við í frádráttinum, men inntil Føroyar fáa eina heildarætlan við hvat vit ætla yvirskipað á tí grøna økinum, vil eg meta, at ein meira generel skipan kann setast í verk í Føroyum. Ein frádráttur í skatti [...] i ger, at fólk fyrst og fremst búseta seg í sethúsum. Hetta vísur kanningin Manntal (2011) eisini, har 80% siga seg búgva í sethúsum. Við verandi húsaprísum í Havn kostar eitt ‘handverkaratilboð’ lættliga [...] seta seg í stóra skuld, fyri at fáa egið tak yvir høvdið. Harafturat kemur tilfar v.m. til umvælingar og viðlíkahald. Sethús krevja viðlíkahald fyri at vera verandi í góðum standi og til at búgva í. Viðlíkahald
(CSCM) er kristiligur missións- og hjálparfelagsskapur í India. Við hjálp frá m.a. Indre Mission í Danmark hava tey bygt eitt barnaheim til fátøk børn í økinum. Føroyska Bíbliufelagið hevur samband við CSCM [...] CSCM umvegis Bjarne Gertz Olsen, ið hevur verið trúboðari í Føroyum og sum vitjar CSCM regluliga. Heimið varð vígt og tikið í nýtslu 27. apríl 2014. Pláss eru fyri 30 børnum á Barnaheiminum. Heimið verður [...] undirvísing á barnaheiminum. Í økinum eru mong fátøk og heimleys børn. Ein Bíblia í India kostar 175 INR, ið er umleið 17,00 kr. Ein Barnabíblia við litmyndum kostar umleið 80,00 kr. Í vár flutti Bíbliufelagið
verið mest vitjaða stevna í Føroyum. Tí eru nólsoyingar eisini fegnir um, at nýggj stevnunevnd beyð sær at skipa fyri stevnu, tá stuðulsnevndin fyri svimjihyli í Nólsoy á heysti í fjør boðaði frá, at hon [...] á fyrireikingarfundi í Royndarhúsinum í Nólsoy sunnudagin. Tá væl vitjaði fundurin var liðugur, var ivaleyst, at nólsoyingar nú eru til reiðar at taka ímóti hópin av stevnugestum. Í Nólsoy vísa tey á, at [...] áhugafeløg í Nólsoy, og hesi fara at brúka høvið til at skipa fyri ymiskum tiltøkum á stevnuni, sum so eisini kunna geva eina inntøku til raksturin. Úr Nólsoy verður sagt, at gamla keiøkið í bygdini í høvuðsheitum
sigla í kjalarvørrinum á teimum gomlu víkingunum, heilt úr Suðurnoregi, til Chicago í USA. Og tað gera teir í einum 8,5 metra langum, skjóttgangandi, RIB –báti. Túrurin byrjaði í Horten í Vestfold í næstsíðstu [...] har hava teir so bíða eftir veðrið, til í dag, og nú eru teir á veg í ein útnyrðing, ímóti Føroyum. Teir eru longu komnir næstan hálva leið, og verða her seinni í kvøld. Hóast báturin siglur skjótt, er [...] fer at fylgja í kjalarvørrinum hjá víkingunum, úr Noregi umvegis Hetland, Føroyar, Ísland, Grønland, yvir til New Foundland og síðani niðan eftir St. Lawrenceá, til teir leggja at bryggju í Chicago. Hetta
trettandu ferð. Rutan er tann sama, sum í fjør, soleiðis at startur og mál eru á Vaglinum. Ein broyting er í ár, í mun til undanfarin ár, tí í samstarvi við ein bólk í Krabbameinsfelagnum, hava gongufólk eisini [...] ivast ikki í, at arbeiðið tey hava gjørt við at hava faldarar við til marathon runt í verðini og harafturat við at brúka Facebook, hevur givið útlendsku rennarunum frænir av Tórshavn og Føroyum. Føroyingar [...] koma til Havnar at renna, skrivar Bragdið í tíðindaskrivi. Leygarmorgunin kl. 9.00 fer renningin í gongd, og samstundis fara øll til gongu. Ferðslan verður avmarkað í nakrar tímar og nógv vaktarfólk verða
