undirtøkan tvífaldað. - Vit koma ikki uttan um, at ferðafólk serliga vilja gista og vitja í Havn. Tí er avgjørt tørvur á einum vallaraheimi sum hesum. Eitt árið fyrst í 90-unum høvdu vit einki vallaraheim, [...] Tórshavn er uml. 600 fermetrar í tveimum hæddum. Á heiminum eru 22 kømur býtt upp í 2, 4 og 6 manskømur, í alt 98 seingjarpláss. Hentleikarnir eru góðir. Har er myntvask, góð toiettviðurskifti, køkur og [...] mánaðum síðani, men bíðað hevur verið við móttøkuni, til arbeiðið uttandura varð liðugt. Tað er tað nú. Húsini standa í einum snøggum og hampaðum øki við síðuna av væl útgjørda Hotel Føroyum og annars fríu
landsstýrismaðurin, sum kortini heldur, at vit skulu vera varin, tí ilt kann vera at finna markið. Summi foreldur sláa kanska, tí tey eru í eini neyðstøðu, og tá mugu vit ansa eftir, at ikki onkur uttanítfrá [...] foreldrum at sláa síni børn í 80?unum. Lógin, sum er galdandi í Føroyum er upprunaliga frá 1922, men tó eru fleiri broytingar gjørdar síðani. Landsstýrismaðurin í trivnaðarmálum, Kristian Magnussen, sigur, at [...] forbjóðar foreldrum at uppala síni børn við at sláa tey. Tey, sum mugu sláa fyri at uppala síni børn, eru ikki vaksin at uppala nakran, sigur Kristian Magnussen við Føringin. Sjálvandi eigur tað at vera
Runavík. Vit vunnu akkurát 2-1 í Fuglafirði, og í Runavík endaði tað fyrr í summar 1-1. Tí savna vit okkum fyrst og fremst um hesa uppgávuna, men sjálvandi er tað áhugavert at spæla við tølini, nú kappingin [...] tølum, undirstrika teir í Runavík. Tað snýr seg nú um avbjóðingina móti ÍF. Í Fuglafirði hava teir fýra tær seinastu ferðirnar fingið stig, og teir eru so væl fyri, sum tað ber til, undan ferðini til Runavíkar [...] seg NSÍ til fyrimunar. Í fyrstu atløgu skal NSÍ fáa fult móti ÍF og KÍ, sum teir í Runavík rokna við eru sloppin undan niðurflytingarhóttanini. Harafturat er neyðugt, at B36 og HB ikki fáa fult í tveimum
fleiri føroyingar eru farnir til Bretlands at fáa sær útbúgving. Hetta er blivið enn lættari, eftir at føroysk lesandi nú í parti av Bretlandi gjalda sama gjald sum EU lesandi, har vit frammaundan vóru [...] Hetta ger góðan mun saman við menningini í flogferðsluni til Bretlands hjá Atlantsflog. Tá nú samband og møguleikar eru betrað, er tað umráðandi, at almennu Føroyar signalera, at man ikki favoriserar lesandi [...] Eisini má Fíggjarmálaráðið avtaka tær eftirverandi forðingarnar hjá fólki, sum t.d. gera, at tað eru størri restriktiónir á, hvat man kann fáa við sær heim aftur sum flytigóðs, um man kemur úr Bretlandi
Harra blaðstjóri Hýsið mær hesum reglum, so at vit áðrenn vit fara á val hyggja at hvat Tjóðveldisflokkurin hevur megnað at gera av ólukkum fyri okkum føroyingar. Fyrst av øllum kann nevnast skúlabørnini [...] súrepli dettur ikki langt frá trænum ella hvat? So tjóðveldis arbeiðsmenn tit skuldu hugsa tykkum væl um nú. Á Almanna/heilsuøkinum er standurin ikki ringur, men hann er heilt óbegríbeliga vánaligur, var til [...] fram, at fólk, sum fingu heilabløðing ella aðra sjúku og vóru óhjálpin, vildu eftir tað viðgerð, tey nú einaferð kundu fáa á hospitalinum so vóru útskrivaði og send heim, men tey fingu onga heimahjálp tí
