eitt longri skeið. Men alt fær ein enda, og soleiðis var eisini við sigursrøðini hjá Drátti, tí hesaferð eydnaðist Fleyr a at vinna á vágakvinnum. Kortini var talan um ein bæði spennandi og vælleiktan [...] í betra endanum av meistaradeildini og eftir tí vit frætta úr Vágum, vóru tær nógv tað betra liðið hesa løtuna. Servurnar vóru góðar, blokadan var effektiv og so tað, sum var upp aftur meira týdningarmikið [...] , tær vóru framúr góðar í verjupartinum. Tað kundi gera tað sama hvat havnargenturnar funnu upp á hesa løtuna. Slógu tær, fingu tær bóltin upp aftur, og lobbaðu tær, so var onkur "vágagella" klár og fekk
hetta merkir, at eingin almennur milliardastuðul er neyðugur at skunda undir grøna orkuskiftið. Ferð eftir ferð hoyra vit, at SEV er eitt non-profit felag, og at hetta tryggjar bíligastu brúkaraprísirnar. [...] monopolstøðuna ella áhugamálini hjá brúkarunum, sum hann hevur umsorgan fyri. Svarið tykist vera áhugamálini hjá SEV. Tí Visión 2030 er ikki í fokus, heldur ikki brúkararnir, tað veri seg vinnan ella privata [...] er hesin ovurhonds íløgutørvurin, sum er tann stóra samfelagsliga avbjóðingin. Og SEV megnar ikki hesa abjóðingina einsamalt, her mugu fleiri herðar bera í felag. Sleppa aðrir sterkir veitarar upp í part
andaligt sum handaligt, og man eingin stórhending ella -broyting vera farin fram nakrastaðni, uttan so at onkur mentanarrørsla hevur verið upprunin ella íblásturin. Heima sum úti Soleiðis er mentanin sera [...] á mentunarøkinum higartil. Nevniliga at lata alla tilgongd til mentunarligt virksemi standa í stað ella vera fyri bakkasti. Samgongan tykist eisini samd um at tiga mentanina í hel, og kunnu vit siga, at [...] staðfesta ein rættiliga munandi og víðfevndan vøkstur síðan seinnu helvt av nítiárunum. Keldan til hesa blóman innan flestu listargreinir so sum myndlist, tónleik, byggilist, sjónleik er sjálvandi fyrst
sum bókin so ella so allatíðina snarar rundanum. "[Livar Gubbi] trenaði moralin og segði neitakk til júst tað, sum alt í honum tráaði eftir." Livar, sum droymdi um at verða stýrimaður, ella heimskendur [...] at fáa søguna í gongd, og hóast tað krevur eitt skump frá Heinesen ella kanska Allende og enn eitt frá Jóanesi Nielsen fyri at fáa ferð á, fjarðar ríkjanin millum lænta og heimagjørda myndamálið til endan [...] verða verandi litleysar pappírsdukkur, har lesarin hvørki minnist, hvussu teir komu inn í myndina, ella hví teir hvurvu aftur. Lívstreytin Eitt undantak er lýsingin av Livar Gubba, mammubeiggin hjá Didduni
ng er eitt sera stórt øki. Tað ber illa til at vera 100 prosent fyri ella ímóti, tí tað er alt annað enn svart og hvítt. Eina ferð í framtíðini, vónandi ikki ov skjótt, fer tað at verða gjørligt at lekja [...] henda, so tað nyttar einki at stúra. Um tað verður vakra vaksna verð ella ikki, tað fer tíðin at vísa. Valið stendur millum at gera gagn ella skaða. Um onkur kom frá framtíðini og segði okkum, hvat fer at henda [...] løn. Tí má man altíð fylgja við, hvat hendir á vísindaøkinum, tí tað kann altíð ávirka okkum fyrr ella seinni. Í ár var Human Genome Project fullført, tað vil siga, at øll tey menniskjaligu genini eru
