunnu siga, at hetta er fyrsti nýføðingurin hjá Demokratiu. Eftir fundin, sum Demokratia helt í Øravík í november, kundu vit kvinnu í suðri ásanna at stórur áhugi var fyri einum forumi í suðri har kvinnur netverka, tosa og kjakast um øll møgulig samfelagsmál. Og úrslitið er Valkyrjurnar, sum hevur til endamál at arbeiða fyri, at kvinnur gerast meira sjónligar í almenna rúminum.
Tað er so lætt at siga, at flest rættindi er vunnin, tá vit hugsa kvinnupolitiskt, og at tað er kvinnan sjálv, sum ger av, hvat hon vil ella ei. Nei, so einfalt er tað ikki! Tað fylgir siðvenja við á hesum øki, og tað tekur tíð at mynda nýggjar fyrimyndir og nýggjan hugburð. Vit eru ávegis í Føroyum og tað eri eg stólt av.
Eg fari at hava eina serliga 8.mars áheitan á tykkum kvinnur, sum umboða okkum - bæði tit, sum eru í landspolitikki og tit sum arbeiða í kommunalpolitikki. Latið tykkum ikki reka við streyminum, trúgvi á egnan mátt og megi. Latið “klisjeirnar”, sum eru uppi í tíðini, perla av tykkum og gloymi ongantíð, at vit búgva í einum lítlum oyggjalandi við 48.000 menniskju og har vit fyri alt í verðini ikki vilja hava stættarmun.
Góðan 8. mars kvinnur og menn.