februar er, og í Amerika merkir tað, at milliardir av krónum verða skiftar um við blómur, sjokolátu ella annað. Tað er nevniliga Valentine’s dagur. Í Føroyum er Valentine’s dagur ikki nýggjur í hugaheiminum [...] ein tann mest kommersialiseraði merkisdagurin í árinum, har blómur og sjokulátaeskjur verða keyptar í milliónatali og peningur nýttur í milliardatali - í kærleikans navni. [...] kærleika, og varliga fær hetta fastatøkur í Stóra Bretlandi. Í átjandu øld, boða søgufrøðingar frá, at tað er vanligt at finna kærleiksbrøv frá 14. februar. Í dag verður Valentine’s dagurin mettur sum
Martin Olsen er hægst útbúni venjari í Føroyum, hevur verið landsliðsvenjari og venjari hjá NSÍ og seinast Víkingi. Sum flestu onnur, hevur hann eisini hoyrt um hendingina í Gundadali týskvøldið, tá Hans Jørgin [...] Djurhuus gav Poul Ingason ein upp á kjaftin. Hann heldur, at í slíkum førum handla spælarar ósjálvráddir. – Í eini tílíkari dystarstøðu kókar adrenalinið í kroppinum. Fært tú tað eina harða takling, ella eitt [...] vita, nær tú kemur upp í reyða feltið, og so skapa tíni egnu amboð fyri at hjálpa tær at kølna eitt sindur aftur. Í einum liðítrótti sum fótbólti arbeiða vit sjálvandi eisini í toymum, har spælarar skulu
støðu Føroya í samskiftinum við ES nevndarliminum í fiskivinnu og formanninum í ES Nevndini, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Harumframt hevur løgmaður eisini umrøtt málið við starvsfelagar sínar í grannalondunum [...] á almennu støðu Føroya í hesum máli. Harafturat hevur long røð av fundum verið á embætismannastigi við WTO sendiharrar í Geneve, har greitt hevur verið frá almennu støðu Føroya í hesum sera týdningarmikla [...] - Síðani ES setti handilstiltøk í verk ímóti Føroyum, hava vit fiskað sløk 45.000 tons av makreli og 55.000 tons av norðhavssild. Tað staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. Høgni Hoydal hevur spurt
B68 í 2010, 2011 og 2012, og í fjør var hann í 07Vestur. Formalitetirnir eru ikki komnir upp á pláss, so Camara verður ikki á B68 liðnum á Argjum í kvøld. Oddur Højgaard, sum er undir útbúgving í Danmark [...] garstrikuni. Tá ið liðini í sætta umfari hittust á Svangaskarði, vann B68 3-2. -Hóast vit taptu 3-1 ímóti Víkingi, so var leikliga avrikið í 70 minuttir tað besta higartil í ár. Um vit vísa sama hugburð [...] Danmark, er komin heim til Toftir, og hann er í B68 hópinum á Argjum. Oddur hevur spælt við ÍF Føroyum. Á Argjum høvdu teir vónað, at tað sunnudagin skuldi eydnast at vinna á Skála. Tað endaði málleyst. Hóast
og Danmark eru í í dag, sigur Sjúrður Skaale. Fólkatingið bleiv sett í morgun, og sum vant helt forsætisráðharrin røðu. Tað var lítið, sum Helle Thorning-Schmidt hevði at siga um Føroyar í dag. Hon segði [...] millum Føroyar og Danmark, men júst í hesum døgum er støðan í Ríkisfelagsskapinum heldur óvanlig. Orsøkin er sjálvsagt sildatrætan og handilsbanni móti Føroyum. - Í hesum døgum er nógv at siga. Vit hava [...] og Danmark í hesum døgum, heldur Sjúrður Skaale vera ógvuliga sigandi. - Eg sigi ikki, at tað er rætt ella skeivt, men tað er í øllum førum ógvuliga sigandi, sigur føroysku fólkatingsmaðurin í kvøld. Hann