Køkutombola í Sebastians Húsi

Hugskotið er gott. Við bókini Sebastians Hús letur Oddvør Johansen søguna um eitt hús verða karm um søgur úr eini tíð, sum onkusvegna er ein partur av okkara søgu. Trupulleikin er, at húsið hjá Sebastiani er so fult av søgum, at høvundurin hevur ilt við at velja, hvørja av teimum hon skal fortelja

Haldi meg minnast frá eini blaðgrein um høvundan, at Oddvør Johansen fyrst av øllum sær seg sjálva sum søgusigara og í minni mun, sum rithøvund. Nú nýtist munurin har ímillum neyvan altíð at vera so eyðsýndur. Og tó. Tá dyrnar inn til Sebastians Hús verða latnar upp, er tað sum, at søgusigarin verður sleptur leysur einum marglætis køkutombola, har frítt val er á øllum hillum og flestu tankar um, hvat vinningarnir skulu brúkast til, kunnu bíða til seinni.
Søgur á rað
Í Sebastians húsi koma og fara ættarliðini og lagnurnar, sum hini húsfólkini. Tíðin er 2. heimsbardagi og nøkur ár fram. Søguliga leypir frásøgufólkið tó javnan eini 50 ár aftur í tíðina fyri á tann hátt at flætta inn søguna um Sebastian og Helenu, sum upprunaliga búðu í húsinum. Hví høvundurin velur at lata tey bæði gomlu fylla so nógv í bókini er ilt at siga, tí innihaldsliga verða Sebastian og Helena bert verandi ein partur av leiktjaldinum. Sjálvan pallin eiga teirra børn og barnabarnið Diddan, sum fær leiklutin sum høvuðspersónur og lutvíst sum frásøgufólk.
Frá barnahædd eygleiðir Diddan lívið og lagnurnar rundan um seg, og frá hesum góðvarna og barnsliga sjónarhorni er ríkiligt av plássi fyri tí undrunarverda og ikki minst fyri samkensluni við teimum illa viðfarnu. Og ólukkudýrini standa nú mest sum í bíðirøð at fáa sína søgu fortalda. Her er Ali Baba, sum hevur fingið sítt eyknevni, tí hann dugdi so illa at tosa sum barn, og sum bara hevur eitt oyra, tí ein fullur, illur bóndi skræddi hitt av, tá hann var óviti. Leysingabørn, neyðardýr, sum ikki hava ráð at gjalda í handlinum, grønlendsk børn, sum verða tvingsilsflutt til Danmarkar. Øll hava tey sína uttan iva hjartanemandi søgu, men tað er ikki hana vit fáa at hoyra. Í staðin verða tey nýtt sum høvi hjá frásøgufólkinum (høvundanum?) at hugleiða um ranguna á føroyska samfelagnum. Sum til dømis tá Ali Baba, sum smádrongur nærkast bygdini, har hann skal búgva: "Hetta var mergurin í landsin gamla siðaarvi. Vitug menniskju, sum lósu nógv og høvdu gott minni. ... Men á summum gørðum var øðrvísi. Har var onki, sum tað sá út til at vera. ... Fólk vóru so sint og smásár og so natin, at tey ikki untu næstanum ta turru skorpuna.". Í Sebastians Hús verður úrslitið av hesum frásøguháttinum, at flestu persón-arnir verða verandi litleysar pappírsdukkur, har lesarin hvørki minnist, hvussu teir komu inn í myndina, ella hví teir hvurvu aftur.
Lívstreytin
Eitt undantak er lýsingin av Livar Gubba, mammubeiggin hjá Didduni, sum blaðungur fer út at sigla og liva sínar dreymar. Her nýtir høvundurin við hepnari hond brøvini, Livar sendir heim, sum frásøgu-snildi til at skapa ta frásøgueind, sum ikki er til staðar aðrastaðni. Brøvini draga ikki bara stóru verð inn í Sebastinans Hús, har tey geva dreymunum veingir. Málið í teimum, reypið og vavgreyturin av enskum orðum og máliskum, gera eisini við eitt bygdafrellið Livar til sprelllivandi verðinsmann, hvørs hetjustatus bara veksur og veksur, inntil tað ein dag brádliga ikki koma fleiri brøv. Livar má koma heim, tí pápin doyr og onkur má taka yvir í handlinum.
