Tað vóru skálamenn, sum fegnaðust um, at teir í nógva regninum vunnu eitt stig, og tað vóru fuglfirðingar, sum iðraðu seg um, at teir høvdu tapt tvey stig.
Úrslitið var 4-4 og boðar frá, at talan var um undirhald og spenning til síðsta bríksl. Hálvleiksstøðan var 2-2, og innskifti Jóhan Bergsson Johansen javnaði til 4-4 í síðstu sekundunum. Hann varð skiftur inn, tá ið tað restaði eitt korter. 27 ára gamli Jóhan Bergsson Johansen er ikki so ofta millum málskjúttarnar í bestu deildini. Hann hevur skorað eitt mál í bestu deildini áður. Tað var í 2014 ella fyri seks árum síðani.
Gestirnir løgdu ógvuliga bragdliga fyri, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki var ÍF frammanfyri 2-0.
Filip Djordjevic skoraði til 1-0 í 20. minutti, og tríggjar minuttir seinni økti hann um munin til 2-0.
Skála hevði í fyrra hálvleiki væl fleiri royndir ímóti málinum enn ÍF hevði, og tað eydnaðist eftir lítlari løtu at skora tvey mál. Tað fyrra skoraði miðverjin Kristian Martin Jakobsen, eftir at Niels Pauli Danielsen við horna legði innfyri. Tað seinna skoraði Andreas Egeberg Jacobsen eftir innlegg frá vongverjanum í vinstru Hjalta Strømsten.
Ronni Møller Iversen legði Skála framum 3-2, tá ið hann eftir langa sending frá Poul Kallsberg og fram í vinstru sneiddi seg leysan og setti bóltin framvið ÍF málverjanum. Tá var ein lítil tími farin.
So spenti ÍF álopsbogan, og eftir lítlari løtu svaraði ÍF aftur og skoraði tvey mál. Tað fyrra skoraði Filip Djordjevic, sum harvið gjørdi hattrikk. Eftir innlegg úr høgru sneiddi Gundur E. Petersen seg leysan og sendi bóltin í handara stólpa, og so var Filip Djordjevic fyrstur á returbóltinum.
Uros Stojanov legði seg ovast á máltindin, tá ið hann við høvdinum og úr stuttari fjarstøðu smekkaði bóltin í nettakið úr stuttari fjarstøðu. Uppleggið úr høgru átti Hans Jákup Lervig.
Tá restaðu 23 minuttir, og síðstu løtuna var tað sera undirhaldandi, tá ið bólturin ferðaðist úr brotsteigi og í brotsteig.
Og so var tað, at Niels Pauli Danielsen royndi seg við skoti, bólturin varð blokeraður og stakk til innskifta Jóhan Bergsson Johansen, sum skoraði. Tað endaði 4-4. Skála hevur ongantíð fyrr í ár skorað fýra mál, og javnleikurin ber við sær, at mótið um, at tað skal eydnast at sleppa undan niðurflytingini, ikki er burtur.
Skála – ÍF 4-4 (2-2)
0-1: Filip Djordjevic 20.
0-2: Filip Djordjevic 23.
1-2: Kristian Martin Jakobsen 36.
2-2: Andreas Egeberg Jacobsen 39.
3-2: Ronni Møller-Iversen 58.
3-3: Filip Djordjevic 65.
3-4: Uros Stojanov 67.
4-4: Jóhan Bergsson Johansen 95.
Dómari: Kári J. á Høvdanum
Skála: Bárður á Reynatrøð – Jónhard Frederiksberg (Aksel B. Danielsen, 81.), Teitur R. Joensen, Kristian Martin Jakobsen, Hjalti Strømsten (Karl Martin Johansen, 70.) – Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen – Heðin Klakstein (Jóhan Bergsson Johansen, 78.), Ronni Møller-Iversen, Poul Kallsberg – Andreas Egeberg Jacobsen
Gult kort: Jóhan Bergsson Johansen
Venjari: Sorin Anghel
ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Sjúrður Pauli Nielsen, Jens Joensen, Jan Ó. Ellingsgaard, Gundur E. Petersen – Sámal Joensen (Andy Ó. Olsen, 56.), Hákun Edmundsson – Filip Djordjevic (Bogi Løkin, 85.), Karl Løkin, Hans Jákup Lervig – Uros Stojanov
Gult kort: Jens Joensen
Venjarar: Hans Jørgen Djurhuus og Ólavur Larsen