Menn eru ikki heilt nøgdir við nýggja vaktarskipið Brimil. Skipið rullar ov illa í ringum sjógvi, og hetta er manningin misnøgd við.
Brimil krevur góðan stabilitet í ringum sjógvi, um hann t.d. skal leggja seg við síðuna av einum øðrum skipi, men hesin eginleikin hjá skipinum hevur ikki verið nøktandi.
Ein tangi við vatni, ið skal minka um rullið, er settur á skipið. Hesin tangin er framleiddur í Týsklandi, og í seinastu viku var ein umboðsmaður frá verksmiðjuni, sum framleiðir tangarnar, í Føroyum og kannaði tangan umborð á Brimli fyri at vita, um hann riggar, sum hann skal. Hesin serfrøðingurin hevur gjørt nakrar broytingar í tanganum, sum kanska hjálpa nakað.
Skiparin á Brimli, Jákup Müller, heldur, tað skuldi ikki rulla so illa við einum slíkum tanga. Við øðrum orðum heldur hann ikki, at tangin fremur tað, sum hann av røttum átti at gjørt. Nevniliga at minka um rullið.
Triton hevur ein slíkan tanga, men Triton hevur harumframt finnur, ið hjálpa væl til. Trupulleikin er, at finnurnar hjálpa ikki, um siglt verður undir 10 sjómíl. Brimil hevur ongar finnur, tí tað varð mett at vera ein bági heldur enn ein hjálp.
Týski umboðsmaðurin var úti við Brimli og gjørdi nakrar mátingar av stabilitetinum við og uttan hjálp frá tanganum. Hann kom fram til, at tangin minkar um rullið við 50 prosentum, og tað er ringt at siga einum serfrøðingi ímóti, heldur Elmar Højgaard, leiðari á Vaktar- og Bjargingartænastuni.
Hann váttar, at manningin heldur, at skipið rullar ov illa, tá hugsað verður um støddina á skipinum.
Leiðarin heldur, at ein slíkur tangi skuldi kunna minkað um rullið við 70 prosentum, men um teir fáa eini 50-60 prosent, so eru teir nøgdir.
Elmar Højgaard sigur, at enn er nakað tíðliga at siga, um justeringarnar hjá týskaranum hava bøtt munandi um støðuna.
? Nú er so ein bati at hóma, men spurningurin er, um hesin batin er nóg góður, sigur Elmar Højgaard.
Nýtt skip
Brimil er spildurnýtt skip, og tí er tað harmiligt og óheppið, at manningin longu sýnir sína ónøgd við stabilitetin. Brimil kostaði 95 milliónir krónur at byggja.
Elmar Højgaard sigur, at talan ikki er um beinleiðis ónøgd við sjálvt skipið, men tað er tangin, ið ikki hevur minkað um rullið, sum teir høvdu væntað.
Hann ásannar tó, at um eingin bati verður, so kann talan vera um at seta seg í samband við skipasmiðjuna Myklebust í Noregi, ið smíðaði Brimil. Kanska teir kunnu bøta um støðuna.
Ein slengrikjølur, ið er eftir bjølginum á skipi, hevði kanska hjálp nakað uppá støðuna.
? Vit mugu bíða eina tíð enn fyri at vita, um vit skulu taka onnur stig til tess at minka um rullið á skipinum, sigur Elmar Højgaard, sum leggur afturat, at teir ikki kenna seg snýttar av nýggja skipinum.