Støðgurin í brævastreyminum verður samstundis ímyndin av ævigu menniskjaligu tvístøðuni, sum bókin so ella so allatíðina snarar rundanum. "[Livar Gubbi] trenaði moralin og segði neitakk til júst tað, sum alt í honum tráaði eftir." Livar, sum droymdi um at verða stýrimaður, ella heimskendur jazzpianistur og í øllum førum skuldafríur um tíggju ár, endar við at ganga biddaragongd fyri at fáa handilin á føtur aftur. Og onkusvegna fær bókin gjørt hesa aðalreglu til eina lívstreyt, øll í Sebastians Húsi mugu laga seg eftir.
Ágangandi søgufólk
Hóast frásøguhátturin í Sebastian Hús sum heild er lítið samanhangandi, kanst tú ikki lasta høvundanum fyri ikki at tora at royna. Órædd setur hon øll segl til fyri at fáa søguna í gongd, og hóast tað krevur eitt skump frá Heinesen ella kanska Allende og enn eitt frá Jóanesi Nielsen fyri at fáa ferð á, fjarðar ríkjanin millum lænta og heimagjørda myndamálið til endan burtur. Eftir stendur tann eyðkendi lætti og gerandisligi málburðurin hjá høvundanum, sum væl hevði borið hesum søgunum uppi, um hann ikki so ofta varð órógvaður av einum ágangandi frásøgufólki, sum moraliserandi hugleiðir um líkt og ólíkt. Eitt tað mest, ja ágangandi dømi er óiva, tá Diddan júst er byrjað í skúlanum og luftin er tjúkk av oyrafikum og hóttanum um skammikrókar. Inn ímillum illsinn-isglepsini frá læraranum og dagbókakrutlið hjá Didduni, kemur brádliga henda hugleiðingin: "Í dag kunnu vit undrast á, hvat meiningin við hesi pedagogisku atferðini mundi vera. Var hon einans eitt amboð hjá einum troyttum lærara at vísa sína makt? ... Kanska hevði samfelagið, tað vil siga staturin, tá alt kom til alt, eitt brennandi ynski um at hava lýdnar tegnar, borgarar, sum hóskaðu og sum ikki settu ov nógvar spurningar við tað verandi?"
Í sær sjálvum er tað onki galið í, at ein rithøvundur roynir at blanda seg uppí frásøgnina. Men høvundurin eigur at hava eina ætlan við tí, sum er í tráð við treytirnar í bókini annars. Ein slík ætlan er ring at fáa eyga á í hesum føri. Tá eitt modernað verk, sum hendan bókin hjá Oddvør Johansen hóast alt má metast at vera, brúkar hendan frásøguháttin, er tað vanliga fyri á ein provokernadi ella sjálvironiskan hátt at sáa iva um sítt egna trúvirði. Og tað var neyvan nakrantíð meiningin við eini tíðarmynd, sum Sebastians Hús.
"Moralurin"
Sebastians Hús flytur ongi fagurfrøðilig mørk. Heldur varveitir bókin í flestu førum gomul mynstur og gamlar sannleikar um rætt og skeivt, soleiðis sum vit kenna tað frá lættisoppasjangruni. Her vinnur tað góða á tí ónda, serliga á jólum, sum tá illi bóndin grætur um oyra hjá Ali Baba, og ótýggið Petur hjá Josiasi brádliga tekur annað skinn um bak og fer til frúnna í Sebastians Húsi við eini lítlari jólagávu, tí livið er so stutt, og man angrar jú so nógv. Eldri ættarlið verða tikin fram og nýtt sum eitt slag av fyrimynd, sum fylgjandi ættarlið áttu at lært okkurt av. Og tað gera tey eisini. Á sama hátt, sum Livar Gubbi trena tey moralin, men "Fólk hava lítlar pengar og vilja skriva í staðin fyri at gjalda. Tað er tann gamla søgan umaftur. Søgan hjá Sebastiani, søgan hjá Helenu og søgan hjá Mouritsi". Gaman í, tey fara øll á húsagang, men tað er ein heiðurligur húsagangur, tí moralurin yvirlivir. Móti endanum á bókini er túrurin so komin til Didduna, sum er vorðin tannáringur og er farin at hyggja í so tráandi eftir eiggiligu lørunum hjá Jensi hjá Ali Baba. Men eisini hon bítur tennirnar saman, gevur ikki eftir og ger tað rætta. Í hvussu er so leingi, hon ikki veit betur, tí sum høvundurin ávarar: "Hon hevði tíbetur ikki ánilisi um tað. At maðurin verður størsta freistingin hereftir." Kanska verður tað har, høvundurin fer at taka tráðin upp næstu ferð. Og kanska verður tað tá, vit veruliga koma at kenna tey, sum húsaðust í Sebastians Húsi.