Úrslitið á Argjum verður avgerandi fyri, um tað verður B68 ella AB, sum skal halda summarfrí undir niðurflytingarstrikuni. Tá ið liðini í sætta umfari hittust á Svangaskarði, vann B68 3-2.
-Hóast vit taptu 3-1 ímóti Víkingi, so var leikliga avrikið í 70 minuttir tað besta higartil í ár. Um vit vísa sama hugburð, sum spælararnir hava víst, so rokni eg avgjørt við, at tað fer at síggjast aftur í úrslitunum. Tað passaði okkum væl, at AB ikki vann á Skála. Harvið er tað styttri at røkka upp um strikuna, og sigur á Argjum ber við sær, at vit kunnu halda summarfrí røttu megin strikuna, sigur B68 venjarin Jógvan Martin Olsen.
Týskvøldið kom Ibrahima Camara aftur á Svangaskarð. Talan er um gamlan kenning úr Senegal. Camara spældi eitt sindur við B68 í 2010, 2011 og 2012, og í fjør var hann í 07Vestur. Formalitetirnir eru ikki komnir upp á pláss, so Camara verður ikki á B68 liðnum á Argjum í kvøld. Oddur Højgaard, sum er undir útbúgving í Danmark, er komin heim til Toftir, og hann er í B68 hópinum á Argjum. Oddur hevur spælt við ÍF Føroyum.
Á Argjum høvdu teir vónað, at tað sunnudagin skuldi eydnast at vinna á Skála. Tað endaði málleyst. Hóast teir vóru vónbrotnir, so halda teir í AB, at teir kunnu liva við úrslitinum:
-Eitt stig var betri enn einki stig. Nú er neyðugt at vinna trý stig skjótt, og tá er avbjóðingin á heimavølli ímóti B68 eitt gott boð. Vit hava roknað við, at tað eisini í 2015 verður Effo fótbóltur á Argjum, og tað rokna vit framvegis við, sigur Morten Overgaard, hjálparvenjari hjá AB, sum í kvøld skal spæla fyri fyrstu ferð, síðani Jóan Símun Edmundsson bað felagnum farvæl.