UPPTAKT
Tað er møguleiki fyri, at NSÍ undan síðsta umfarinum kann vinna seg fram á bronsuplássið. Tað gera teir, um teir á heimavølli fáa fult móti ÍF, og um Skála tapir á Eiði. Hvørjar vánirnar hjá NSÍ annars fara at vera, valdast um úrslitini í øðrum dystum:
- ÍF stendur seg ofta væl móti NSÍ og serliga í Runavík. Vit vunnu akkurát 2-1 í Fuglafirði, og í Runavík endaði tað fyrr í summar 1-1. Tí savna vit okkum fyrst og fremst um hesa uppgávuna, men sjálvandi er tað áhugavert at spæla við tølini, nú kappingin er so ógvuliga spennandi.
Tað sigur NSÍ venjarin, Trygvi Mortensen, sum hevur allar sínar spælarar tøkar. Burtursæð frá Ike, sum ikki venur og er við at fara av landinum aftur.
Dreymurin í Runavík er, at tað skal eydnast at vinna fyrsta FM heitið, og møguleikin spøkir framvegis. Men so skal alt laga seg NSÍ til fyrimunar. Í fyrstu atløgu skal NSÍ fáa fult móti ÍF og KÍ, sum teir í Runavík rokna við eru sloppin undan niðurflytingarhóttanini. Harafturat er neyðugt, at B36 og HB ikki fáa fult í tveimum teimum síðstu umførunum - og tað vil eisini siga, at tað í síðsta umfarinum fer at enda javnt millum grannarnar í Gundadali - og at Skála ikki vinnur báðar dystirnar, sum teir hava eftir. Gongur alt hetta upp, fer NSÍ í minsta lagi at enda við sama stigatali sum B36, og so fer FM heitið fyri fyrstu ferð til Runavíkar, tí NSÍ er omaná í innanhýsis uppgerðunum við B36.
Men alt hetta er spæl við tølum, undirstrika teir í Runavík. Tað snýr seg nú um avbjóðingina móti ÍF.
Í Fuglafirði hava teir fýra tær seinastu ferðirnar fingið stig, og teir eru so væl fyri, sum tað ber til, undan ferðini til Runavíkar.
- Tað er kapping um plássini, og lagið er gott, staðfestir ÍF venjarin, Petur Simonsen.
Poul Ennigarð, sum leingi hevur verið skaddur, er tøkur aftur. Hann verður við, men honum restar dystarvenjing, tí hann hevur ikki spælt rættuliga síðani tíðliga í summar. Atli Petersen og Tórður Thomsen eru komnir aftur av lestrarferð.