Kristindómur – Kristindómur (fyrsti partur av trimum)

Richard Danielsen

Kristindómur hevur verið nógv frammi í teimum føroysku bløðunum í seinastuni. Bíblian verður álopin, men ein partur av kristindóminum skal varðveitast, sigur onkur. Onnur hava hug at skilja kirkju frá stati. Myndugleikarnir eru í ferð við at yvirtaka kirkjuna. Samstundis sum tosað verður um at flyta evsta valdið í kirkjuni frá hennara hátign Margrethu drotning til løgting ella landsstýri, rópa summi upp um, at Guds orð ikki má takast uppá tungu í løgtinginum, ella í minsta lagi, tað má ikki vera ov nógv av tí. Eitt sindur løgið tykir mær. Altso, okkara fólkavaldu skulu vera evsta vald í kirkjuni, tað verður sæð ógvuliga stórt í, tá ið tey ganga skrúðgongu saman við bispi, dómsprósti og prestum í kirkjuna einaferð um árið, á ólavsøku, men Guds orð má helst ikki verða nevnt har allíkavæl.
Mann hetta ikki tykjast eitt sindur fløkjasligt, fyri tann, sum hugsar eitt sindur. Jú, tað er fløkjasligt.
Eg fari at royna eftir førimuni at greina eitt sindur út frá skriftini, hvat ið er kristindómur. Hvaðani stavar navnið – kristin - frá, hvør hevur rætt at bera hetta navnið. Kunnu vit gera okkum eina trúðarjáttan, ella filofisera okkum til okkurt slag av átrúnað og so kalla okkum kristin.
Heitið kristin kom fyrstu ferð fyri í einum býi norðaliga í Sýrialandi, sum kallaist Antiokia. Hetta hendi í tí fyrstu tíðini, tá ið evangeliið varð prædika fyri heidningum. Ta fyrstu tíðina talaðu ápostlarnir bara evangeliið fyri jødum, men í ápostlasøguni 11. kap. lesa vit, at nakrir menn úr Kýpern og Kýrene talaðu evangeliið til grikkar, altso heidningar við, og stórt tal kom til trúgv og vendi við til Harran. Síðani lesa vit , at Barnabas og Saul (Paulus) komu hagar, har var stór samkoma, og teir lærdu har eitt heilt ár. Síðani lesa vit, at tað var har, at lærisveinarnir fyrst vóru kallaðir kristnir.
Legg til merkis, tað vóru lærisveinarnir, ið kallaðir vóru kristnir. Hvørji vóru hesi? Jú hesi somu vera í ápostlasøguni 9,2 kallað: Tey sum hoyrdu til vegin. Hesi vóru samkoma Guds , tey trúgvandi, tey, sum høvdu latið seg doypa. Tey vóru ein flokkur, sum helt seg saman, hini tordu ikki at halda seg afturat teimum, men fólkið prísaði teimum stórliga, ápostlasøgan 5,13. Altso ein flokkur av fólki, endurfødd við trúgv á Harran Jesus. Hesi eru tey, sum trúgva , at Jesus er Kristus Sonur Guds. Jesus talar um hetta, tá ið hann sigur við Nicodemus “Tit mugu føðast av nýgggjum. Jóh.ev.3,3.
Bíblian er so greið hesum viðvíkjandi. Tað, sum vit síggja, táið vit lesa nýggja testamentið er, at tað vóru samkomur á hesum ymisku støðunum, har evangeliið hevði vunnið fram, og tá ið Paulus lærir hesar samkomur, lærir hann um eina stóra globala samkomu, øll tey, sum trúgva á Jesus Kristus hoyra til her. Tey, sum ikki trúgva á Jesus sum Kristus, hoyra ikki við her. Orð Guds skilir sundur. Helst var tað hetta, Jesus hugsaði um, tá ið hann talar um, at hann ikki var komin við friði til jarðar, men við stríði, Luk.ev.12,51. Hann tekur til dømi, at faðir og sonur liggja í stríði, og húsfólk mansins eru fíggindar hansara. Tað eru tveir flokkar, tey sum trúgva ,og tey sum ikki vilja trúgva.
Tað kann tykjast løgi, at Jesus segði hatta. Var hann ikki komin við friði til jarðar. Var tað ikki júst tað ið einglarnir kunngjørdu “friður á jørð” jú vissuliga var tað tað. Eitt annað skriftstað sigur :“Hann er friður okkara.” Men tey sum standa Gudi ímóti og orði hansara - ikki vilja trúgva, har verður stríð. Rættur kistindómur kann ikki ganga undir kompromis, her ber ikki til at sita ímillum tveir stólar. Sannleikanum trúgv í kærleika, áminnir Paulus, og aðrastaðni sigur hann: ”Ikki út um tað, sum skrivað stendur.
Menn tað varð, júst tað ið hendi. Farið varð út um tað, sum skrivað stendur. Lærdómar, sum ápostlarnir ikki lærdu, eru komnir við innan sokallaðan kristindóm. Statur og kristindómur vóru vavd saman, og so varð alt ein fløkja.
So ein kristin, er ein sum trýr á Jesus sum son Guds. Ein, sum hevur tikið ímóti honum sum sínum frelsara. Hann er eitt Guds barn. Jóh ev. 1,12. Framvegis, tey eru, tey sum hoyra til vegin, lærisveinarnir, samkoma Guds. Skriftin brúkar onnur nøvn eisini: Likam Kristusar, hús Guds, kongligur prestaskapur osfr.
Velja vit ikki at trúgva á bíbliuna, men heldur at upphugsa okkum ein gud, sum kanska er góður, náðiríkur, og hvat annað vit vilja hann skal vera, taka nakað úr bíbliuni, og nakað frá okkum sjálvum, og soleiðis evna okkum hann til. Ja, so kunnu vit tað, tað verður okkara vaæl, men vit mugu ikki kalla tað kristindóm.
Vit kunnu kalla slíkt, hvat vit vilja, men Gud kallar tað avgudar. Um vit telgja teir úr træi ella telgja teir til í hugaheiminum, eru teir avgudar eftir bíbliuni. Hon viðurkennir bert ein Gud og ein Harra, Jesus Kristus.
(Framhald)