Í hesum døgum er rok um arvagransking, men tað sær ikki út til, at nakað alment kjak er um hetta sera týdningarmikla evnið. Hetta er sera óheppið, tí arvagransking fer at hava sera stóran týdning fyri okkum og tey, ið koma aftan á okkum.
Arvagransking er eitt sera stórt øki. Tað ber illa til at vera 100 prosent fyri ella ímóti, tí tað er alt annað enn svart og hvítt. Eina ferð í framtíðini, vónandi ikki ov skjótt, fer tað at verða gjørligt at lekja AIDS og krabbamein við manipulering av arvaeginleikunum. Hetta er sjálvsagt gott, men tann brennandi spurningurin er, um tað ber til at brúka arvagransking bara til góð endamál? Arvagransking kann í prinsippinum brúkast sum eitt slag av fólkamorði. Sálarliga sjúk, evnaveik og onnur, ið møguliga ikki sóu vanlig út, vórðu náðileyst slaktað í Nazitýsklandi. Hetta varð gjørt fyri at reinsa sokallað ?skaðilig element? úr germansku rasini. Hópin av børnum vóru millum hesi. Hetta var ein tann andstyggiligasta gerðin, ið er gjørd móti mannaættini. Grundin til hetta var, at Adolf Hitler droymdi um tað germanska supermenniskjað. Næstan upp til okkara dagar vóru evnaveik tvangssteriliserað í Skandinavia. Hetta sær út til at vera ein eitt sindur penari máti at gera tað uppá, men endamálið var tað sama. Verður tað sama við arvagransking? Er málið at gera eitt tveir metur høgt menniskja, við bláum eygum og ljósum hári? Tað er einki mark fyri, hvat vísindafólk kunnu finna uppá. Ber tað til, so verður tað gjørt, uttan mun til, hvat tað er. Hetta snýr seg ikki um moral, men um at verða viðurkendur og møguliga fáa eina Nobel-viðursløn. Tí má man altíð fylgja við, hvat hendir á vísindaøkinum, tí tað kann altíð ávirka okkum fyrr ella seinni.
Í ár var Human Genome Project fullført, tað vil siga, at øll tey menniskjaligu genini eru kortløgd. Frá tí stóra ókenda, til ta nýggju verðina. Men gongur vegurin til tað lovaða landið? Hetta er ein stórhending, men hvat verður tað næsta? Fer tað at bera til at taka patent uppá menniskjalig gen? Fara gagnlig gen fyri ein eginleika at verða seld fyri hægstbjóðandi? Kanska verður genið, ið ger, at vit eldast, funnið. Tá fara fólk at liva ógvuliga leingi, um tað fer at bera til, at nullstilla ta innaru klokkuna í menniskjanum.
At skilja ímillum
Ein sera áhugaverdur filmur er gjørdur um genmanipulering. Hann eitur ?Gattaca?. Navnið er samansett av nøkrum av táttunum í DNA spiralinum. Hvør bókstavur er ein táttur. Hetta skal helst ímynda at vera ein genetisk koda fyri ein eginleika ella eina sjúku. Filmurin er um ein mann, ið vil vera astronautur. Sera væl spælt av Ethan Hawke. Hansara størsta forðing er, at hann ikki er genmanipuleraður, tí tað eru næstan øll hini. Hann má fjala tað, tí annars fer hansara dreymur í sorl. Hetta minnir sera nógv um apartheid. Hetta er ein framtíðarfilmur, men hetta kann henda í nærmastu framtíð. Einaferð verða menniskju gjørd, ið eru immun fyri sjúkum og ikki hava nøkur ?brek?. Hvat so við teimum, ið ikki eru perfekt og teimum, ið hava ?brek?? Verða tey tey skilt sundur í gull og bronsumenniskju?
Platon var ein tann fyrsti, ið skilti menniskju sundur í slíkar ?virðis -bólkar?. Hetta er júst tað, ið nasistarnir eisini gjørdu. Hitler meinti, at jødarnir ikki kundu brúkast til nakað, tí vórðu tey viðfarin sum djór.
