Eg elski teg.. fyri eina milliard

Valentines dagur er í dag, men dagurin hevur ikki altíð verið eins kommersiellur og í dag.

Fjúrtandi februar er, og í Amerika merkir tað, at milliardir av krónum verða skiftar um við blómur, sjokolátu ella annað. Tað er nevniliga Valentine’s dagur. 

 

Í Føroyum er Valentine’s dagur ikki nýggjur í hugaheiminum hjá fólki, men tað er ikki fyrr enn seinnu árini, at dagurin er farin at seta sjónliga dagsskrá fyri søluvørur á matstøðum og í sølubúðum - umframt, at dagurin enntá er at síggja í lýsingum.

 

Summi kunnu ikki torga dagin, tí hann roynir at gera kenslur til søluvøru, meðan onnur fegnast um ein kærleiksdag, sum tey kunnu njóta saman við síni betru helvt.

 

Søguliga meta summi, at dagurin hevur verið ein merkisdagur síðani fimtu øld, tá ið rómverjar hátíðarhildu hann sum part av ‘Lupercalia’ átigildinum, ið vardi tveir dagar. Heitið ‘Lupercalia’ verður hildið at hava samband við forngrisku høgtíðina Lukaia, sum bregdar til latínska orðið fyri úlv - lupus. 

 

Tá ið katólska kirkjan vann størri frama, var avgjørt at kristna flestu merkisdagar í rómverska kalendaranum, og Lupercalia slapp ikki undan. Dagurin varð umdoyptur til Santa Valentin. Sambært søgufrøðingum vóru fleiri halgimenni um hetta mundi, sum itu Valentinus, og tí ber ikki til at endaliga staðfesta eftir júst hvørjum dagurin varð nevdnur.

 

Tó er tað ikki fyrr enn væl seinni, at dagurin verður roknaður sum ein romantiskur dagur. Bretski yrkjarin, Geoffrey Chaucer, ið eisini verður roknaður sum upprunamaður til bretska bókmentan, setir samband millum Valentin og kærleika, og varliga fær hetta fastatøkur í Stóra Bretlandi. Í átjandu øld, boða søgufrøðingar frá, at tað er vanligt at finna kærleiksbrøv frá 14. februar.

 

Í dag verður Valentine’s dagurin mettur sum ein tann mest kommersialiseraði merkisdagurin í árinum, har blómur og sjokulátaeskjur verða keyptar í milliónatali og peningur nýttur í milliardatali - í kærleikans navni.