meðan tú hevur størri frælsi í hesari kappingini, Eg haldi eitt nú tað er stuttligt, at eg og Ragnar í Vík kunnu vera í somu kapping, tí vit eru rættiliga ymiskir tónleikaliga, vísir Rókur J. Jakobsen á. Hann [...] fáa samband við áhoyraran. ?Hendan kappingin fevnir breitt, tí kriteriini eru breið, og tað dámar mær væl. Sammett við eitt nú Prix Føroyar, har tú nærum er noyddur at gera tín tónleik eftir konseptinum [...] ikki óvart á teg at vinna kappingina? -Jú, tí eg kendi einki til hinar luttakararnar. Í finaluni vóru vit tríggir mans við hvør sínum stíli, og í tónleiki ræður um at raka dagsformin, og eg var heppin at raka
føroyingar ræddust verri enn hin versta. Hetta var nú ikki so løgið, tí útlit vóru ikki fyri eini skilagóðari skipan fyri føroyska fiskivnnu, um vit fóru uppí felagskapin tá. Seinni er so Felagsmarknaðurin [...] meira greitt, at vit kunnu ikki halda fram við einans at hava eina fríhandilsavtalu við ES. Øll Norðurlond lond hava annað enn bert búskaparligt samband við ES. Tey lond, sum ikki eru limir, nevnliga Noreg [...] førleikamenning og í teimum mongu netverkum, sum eru til taks í ES. Tað ber tí í longdini ikki til at standa uttan fyri hetta samstarv. Landsstýrið eigur tí nú at tryggja sær parlamentariskan dekkning fyri
beinleiðis tápuligt at gift seg, hyggja vit eftir hvussu góðar treytir forsorgarlógin gevur ógiftum í mun til tey giftu. Talan er um ein grovan mannamun og lesa vit forsorgarlógina, so er ilt at síggja hví [...] eitt nú ein vinnulívsmaður, ein stjóri ella ein skipari. Grein níggju stykkið fýra í forsorgarlógini gevur vælbjargaðum ógiftum veldugar møguleikar at njóta almennar pengar, gera kommununar eitt nú ikki [...] hví fólk skulu gifta seg í hvussu er áðrenn børnini eru vaksin Tað er grein 2 í forsorgarlógini sum ger allan munin. Hon sigur, at ein hvør hjúnarfelagið hevur uppihaldssskyldu mótvegis hjúnarfelagnum
at kundi Sandavágs Kommuna klára tað, skuldi hon fáa premiu. ?Tað ætla vit okkum so at minna hann á aftur, tá liðugt er, tí vit eru sannførd um, at prísurin fer at halda, sigur borgarstjórin í Sandavági [...] hvat prísurin verður, men sigur tó so mikið, at aðrir dagstovnar eru fyrr bygdir fyri rættiliga nógv fleiri pengar, enn hesin fer at kosta. Nú dagstovnurin verður bygdur, fer dagrøktarskipanin úr gildi, og [...] dagrøkt, har átta dagrøktarmammur hava tilsamans 58 børn. Umframt er ein, sum er tøk av og á, eitt nú tá børnini savnast í spælistovuni, greiðir hon frá. Nýggi dagstovnurin í Sandavági verður reistur í
minsta lagi 2.000 arábarar eru riknir úr bygdum sínum. The New York Times skrivar, at teir burturriknu arábararnir royna at lívbjarga sær sum frægast uttan fyri bygdirnar, sum teir eru riknir úr. Í nógvum førum [...] vórðu eggjaðir til at flyta hagar ístaðin. Nú stýrið í Bagdad er fallið, vilja kurdarnir sleppa aftur til bygdirnar, har teir einaferð búðu, og hetta hevur nú elvt til trupulleikar. Sambært The New York [...] skulu amerikanararnir hava góðtikið. ? Vit hava fingið boð frá flokki okkara um, at fólk skulu flyta aftur hagar, tey upprunaliga búðu, og hesum boðum fylgja vit, sigur næstformaðurin í kurdiska flokkinum