til alla lukku Marsanna beinanvegin har, og fekk hon greitt hesa støðu, ið eg var komin í. Líka mikið hvussu vit báðir heilsaðust fyrstu ferð, men tað ávirkan eg fekk til Nikkil hetta kvøldi vit sótu saman [...] grein um lívssøgu tykkara, tíverri bleiv ikki blaðrúmd fyri hesum, men fari eg at senda tykkum báðum hesa stuttu heilsan á merkisdegi tykkara. Margith og Nikkil eiga fimm døtur, Marsanna, Kirstin, Súsan, [...] heppin, at møta eini av teimum vakrastu ungu kvinnunum, sum vóru at síggja í Havnar gøtum. Fyrstu ferð eg møtti Marsannu var leygarkvøldi 7. desember 1968. Nikkil møtti eg heilt tilfeldugt eftir nýggjár
Jónas Stenberg leggur innfyri. Rói Danielsen, sum fleiri ferðir leitað til fremru stong, veldur hesa ferð at leita longur aftur í brotsteigin. Hetta tekur verjuni hjá 07 Vestur á bóli. Púra leysur inni [...] samanlagt. Kom fleiri ferðir til innlegg, tá hann kom fram við í høgru. Hevði ábyrgdina av deyðbóltunum hesa ferð og endaði við at leggja upp til seinna málið. Morten Overgaard: 4 Var eisini tryggur í verjupartinum [...] sterkasti argjamaðurin í luftspælinum, stúta boltin í mál 2-0. Yvir og farið. Argjamenn vinna fyri sættu ferð í sjey dystum og klatra upp um KÍ á sjeynda plássi. 07 Vestur stendur eftir við ongum og hevur átta
ósatt) og so fram. Hvat skulu vit brúka hesa skrivingina til? Hví eru hesir menn so óglaðir og beiskir? Er tað uppgerðin við egin politisk avrik, sum er so svár? Ella hvat? Tey flestu, sum eg kenni, tíma [...] . Eg haldi, at vit ongantíð skuldu havt hesa stýrisskipan. Tað er sjálvandi ilt at meta um, hvussu vit tá høvdu verið stødd í Føroyum, men stórt skaðiligt árin hevur henda lógin so havt, tað er sjón fyri [...] mannin til láturs í øllum tí mentaða heiminum. So býttisliga arrogantur var hann. Sum ein annar Jeltsin ella Milosevic. Vinstramaðurin var tó so frægur, at hann nevndi fólkarættin. Merkiligt, at føroysk tíðindafólk
vrakað ferð eftir ferð. Fyrstu ferð hugsaði eg bara: ”Tað koma aðrir dreingir”. Aðru ferð hugsaði eg: ”Altso, hvat hendir her”. Triðju ferð hugsaði eg: ”Nei, hetta tími eg ikki meira”. Fjórðu ferð byrjaði [...] m ein kjans. Men tá eg bleiv sløkt sættu ferð, varð eg forstokkað og avgjørdi, at nú sløkti eg fyri hvørjum sum helst. Beint áðrenn eg bleiv sløkt sjeyndu ferð, ivaðist eg ikki í, at eg fór at blíva vald [...] at ivast í. Tvær av mínum vinkonum sótu millum áskoðararnar, og tær søgdu seg eisini síggja tað. Hesa ferð var eg als ikki nervøs, og bíðaði eg bara, inntil hann sløkti tað síðstu gentuna, sigur Elsa avgjørd
teirri ferð, sum KT-menningin hevur, verða vit øll eitt tal í eini alheims-skrá, áðrenn dagur er liðin. Fyri at halda brotsfólkum í skák, kann ongin verða uttanfyri skránna. Best er, um løgreglan ella onkur [...] at vraka ein og velja hin. Í politikki eiga vit eisini børn, hjartabørn. Hjartabørn kunnu vera mál ella virðir, sum vit fyri ongan prís vilja selja. Sum ikki eru til sølu. Avlurtingarpakkin er ein av hesum [...] at síggja ung menniskju í lívsins vári fúna og følna av rúsevnamisnýtslu. Tit lúshundar, sum útvega hesa pest til okkara ungu, noyða okkum politikkarar at ganga allan vegin fyri at steðga tykkara beistagerðum