skal minka um rullið, er settur á skipið. Hesin tangin er framleiddur í Týsklandi, og í seinastu viku var ein umboðsmaður frá verksmiðjuni, sum framleiðir tangarnar, í Føroyum og kannaði tangan umborð á Brimli [...] Brimil hevur ongar finnur, tí tað varð mett at vera ein bági heldur enn ein hjálp. Týski umboðsmaðurin var úti við Brimli og gjørdi nakrar mátingar av stabilitetinum við og uttan hjálp frá tanganum. Hann kom [...] tí er tað harmiligt og óheppið, at manningin longu sýnir sína ónøgd við stabilitetin. Brimil kostaði 95 milliónir krónur at byggja. Elmar Højgaard sigur, at talan ikki er um beinleiðis ónøgd við sjálvt skipið
bjóða, sigur Turið F. Arge. Roknskapurin í stuttum: Úrslitið fyri skatt var 271 mió. kr. Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar var 192 mió. kr. Útlánini vóru 9,6 mia. kr. Realkredittlánini vóru 2,8 mia [...] undanfarin ár. Búskaparvøksturin væntast at verða 2% í ár samanborið við 3,3% í fjør, 6,7% í 2023 og 9,5% í 2022. Árligi vøksturin er í ársins prísum, og tølini fyri 2022 og 2023 eru uppgerð hjá Hagstovu
tey, sum seldu bilin, ikki, at hesin var øðrvísi enn aðrir. Soleiðis havi eg keypt onkran bil í BR, har tey slett ikki vistu, hvussu serstakur júst hesi bilurin var. Jákup Frants Larsen keypir ikki bara [...] krónur, men eg helt tað vera ov dýrt. Seljarin segði, at hetta var ein av fáu bilunum av hesum slag, sum vóru eftir í Danmark, og tí var bilurin rættiliga serstakur. Men søgan um hendan bilin er betri [...] segði mær eisini, at bilurin stavar frá tíðini hjá Salvador Alliende í Chili. Tá arbeiðsloysið var stórt, var verksmiðjan, sum hann tá setti á stovn at framleiða hesar modellbilarnar, ein liður í arbeiðsskapandi
kann tykjast løgi, at Jesus segði hatta. Var hann ikki komin við friði til jarðar. Var tað ikki júst tað ið einglarnir kunngjørdu “friður á jørð” jú vissuliga var tað tað. Eitt annað skriftstað sigur :“Hann [...] Síðani lesa vit , at Barnabas og Saul (Paulus) komu hagar, har var stór samkoma, og teir lærdu har eitt heilt ár. Síðani lesa vit, at tað var har, at lærisveinarnir fyrst vóru kallaðir kristnir. Legg til [...] Jesus sum Kristus, hoyra ikki við her. Orð Guds skilir sundur. Helst var tað hetta, Jesus hugsaði um, tá ið hann talar um, at hann ikki var komin við friði til jarðar, men við stríði, Luk.ev.12,51. Hann tekur
ítróttini hjá sær. 1927: Eysturríki tekur stig til kappingina, sum verður nevnd “Mitropa Cup”, sum var ein kapping fyri tey bestu liðini í Mið- og Suður-Evropa. Kappingin verður seinni nýtt, sum frimil [...] heiðraðir sum “Reichsmeistar”, meistaralið í tí Triðja Ríkinum. Teir vinna frammanfyri Schalke04, sum var liðið Adolf Hitler helt við. 1954: Í HM-endaspælinum í Sveis vinnur Eysturríki bronsu. Í fjórðingsfinaluni [...] tapa teir 0-1 móti fronsku Paris Saint Germain í finaluni. 2007: Eysturríki liggur so lágt, sum nr. 101 á FIFA-styrkislistanum. Michael Kriess, sonur fyrrverandi eysturríkska landsliðsspælaran, Werner Kriess
