Wisla Plock er nú í bestu pólsku fótbóltsdeildini

Andrias Edmundsson og liðfelagarnir spældu uppflytingarfinaluna á heimavølli

Seinnapartin er ársins fótbóltsdystur spældur í Plock. Andrias Edmundsson og liðfelagarnir spældu á heimavølli á Orlen leikvøllinum í Plock uppflytingarfinalu móti Legnica.

 

Dysturin endaði við 2-0 sigri til Wisla Plock, og nú er stór veitsla í Plock. Andrias var á vøllinum frá dystarbyrjan.

 

Sæð við føroyskum landsliðsbrillum er tað eisini framúr, at vit nú hava ein leikara í bestu pólsku fótbóltsdeildini.

 

Lukasz Sekilski legði Wisla á odda við einum brotssparki í yvirtíðini í fyrra hálvleiki. Jorge Jimenez staðfeati sigurin í 57. minutti.

 

In.fo ynskir Andriasi hjartaliga tillukku við uppflytingini.

 

Vit venda aftur við hæddarpunktum seinni í kvøld.