ES hevur at kalla frá fyrsta degi av verið tabu í Føroyum. Tá Danmark í 1972 fór upp í tann felagsskapin, sum nevndist Felagsmarknaðurin, valdu løgting og landstýri at standa uttanfyri. Orsøkin var fyrst og fremst fiskivinnupolitikkurin hjá Felagsmarknaðinum, sum føroyingar ræddust verri enn hin versta. Hetta var nú ikki so løgið, tí útlit vóru ikki fyri eini skilagóðari skipan fyri føroyska fiskivnnu, um vit fóru uppí felagskapin tá.
Seinni er so Felagsmarknaðurin vorðin til eina politiska unión, við nógvum limalondum. Endin á kalda krígnum broytti allar fortreytir í Europa, og tók burtur nógvar politiskar fobiir og nógv tabu. Næsta stigið í hesi gongd er ES grundlógarsáttmálin, sum í løtuni er til viðgerðar í flestu ES londum. Verður hesin sáttmáli endaliga samtyktur, verður ES til eitt europæiskt ríkjasamband við felags verju- og uttanríkispolitikki, har tað er grundlógarfest, at samfelagskipanin skal vera kapitalistisk og allir búskapir skulu vera marknaðarbúskapir fyri alla tíð. Til tess at bøta um sosialu avleiðingarnar av hesum eru ymisk sosial- og løntakararættindi skrivað inn í grundlógarsáttmálan.
Spurningurin, hvat Føroyar skulu gera við atliti at hesi tilgongd gerst alt meira átrokandi. Tað gerst alt meira greitt, at vit kunnu ikki halda fram við einans at hava eina fríhandilsavtalu við ES. Øll Norðurlond lond hava annað enn bert búskaparligt samband við ES. Tey lond, sum ikki eru limir, nevnliga Noreg og Ísland, hava eina sokallaða EBS avtalu við ES. Henda avtala gera tað møguligt hjá báðum londum at taka lut í tí sera breiða og víttrøkkandi samstarvinum limalandana millum.
Hetta merkir við, at Noreg og Ísland samstarva við ES um útbúgving, gransking og mentan á jøvnum føti við limalondini. Henda skipan gevur ikki bert stórar peningaupphædddir, men tryggjar eisini londunum lut í tí vitan, førleikamenning og í teimum mongu netverkum, sum eru til taks í ES. Tað ber tí í longdini ikki til at standa uttan fyri hetta samstarv. Landsstýrið eigur tí nú at tryggja sær parlamentariskan dekkning fyri at fara undir samráðingar um eina EBS avtalu við ES, so eisini Føroyar kunnu fáa lut í somu samstarvságóðum sum okkara grannalond og kappingarneytar njóta. At sita hendur í favn og bert lata standa til er ikki ábyrgdarfullur politikkur.