Gentøkni snýr seg sjálvandi ikki bara um mennsikju. T.d snýr tað seg um genspleisaðar matvørur og um heilivág. Medisinmenn í t.d Amasonas hava í túsindvís av árum brúkt plantur sum heilivág. Tað hevur sjálvandi tikið nógv ár at funnið útav, hvør planta hjálpir ímóti hvørjum. Nú í nýggjari tíð eru heilivágsfyritøkur blivnar áhugaðar í hesi aldargomlu vitan. Í nógvum førum hava tær fingið vitan frá medisinmonnum. So hava tær analyserað ymiskar plantur og isolerað tey aktivu evnini. Síðani verða hesir úrdráttir kemiskt hópframleiddir. Teir fátæku indiánarnir í Amasonas hava ikki fingi eitt klovið oyra. Hetta er stuldur, sjálvandi skuldu indiánarnir fingið gagn av hesum, men tey hava ikki fínar advokatar, ið verja teirra rættindi. Teir ríku verða ríkari og tey fátæku fátækari.
Tað eru fólk, ið roknað við, at tað fer at verða gjørligt at útvega øllum heimsins fólkum nokk av mati, tí tað fer at vera gjørligt at framleiða meira matvørur orsakað av gentøkni. Vísindafólk arbeiða við at gera t.d nøkur kornsløg harðførari, so at tey kunnu vaksa í kørgum umstøðum. Um tað fer at bera til at gera kornsløg, ið ikki krevja nógva vætu fyri at vaksa, fer tað møguliga, at minka um hungursneyðina. Men sum nú er, er nóg mikið av mati til øll. Tað er bara fordeilingin, sum er skeiv. Vit vestanfyri hava fleiri matvørur enn vit klára at eta, meðan tað er ofta hungursneyð í pørtum av Afrika.
Tað var nógv rok gjørt burtur úr genspeisaðum sojabønum. T.d legði umhvørvisverndarfelagsskapurin Greenpeace á eitt farmaskip, fermt við sojabønum. Skipið fekk ikki loyvi at fara í havn. Tað sær út til, at nógv eru bangin fyri genspleisaðum matvørum. Sjálvandi tí hetta er so nýtt og eingin veit, hvørja langtíðarávirkan hetta fer at hava. Óttin er altíð størri fyri tí ókenda, enn fyri tí kenda. Nú sær tað út til, at føroyingar fara at luttaka í gengransking. Tað er gott, tí tað nyttar ikki at hvíla á laurberjabløðum og vænta, at onnur skulu gera alt arbeiði fyri okkum. Her skal man ikki vera naivur, tí gengransking snýr seg um nógvar pengar, annars var tað ikki serliga áhugavert at fara undir. Hetta kann blíva ein stór vinnugrein um rætt verður borið at.
Meðan eg fekst við at skriva hesa grein, kom eg av tilvild at síggja framtíðarfilmin filmin ?X- Man?. Filmurin eru um mutantar, um menniskju, við óvanligum eginleikum. At kalla ikki menniskaligum eginleikum. Sera áhugaverdur filmur, tí hann setur spurningin, hvat er eitt menniskja? Um kanska 500 ár, tá menniskjaslagið homo sapiens, er vorðið so genmanipulerað, má tað definerast, hvat er eitt mennniskja? Spurningur er sera ringur at svara. Við genmanipulering kann menniskjað útviklast til eina nýggja menniskjatýpu. Fleiri menniskjatýpir eru deyðar út, hví skal homo sapiens vera nakað serligt ? Tað var náttúran, ið útviklaði tær ymisku menniskjatýpirnar t.d Cro Magnum. Fyri fyrstu ferð verður tað gjørligt hjá einari livandi veru at útvikla seg sjálva, til eina aðra týpu, uttan um náttúruna. Ja, hetta luktar av science-fiction, men trupulleikin er tíbetur, at eingin veit, hvat fer at henda, so tað nyttar einki at stúra.
Um tað verður vakra vaksna verð ella ikki, tað fer tíðin at vísa. Valið stendur millum at gera gagn ella skaða. Um onkur kom frá framtíðini og segði okkum, hvat fer at henda, so vistu vit, hvat vit skuldu gera. Men tað hendir ikki, tí er tað best at ganga varliga stig fyri stig og alla tíðina hugsa, hvørjar avleiðingar gentøkni fer at hava.