iðraðu seg um, at teir høvdu tapt tvey stig. Úrslitið var 4-4 og boðar frá, at talan var um undirhald og spenning til síðsta bríksl. Hálvleiksstøðan var 2-2, og innskifti Jóhan Bergsson Johansen javnaði til [...] skorað eitt mál í bestu deildini áður. Tað var í 2014 ella fyri seks árum síðani. Gestirnir løgdu ógvuliga bragdliga fyri, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki var ÍF frammanfyri 2-0. Filip Djordjevic skoraði [...] Jákup Lervig. Tá restaðu 23 minuttir, og síðstu løtuna var tað sera undirhaldandi, tá ið bólturin ferðaðist úr brotsteigi og í brotsteig. Og so var tað, at Niels Pauli Danielsen royndi seg við skoti, bólturin
hann fekk reytt kort. Sum sagt, so var talan alla tiðina um ein javnan dyst. Sum skilst, var talan tó ikki um tað heilt poleraða hondbóltsspælið. Viðvirkandi til hetta var eisini, at Neistin frá fyrsta bríksli [...] og silvurmerkjunum, og nú kappingin nærkast endanum, var tí líkt til, at talan skuldi gerast um ein sera avgerandi dyst millum liðni bæði. Tað var tó nær við, at dysturin varð av ongum, tí nógvi kavin [...] sum vóru vitni til dystin, komu teir báðir væl frá uppgávuni. Tað var eisini skjótt, at blóðið gjørdist heitt á leikarunum, tí talan var at kalla alla tíðina um ein javnan dyst, har báðir partarnir gjørdi
harav 10 dagar á rað frá 21. til 31. mai, var eingin motorur á Vágsverkinum í gongd. Vindur, vatn og sól stóðu fyri allari elframleiðsluni, og til tíðir var bara vindorka á netinum. Vindviðurskifti vóru [...] óvanliga góð hesar dagarnar, og í miðal var vindferðin hægri í mai ár enn sama tíðarskeið í fjør: 9,3 í 2023 í mun til 8,1 í mai 2022. Býtið í framleiðsluni var púra óvanligt fyri árstíðina. Fram til 2021 [...] rakstur, plagdi Vágverkið at standa fyri umleið 95% av el-framleiðsluni, men í mai í ár hevur Vágverkið bert framleitt 29% av streyminum. Tilsamans var grøna elframleiðslan 1,9 GWt, sum svarar til sløk
eld á eina sofu, sum elvdi til størri eldsbruna. Politiið var tá á staðnum, men helt eina frástøðu, tí teir vistu ikki, um maðurin framvegis var vápnaður. Síðani fór maðurin í bilin aftur og koyrdi móti [...] aftaná og royndi at forða honum at koyra víðari, og tá komið var til havnalagið á Tvøroyri eydnaðist at fáa mannin lagdan í hondjørn. Maðurin var skuldsettur fyri drápsroynd, tí hann hevði skotið móti einum [...] skjeyt upp í luftina. Tað kom eisini fram frá politinum, at maðurin hevði ringt til 112 úr Vági og sagt, at hansara missión var at skjóta 60 fólk. Maðurin varð dømdur hálvt annað ára fongsulsrevsing fyri eldáseting
hon var stødd á Ríkissjúkrahúsinum við einum av hennara nærmastu. Eftir at allar kanningar vóru gjørdar, hendi kortini einki. Tá tey fóru at ótolnast, var svarið frá yvirsjúkrasystrini, at bíðað var eftir [...] taka triðseinasta árið, tann skipanin var í gildi millum Føroyar og Danmarkar, so sóu tølini soleiðis út av inntøkum sjúkrahúsanna í 1985: a.. Ríksins partur 97.890,- mill. kr. = 54,9% b.. Landskassans [...] Ríkissjúkrahúsinum, sigur Oddvør, annars kundi onki gerast - peningur var sjálvandi tøkur! Men formella flytingin av pengunum úr Føroyum var ikki í lagi, og tað er ein heilt annar spurningur, sum hevur okkurt